Telekaðalar eru ein trygdarspurningur fyri Føroyar
Sjókaðalar binda heimin saman. Mynd: Picryl. “Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi” ljóðaði ein yvirskrift í farnu viku . Sonevnt “hybridkríggj” fyllir alsamt meiri um okkara leiðir, og tað er nakað vit mugu vera nógv meiri varug við enn higartil. Skuldi eitt triða heimskríggj ella eitt stórt norðuratlantiskt kríggj brostið á, hava Føroyar ein stóran trupulleika. Tá verður trupult at fáa samfelagshjólini at mala víðari, tí Føroyar eru í dag integreraðar við umheimin á flest øllum økjum og kunnu stórt sæð ikki virka uttan innflutning. Stórur partur av okkara orku er framvegis olja, mesti maturin er innfluttur, og føroyski búskapurin er sum heild bygdur á tilfars- og vøruflutning úr útlondum til Føroya. Næstan øll okkara vælferð er innflutt. Uttan okkara sterku sambond við umheimin, vórðu vit flutt aftur í ikki bara 20. øld, men heilt aftur í 19, øld, og vit vóru millum fátækastu samfeløg í heiminum. Soleiðis er globaliseringin eitt tvíeggjað svørð: ho...