Á námsferð til Barcelona: býin, ið troyttast av ferðafólki

Illur barcelonabúgvi skjýtur við vatnbyrsu ímóti ferðafólki.
Mynd: Wikimedia
Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð. Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.  

Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Dømi um hetta er “Mercat de la Boqueria” beint við rambluna, ið hevur mist sambandið við lokalu íbúgvarnar og í staðin er eyðkent av globalum streymum. 


Í Barcelona mótmæla íbúgvarnir ofta hópferðavinnuni. Mótmælisgongur eru javnan, og hvør minnist ikki tá ið tey skutu við vatnbyrsum eftir ferðafólkum á matstovum og øðrum ferðamálum. Við slagorðum sum “Tourism is killing Barcelona” og at 1,62 milliónir íbúgvar skulu liva við 26,1 milliónum ferðafólkum, føra tey fram, at ferðavinnan er við til at gera tað óliviligt í katalanska høvuðsstaðnum. Eitt annað skilti segði “El teu Airbnb era la meva casa”, ið á katalanskum merkir: títt Airbnb var einaferð mítt heim. 


Sostatt er trupulleikin við ferðavinnu ikki bert, at ferðafólkini fylla nógv í býarmyndini og troka fastbúgvandi úr handlum, matstovum og býarrúmum sum heild. Fastbúgvandi verða eisini trokað úr sínum bústøðum, tí teir skulu leigast út til ferðafólk. Umframt hetta kemur so umhvørvisliga trýstið á býin, økt vatnnýtsla, CO2-útlát og dálking frá ferðafólkaskipum.


Birgir Kruse hevur júst verið í Barcelona og hevur tosað við José Antonio Donaire Benito, ið er kommisserur fyri burðardyggari ferðavinnu í Barcelona. “Nýggjastu uppskotini á skrivstovuni hjá José eru fyrst og fremst at leggja 24 evrur á hvørt ferðafólk umborð á skipi, at færri ferðafólkaskip sleppa til býin, at einki nýtt hotel verður bygt og at dagferðandi frá øðrum støðum, daytrippers, ikki sleppa ótarnað inn í býin”, skrivar Birgir. 


Trupulleikin er, at Barcelona er farin langt um mark hvat viðvíkur ferðavinnu. Tað er púra misskilt, at ferðafólk eru “gestir” og at ferðavinna er “gestablídni.” Ferðafólk eru ikki gestir, men invitera seg sjálvi á gátt, “óbodnir gestir” so at siga. Hetta er ikki í sjálvum sær ringt, men trupulleikin er “hópferðavinnan”, ið skapar eina púra óburðardygga støðu. Hetta rakar eisini Føroyar, millum annað Havnina, ið upplivir nógvar av somu trupulleikum sum Barcelona. Fyri 9 árum síðani skrivaði eg ávaringargreinina Tórshavn til turistarnar um hvat fór at henda komandi árini, og sjálvandi er júst tað hent, ið eg ávaraði ímóti. Tá brúkti eg Riga sum eina spegilsmynd, men Barcelona er eisini ein góð spegilsmynd av hvussu ferðavinnan kann umbroyta Havnina komandi árini.


Tað er dýrt at fara á námsferð, men í Barcelona skal man nú harumframt gjalda millum 6 og 12 euros fyri hvørja yvirnátting, tvs. millum 45 og 90 krónur, alt eftir um talan er um vallaraheim ella hotell. Sjálvandi eiga ferðafólk at gjalda fyri at vera í einum býi ella landi. Vit fastbúgvandi gjalda skatt fyri at búgva í einum landi, so hví skulu ferðafólk ikki eisini gjalda skatt fyri at vitja í einum landi? Sjálvandi skulu tey tað, og sjálvandi skulu vit tað, tá ið vit vitja í Barcelona. 


Í grundini áttu føroyskir politikarar at farið til Barcelona á ferðavinnunámsferð, har teir m.a. kundu vitjað José Benito. Har kundu teir m.a. lært, at Airbnb má og skal bannast, ongantíð ov skjótt, tí sum José sigur: “Loyvini til ferðafólkabústaðir verða avtikin innan 2028, og tað verður uttan undantak.”    




Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum