Posts

Showing posts from May, 2026

Sámal Sunnudag í summarfrí

Image
Agurkutíðin er byrjað. Mynd: Freefoodphotos Nú Løgtingið fer í summarfrí, fer Sámal Sunnudag eisini í summarfrí.  Sámal Sunnudag legði frá landi beint eftir Ólavsøku í fjør , og ætlandi verður hann aftur á skránni 2. august.  Ímeðan kunnu tit fylgja við inni á Sámalsa Bókasavni , har eg uttan iva skrivi onkran ferðablogg, og kanska eisini onkra tíðargrein. Sámal Sunnudag hevur verið sera væl móttikin, og flestu fólkum dáma væl stílin. Her er ein listi yvir best umtóktu bloggarnar gjøgnum farna árið: Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa ALS er partur av samlaða skattatrýstinum Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn? Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein kr...

Frá Heilagum Anda til andaleyst vitlíki

Image
Fremmandgjørdi heilin. Mynd: Picryl Í dag er Hvítusunnudagur - hátíðin, sum verður hildin 50 dagar eftir páskir - harav grikska navnið “Pentekoste”, ið merkir hálvtrýssint. Hvítusunnan byggir á frásøgnina í Ápostlasøguni , har Heilagi Andin kom yvir lærisveinar Jesusar, so teir kundu boða kristindómin kring allan heim. Hvítusunnan verður eisini nevnd føðingardagur kirkjunnar. Hvítusunnan hevur fyrst og fremst andaligan týdning, tí hon minnir á upphavið til kristinboðanina, hennara megi, virði og felagsskap. Men harumframt er Hvítusunnan ein almennur frídagur, sum gevur fólki møguleika at hvíla seg, menna seg og vera saman við familju og vinum. Eisini styrkir Hvítusunnan sosiala og mentanarliga samanhaldið kring landið við stevnum, útigudstænstum, konsertum o.ø. Eg skrivi nógv um høgtíðir, ikki tí at eg eri nakar prædikumaður, men tí at eg síggi stóra savnandi virðið í hesum høgtíðum, har fólk flest hava frí samstundis og kunnu savnast í felagsskapi. Hvítusunnan er onkursvegna ein “lí...

Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein krók

Image
Javnaðarflokkurin í broyting. Vitlíkismynd funnin á netinum. Promptari ókendur. Upp til løgtingsvalið í ár gjørdi Javnaðarflokkurin eitt skarvslop. Grøna “drotningin” Ingilín Strøm fór út, og inn kom svarti “sjeikurin” Ben Arabo. Hetta er sjálvandi ein karikaturur, men tað er rættiliga sigandi fyri, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er diametralt broyttur upp á luftalsliga stutta tíð. Hetta er ikki alt. Upp á stutta tíð er “grøni diskursurin” fánaður nógv til frama fyri ein reaktioneran diskurs, ið sær grøna rákið sum eitt elitert projekt, ið skaðar Palleba og Marsannu. Fólk eru farin at troyttast av grøna tosinum, tí tað tykist mest vera til frama fyri “tey fínu í Havn” - eitt sjálvrealiseringsprojekt fyri tey ovast uppi í tørvspyramiduni hjá Maslow . Hesi hava tørv á at bjarga heiminum, men tey gloyma, at nógvir føroyingar stríðast fyri at bjarga sær og sínum.  Ivaleyst hava tey “reyðgrønu” eitt ávíst “privilegii-blindni”. Nógv teirra hava tað sum blomman í eggin...

Nýggja útlendska arbeiðarastættin

Image
Tað kendist merkiligt fyri nógv, tá ið javnaðarformaðurin segði stættarstríðið vera av. Nógv partafólk bóðu hann tá stinga pípuna inn. Myndin er frá 2005 og frá Wikimedia. “Stættarstríðið er av!” proklameraði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005 . Hetta elvdi til mikið kjak og atfinningar frá serliga fakfeløgum og gomlum floksfeløgum. Stættarstríðið er framvegis veruleiki hvat viðvíkur lønarviðurskiftum, arbeiðskorum og ójavna, verður ført fram. Á ein hátt er eg tó samdur við Jóannes Eidesgaard. Vit hava gaman í stórar ójavnar í føroyska samfelagnum, men stættirnar, sum vit kendu frá 20. øld hava ikki somu mobiliserandi megi sum áður. Javnaðarflokkurin er ei heldur ein flokkur av arbeiðarum, men er gjøgnum árini vorðin ein flokkur fyri almenn starvsfólk. Nógv verkafólk síggja seg meiri í andsøgn við almennu starvsfólkini enn við privatu arbeiðsgevararnir. Í fleiri stórum býum í landinum er sera útbreitt, at arbe...

Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu

Image
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið. Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber” . Samgongan vil gera nakað og hand...