Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein krók


Javnaðarflokkurin í broyting. Vitlíkismynd funnin á netinum. Promptari ókendur.

Upp til løgtingsvalið í ár gjørdi Javnaðarflokkurin eitt skarvslop. Grøna “drotningin” Ingilín Strøm fór út, og inn kom svarti “sjeikurin” Ben Arabo. Hetta er sjálvandi ein karikaturur, men tað er rættiliga sigandi fyri, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er diametralt broyttur upp á luftalsliga stutta tíð.

Hetta er ikki alt. Upp á stutta tíð er “grøni diskursurin” fánaður nógv til frama fyri ein reaktioneran diskurs, ið sær grøna rákið sum eitt elitert projekt, ið skaðar Palleba og Marsannu. Fólk eru farin at troyttast av grøna tosinum, tí tað tykist mest vera til frama fyri “tey fínu í Havn” - eitt sjálvrealiseringsprojekt fyri tey ovast uppi í tørvspyramiduni hjá Maslow. Hesi hava tørv á at bjarga heiminum, men tey gloyma, at nógvir føroyingar stríðast fyri at bjarga sær og sínum. 


Ivaleyst hava tey “reyðgrønu” eitt ávíst “privilegii-blindni”. Nógv teirra hava tað sum blomman í egginum og hava yvirskot til at gera nakað fyri umhvørvið, veðurlagið o.s.fr. Tey hava ráð til at fáa sær jarðhita, elbil og elsúklu. Tey búgva ofta nær við almenna arbeiðsplássið og kunnu ganga, súkla ella koyra í ókeypis bussum. Men stóra fjøldin av Føroya fólk hevur ikki ráð til orkuskiftið - hvørki jarðhita, hitapumpu, elbil ella elsúkklu. Tey stríðast fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, og ofta eru tey noydd til at hava bil, tí bussambandið antin er vánaligt ella fráverandi. Og hesin bilur er ofta óøkonomiskur og brennur nógv.


Munurin á reyðgrønu elituni og vanliga føroyinginum skríggjar til himmals. Javnaðarflokkurin tykist hava skilt hetta og hevur tí lagt grønu hugsjónina á hillina fyri fyrst. Við einum oljustjóra sum tingmanni, eru vit komin nærri einum føroyskum oljuævintýri. Tað tykist nærum sum at flokkurin hevur yvirhálað umhvørvistilvitaða Sambandsflokkin høgrumegin, og tað er av sonnum merkisvert. 


Javnaðarflokkurin er snaraður ógvisliga til høgru. Tjóðveldiskenda Ingilín Strøm er skift út við fólkaflokskenda Ben Arabo. Eftir stendur nú Tjóðveldi einsamalt á reyðgrøna veinginum. Tjóðveldi minnir ikki sørt um reyðgrønar býarflokkar í øðrum londum, ið eru leysrivnir frá breiða fólkinum. 


Tjóðveldi er ávegis at gerast ein “fíni flokkur” av alment settum í Havn við grønari hugsjón. Tó hevur flokkurin roynt at gera seg galdandi kring landið, men tað reyðgrøna rákið tykist greitt at standa sterkast í hesum flokki, serliga nú kappingin frá Javnaðarflokkinum er horvin. 


“Føroya Náttúru. og Umhvørvisfelag” - stytt FNU minnir eitt sindur um Tjóðveldi. Heldur enn at fevna breitt og appellera til fjøldina, er FNU í stórum váða fyri at gerast ein reyðgrønur felagsskapur, ið borgarliga og verkaliga fjøldin tekur frástøðu frá. Tað hevði verið sera spell, tí vit hava ongantíð havt so stóran tørv á náttúru- og umhvørvisvernd sum nú. Sjáldan hevur verið størri tørvur á fortalarum fyri orkuskifti og umhvørvisvernd, tí nýggja samgongan er krunkasvørt á hesum økinum. Men um tað ikki tað verður kjølfest í breiðu fjøldini, fáa fossilu fortalararnir framhaldandi viðrák.


Longu í 80’unum kritiseraði bólkurin Frændur vantandi umhvørvistilvitsku føroyinga í sanginum “Føroyar”: “Spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg, verða vit ríkari tá Føroyar? Og hvør verður ríkari tá Føroyar?” Og í næsta ørindi: “Hvar eru tey sum lovaðu at lekja tíni sár, sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár?”


Eitt er ein møgulig oljuvinna, men eisini á nógvum øðrum økjum fer ótálmaður vøkstur at føra við sær ólekjandi sár á umhvørvi og náttúru í Føroyum.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum