Posts

Telekaðalar eru ein trygdarspurningur fyri Føroyar

Image
Sjókaðalar binda heimin saman. Mynd: Picryl. “Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi” ljóðaði ein yvirskrift í farnu viku . Sonevnt “hybridkríggj” fyllir alsamt meiri um okkara leiðir, og tað er nakað vit mugu vera nógv meiri varug við enn higartil.  Skuldi eitt triða heimskríggj ella eitt stórt norðuratlantiskt kríggj brostið á, hava Føroyar ein stóran trupulleika. Tá verður trupult at fáa samfelagshjólini at mala víðari, tí Føroyar eru í dag integreraðar við umheimin á flest øllum økjum og kunnu stórt sæð ikki virka uttan innflutning. Stórur partur av okkara orku er framvegis olja, mesti maturin er innfluttur, og føroyski búskapurin er sum heild bygdur á tilfars- og vøruflutning úr útlondum til Føroya. Næstan øll okkara vælferð er innflutt. Uttan okkara sterku sambond við umheimin, vórðu vit flutt aftur í ikki bara 20. øld, men heilt aftur í 19, øld, og vit vóru millum fátækastu samfeløg í heiminum. Soleiðis er globaliseringin eitt tvíeggjað svørð: ho...

Alrasálnadagur - forfedranna høgtíð

Image
Í Mexico og øðrum latínamerikonskum londum gera tey nógv burtur úr Alrasálnadegi - Día de los muertos. Tey pynta kirkjugarðarnar, ganga maskugongu, syngja og spæla. Mynd: Picryl. Beinagrindin hongur í glugganum, ein flogmús hongur í hurðini, ein kertuskøltur stendur í gluggakarminum… á trappuni stendur ein lanterna og lýsir í myrkrinum. Einki skorið grasker hesaferð, tó... Skrivi hesar linjur á halgidegnum “Halloween”. Halloween, spyrja summi, er tað ikki bara fjant og fjas? Hvussu er slíkur devulsskapur á nakran hátt heilagur? Sá ein dana brokka seg, um at Halloween minti seg um Donald Trump - kanska hugsaði hon um appilsingulu graskersandlitini? (Í USA eru fólk, ið skera sonevnd "trumpkins" - trump-pumpkins). Ein viðmerkjari segði soleiðis: " Endnu en lejlighed til at sælge plastic-lortepynt og æde dårligt slik." Ikki heilt ósamdur. Í 2022 skrivaði eg lesarabrævið “Burðardygg Halloween” , har eg eftirlýsti eina minni handisgjørda høgtíð. Ímeðan handilsligi partu...

Tunnil millum Vestmanna og Hvalvíkar gagnar norðurøkinum sum heild

Image
Mynd lænt frá heimasíðuni Vestmannatunnilin.fo   Føroyingar gevast ongantíð at tosa um tunlar, tykist. Suðuroyartunnil, Sandvíkartunnil, Skúvoyartunnil, Sandstunnil, Miðvágstunnil, Sandavágstunnil, Tjørnuvíkartunnil, Gjáartunnil, Gøtudalstunnil, Oyndafjarðartunnil, Kalsoyartunnil, ja og so sjálvandi eisini Vestmannatunnil. Ynskilstin er langur, og tað er greitt, at slíkar íløgur mugu raðfestast, tí at ráð og umstøður eru ikki at gera alt um eina leið. Skulu tunlar gerast, er neyðugt at viðgera linjuføringar út í æsir, tí vit hava í fleiri førum sæð, at tunlar eru gjørdir við suboptimalari farleið - meiri um hetta eina aðru ferð. Ofta merkir ynskið um at stytta tunnilin, at samfelagsnyttan verður minni, enn hon annars hevði verið. Harumframt merkir ein stytri tunnil, at aðrar atknýttar íløgur verða tað dýrari, bæði í bygging og rakstri.  Higartil hevur kjakið snúð seg um at gera Vestmannatunnil antin til Kvívíkar ella til Leynar, men eisini eru tankar frammi um at gera eina alt...

Tvær grýlur ganga ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman (mikubloggur)

Image
  Eg gjørdist bæði illur og keddur, tá ið eg leygarmorgun sá myndirnar av brennandi ráðhúsinum í Limoges. Mítt frankofila hjarta bløðir av at síggja skilið í forfedranna landi. At fólkaræðið er í vanda, hevur leingi verið eyðsýnt, men at brenna eitt ráðhús niður er eitt beinleiðis og symbolskt álop á franska fólkaræðið. Frankaríki er vorðið eitt sera polariserað samfelag, har vinstravíðgongd og høgravíðgongd seta dagsskránna og har Emmanuel Macron forseti situr hendur í favn og lítið annað fær gjørt enn at bíða eftir forsetavaliinum í vár.  “Eitt spøkilsi gongur ígjøgnum Europa; kommunismunnar spøkilsi”. Soleiðis byrjar Karl Marx Kommunistiska Manifestið. Í hesum halloween-tíðum ganga fleiri grýlur ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman, umframt fleiri aðrar líknandi harðrendar hugsjónir ílætnar sum flokkar ella áhugabólkar. Roynt hevur verið at ignorera teir, halda teir uttan fyri ávirkan, enntá at draga teir í rættin, men hvørja ferð koma teir enn máttmiklari aftur. Í Fra...

Veðurlagskreppan er avlýst - sjálvt av Gretu Thunberg

Image
Tá ið veðurlagsbroytingar fóru av móta, gjørdist Greta Thunberg Palestina-aktivistur í staðin. Mynd: Wikimedia Commons Fyri nøkrum árum síðani østi svenski tannáringurin Greta Thunberg heimin upp í skúm við sínum veðurlagsmótmælum. "I want you to panic" stendur eftir sum tragikomiska sitatið, ið er vorðið ímyndin av svenska livibreyðs-aktivistinum. Í fullari longd ljóðar sitatið: "I don't want you to be hopeful. I want you to panic. I want you to feel the fear I feel every day. And then I want you to act. I want you to act as if your house is on fire. Because it is." Orðini fullu á toppfundi í Davos -  áðrenn Covid19-farsóttina, áðrenn Ukraina-kríggið, áðrenn Gaza-kríggið, áðrenn Trump varð afturvaldur... Nógvar vanlukkur eru hendar, síðani vit sluppu tíggjunum, og hóast veðurlagskreppan versnar alsamt, minkar hon alsamt í raðfesting og diskursivum mátti. Alskyns aðrar kreppur hava yvirhálað, og fólk flest tykjast nærum hava gloymt alt um ógvusligu ójavnvágir...

Sendistovan í Tel Aviv - milliónadýrur signalpolitikkur

Image
Myndir: Wikimedia Commons “Tað er eitt óheppið signal at senda, at tá vit fremja bygnaðarbroytingar, so bakkar Fólkaflokkurin út”. Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen við In.fo eftir at hann hevði fingið kontraboð frá løgmanni um, at sendistovan í Tel Aviv ikki skuldi avtakast hóast alt. Eftir mikið rumbul í baklandinum og trýst frá Miðflokkinum, valdi løgmaður at seta uttanríkisráðharran upp á pláss , og tað er ikki smávegis, tí Bárður á Steig Nielsen er bæði formaður Sambandsfloksins og fyrrverandi løgmaður. Er talan so um eitt óheppið signal? Ja, tað ávirkar samgongustevið, sonevndu “kemiina” millum flokkar og lyklapersónar í samgonguni, og tað kann fáa avleiðingar, sum tíðin gongur. Harumframt undirminerar hetta spariætlanirnar og bygnaðarbroytingar, sum samgongan hevur sett á dagsskrá, og hetta kostar á trúvirðiskontuni. Men fyri Fólkaflokkin er hetta annars eitt heppið signal at senda sínum veljarum, tí flokkurin bæði vísir handlikraft mótvegis Sambandsflokkinum og markerar e...

Barcelona - eitt paradís fyri alkoholfrítt øl

Image
Njóti alkoholfrítt øl í Barcelona.   Barcelona er eitt paradís á nógvar ymiskar hættir, ikki minst fyri okkum fjarskotnu atlantsfólk. Her er framúr matur, framúr klæði, framúr arkitekturur, ja í grundini øgiliga nógv av tí, ið ikki er so framúr í Føroyum. Umframt alt hetta er Barcelona eit paradís fyri alkoholfrítt øl. Havi drukkið fleiri alkoholfríar ølir hvønn dag, og siti nú á flogvøllinum og njóti eina seinastu bjór, áðrenn leiðin gongur heim aftur á klettarnar.  Ikki bara fær man framúrskarandi alkoholfrítt øl í Barcelona. Fleiri bryggjarí her um leiðir gera enntá bæði alkohol- og sukurfrítt øl. Her er enntá eitt, ið ger zero-zero-zero-øl: alkohol-, sukur- og glutenfrítt. Og mínsann um eg ikki enntá fekk eina zero-zero-øl, ið harumframt var probiotisk. So ber til at drekka øl við góðari samvitsku, enntá á miðdegi ein miðvikudag, um tað skal vera. Í Føroyum hava vit ikki somu mentan við alkoholfríum øli, tó at bæði Oy og Føroya Bjór royna seg við alkoholfríum og lágalkoho...