Posts

Showing posts with the label Skattur

Pensjónistar eru vorðnir munandi ríkari seinastu árini

Image
Ein dag í august fekk eg hesi boð sendandi á messenger frá einum pensjónisti, ið kærdi sína neyð. “Pensiónistar og barnafamiljur mugu fáa ein lætta. Nógv fara døgurðaleys í song. Í fjør fingu øll uttan pensiónistar lønarhækking. Men inflatiónin hevur aldrin verið verri. Mvg á matvørum má vekk.” Ivist onga løtu í, at pensjónstilveran er trupul og óvirðlig hjá mongum, men eg kenni meg noyddan at vísa á, at pensjónistar ikki eru nakar homogenur bólkur. Samstundis sum tað finnast ávísir pensjónistar, ið knapt eiga til mat í munnin, er ein vaksandi bólkur av pensjónistum, ið liva eitt lív í sús og dús.  Hetta er onkursvegna “politiskt ókorrekt” at siga, tí í føroyska eldradiskursinum verða pensjónistar ofta umtalaðir sum neyðardýr - so mikið ofta at tað nærum verður sæð sum ein sannleiki. Men veruleikin er meiri fjølbroyttur enn so. Eg havi lagt eina mynd av inntøkubýtinum hjá føroyingum í pensjónsaldri (67+) við. Talan er um tøka inntøku, tvs. inntøkur eftir skatt og gjøld. Hagstovan s...

Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?

Image
  Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson , ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".  Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hj...

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum

Image
Mynd: Freepik “Landsstýrið skal halda fingrarnar langt burturi frá Arbeiðsloysisskipanini. Tað er enntá ásett í lógini fyri ALS.” Soleiðis verður formaðurin í stýrinum fyri ALS, Alfred Petersen endurgivin. Hann hevur biðið landsstýrið um at strika ALS av uppskotinum til fíggjarlógarlóg fyri næsta ár. Tað stendur svart upp á hvítt í §2A í ALS-lógini, at "inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina" . Fakfelagssamstarvið hevur síðani verið úti og stuðlað stýrisformanninum. ALS verður mangan umtalað sum nakað heilt serligt, sum ein sólskinssøga um at ein vælferðarskipan kann skipast við armslongdar-frástøðu frá løgtingi og landsstýri. Máliskan “halda fingrarnar frá” er annar ikki nýggj í ALS-høpi. Heilt afturi í 1999 var hendan yvirskrift at síggja: “Fakfeløg ávara: “Fingrarnar vekk frá milliónunum hjá ALS”.   Og í 2006 var aftur galið. Tá hevði Løgtingið ítøkiligar ætlanir um at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. ALS hevur mesta part...

Felags kommunuskattur gevur jøvn kor kring landið

Image
Mynd: RosZie/Pixabay. Samfelagsliga tímaglasið. Búskaparráðið hevði í farnu viku eina framløgu um kommunal fíggjarviðurskifti, við serligum denti á fíggingina av eldraøkinum. Fleiri kommunur, ið longu nú eru sperdar, hava illa ráð til neyðugu íløgurnar í eldraøkið, fyri ikki at tosa um raksturin av málsøkinum. Samfelagsliga tímaglasið verður alsamt meiri skeiklað, serliga í útjaðarkommununum.   Tíverri er tað í stóran mun soleiðis, at eldraøkið er fíggjað á ein hátt, ið ger summar kommunur betri fyri og aðrar verri. Tað er ein innbygd skeiklan í tí partinum av kommunufíggingini, ið verður flutt frá landinum. Hetta átti í sjálvum sær at verið rættað til eina flyting í mun til eldri borgarar í hvørji einstøku kommunu. Við einum felags kommunuskatti, hevði hetta verið einfalt at framt.  Harumframt eru kommunuskattaskipanin beinleiðis órættvís. Sum tað fyrsta er kommunuskatturin proportionalur (sama prosent fyri øll), meðan landsskatturin er progressivur (prosentið hækkar við...