Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni

Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum. 

Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er? 

Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum. 


Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru ein framburður, tá ið tær vórðu bygdar, men eru í dag heldur ein forðing.


Eg skal ikki avvísa, at gamlar kirkjur bera eina søgu, eina siðvenju, ja ein “anda”, men í høvuðsheitum eru hesar kirkjur funktionelt avmarkandi.


Tað er ikki møguligt at hava gudstænastu og sunnudagsskúla samstundis. Tað er trupult at skipa fyri tiltøkum sum kirkjukaffi og ervi, tí hvørki høli ella køkur eru. Trupult er at hava orkestur í kirkjuni, eins og kórsangur er sera avmarkaður. Pláss er eiheldur fyri flygli ella tíðarhóskandi orgli. Heldur ikki aðrar funktiónir sum savn, skrivstova ella fundar-/undirvísingarhøli eru møguligar.


Nógvar av gomlu kirkjunum eru ótíðarhóskandi, og tí er stórur tørvur á at byggja nýggjar kirkjur. Men hvussu so við teimum gomlu? Onkrar kunnu takast niður, áðrenn tað er “ov seint”, men aðrar eru varðveitingarverdar og kundu verið umskipaðar til søvn ella leigaðar út til virksemi, ið er hóskandi.


Nakrar nýggjar kirkjur eru á veg, og fólk í hesum býum/bygdum kunnu gleða seg. Í øðrum førum verða kirkjuhús bygd fyri at loysa ein bráðfeingis tørv,heldur enn at bróta upp úr nýggjum og byggja kirkjur, ið veruliga eru kappingarførar eina øld fram í tíð. Elstu føroysku trækirkjurnar verða skjótt 200 ára gamlar, og hava í grundini verið ótíðarhóskandi í 100 ár. Um góð 100 ár gerast tær 300 ára gamlar - av sonnum fornminni! Vænta fólk veruliga, at tær fara at nøkta tørvin hesa komandi øldina?


Nógv nostaligi er tengd at kirkjum, men neyðugt er at hyggja frameftir. Kirkjan er ikki bara orð, eiheldur bara andi. Kirkjan er eisini praksis, og veitir hon ikki rúmd fyri praksis, vilja ungdómar í vaksandi mun søkja sær til aðrar samkomur, ið geva teimum rúmd til at fremja sítt trúarlív. Vit tosa um, at fólkakirkjan skal vera rúmlig, og hetta er satt bæði andaliga og praktiskt. Vit mugu ikki gloyma, at trúarlív ikki bara er nakað, ein hevur fyri seg sjálvan, men nakað, man hevur í felagsskapi, í felags, virknum gerðum saman við øðrum samsintum. Veitir Fólkakirkjan ikki rúm fyri virknum felagsskapi, vilja ung leita sær til aðrar felagsskapir - tað veri seg andaligar sum verðsligar.


Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum