Posts

Showing posts with the label Mentan

Gerið upp við rúsdrekka-tvingsilin

Image
Skíggjamynd tikin av mær við Rúsfríu Barrina. Sí film . Eftir frálíku Mentanardagarnar í Fuglafirði varð ein video gjørd, har eg m.a. varð avdúkaður í at keypa ein rúsfrían cocktail í Rúsfríu Barrini beint uttan fyri Mentanarhúsið. Seinastu árini hevur verið møguligt at keypa leskiligar drykkir á nógvum festivalum og stevnum, og eg skal heilsa og siga, at teir smakka sera væl.  Rúsfría Barrin er ein vognur hjá Liv Lívið, sum fer til ymisk tiltøk kring landið og bjóðar rúsfrí alternativ, soleiðis at tørvurin á at drekka alkohol verður minkaður. “Tað skal vera kul at vera rúsfríur, og eigur tað ikki at vera nakað, man skammast av” , skrivar Liv Lívið á síni heimasíðu . Á nógvum tiltøkum er rúsurin ofta valdandi, og hetta er vorðið so sjálvsagt, at spurnatekin ikki verður sett við tað, men sum Liv Lívið skrivar víðari: “Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ, sum at man skal koyra ella man skal tíðliga upp morgunin eftir”. ...

Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni

Image
Í Glyvra prestagjaldi kunnu tey gleða seg til eina nýmótans kirkju við øllum hentleikum.  Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?  Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum.  Síðani eru nógvar kirkjur, ið eru 50-100 ára gamlar og 100-150 ára gamlar. Og so eru tað tær, ið eru eldri enn 150 ár, m.a. gomlu føroysku trækirkjurnar. Onkrar kirkjur eru umvældar, summar so mikið, at tær kunnu fungera sum nýmótans kirkjur, aðrar hava fingið kirkjuhús við síðunar av. Men nógvar kirkjur eru framvegis tær somu sum tær hava verið frá tí at tær vórðu bygdar. Tær vóru...

Vánalig undirvísing av útlendingum hóttir integratiónina

Image
Danir tosa í stóran mun "danglish". Fara føroyingar at tosa "fanglish"? Alsamt fleiri útlendingar búgva í Føroyum. Sambært Hagstovuni er talið á íbúgvum í Føroyum uttan bústaðatilknýti ferfaldað síðani 2012 og tvífaldað síðani 2020. Tilflytingin tekur dik á seg. Talið á útlendingum í Føroyum er enn hægri enn hetta, tí við tíðini fáa teir bústaðartilknýti og hava tá vónandi verið ígjøgnum eina nøktandi integratións-tilgongd. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð 7 av 10 samanhangandi árum ella helvtina av lívinum í Føroyum, skrivar Hagstovan í viðmerkingum . Hóast nógv størsti parturin av teimum nú 3.517 íbúgvunum uttan bústaðartilknýti eru arbeiðandi fólk millum 16 og 66 ár, eru eisini 422 millum 7 og 15 ár og 212 millum 0 og 6 ár. (t øl fyri juni 2026). Her er talan í stóran mun um børn, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál og tískil mugu hava eyka hjálp at læra málið nøktandi. Hendir tað ikki, fáa tey tað munandi truplari sum ...

Ólavsøkan - ein rúsevnahøgtíð

Image
Drukkin maður. Mynd: PxHere. “Í dag haldi eg, at vit øll á hesum høga tingi kunnu vera samd um, at rúsevni eru rótin til alt ilt. Og tí mugu vit leggja meira fyri nú. Fyrr í summar boðaði løgreglan frá, at brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari. Hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum, og tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu.” Soleiðis segði løgmaður Beinir Johannesen m.a. Í ólavsøkurøðuni í ár , og seinni segði hann: “Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild. Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu. Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.” Eitt eru nýggju rúsevnini, ið tykjast hava fingið fastatøkur á føroyingum. Men vit gloyma nógv hitt mest brúkta rúsevnið, ið framvegis er alkohol. Bæði á stevnum, festivalum og ikki minst á Ólavsøku fyllir alkohol sera nógv. Gaman í liggja fólk ikki í sama mun slødd á gonguteigum og gras...

Frá Heilagum Anda til andaleyst vitlíki

Image
Fremmandgjørdi heilin. Mynd: Picryl Í dag er Hvítusunnudagur - hátíðin, sum verður hildin 50 dagar eftir páskir - harav grikska navnið “Pentekoste”, ið merkir hálvtrýssint. Hvítusunnan byggir á frásøgnina í Ápostlasøguni , har Heilagi Andin kom yvir lærisveinar Jesusar, so teir kundu boða kristindómin kring allan heim. Hvítusunnan verður eisini nevnd føðingardagur kirkjunnar. Hvítusunnan hevur fyrst og fremst andaligan týdning, tí hon minnir á upphavið til kristinboðanina, hennara megi, virði og felagsskap. Men harumframt er Hvítusunnan ein almennur frídagur, sum gevur fólki møguleika at hvíla seg, menna seg og vera saman við familju og vinum. Eisini styrkir Hvítusunnan sosiala og mentanarliga samanhaldið kring landið við stevnum, útigudstænstum, konsertum o.ø. Eg skrivi nógv um høgtíðir, ikki tí at eg eri nakar prædikumaður, men tí at eg síggi stóra savnandi virðið í hesum høgtíðum, har fólk flest hava frí samstundis og kunnu savnast í felagsskapi. Hvítusunnan er onkursvegna ein “lí...

Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Image
Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum. Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags.  Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arb...

Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting

Image
Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík . Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:  Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði. Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur. Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar. Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt. Føroyar eru hei...

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni um tilflytarar. Mynd: Wikimedia Commons Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021 , er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa. Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking. Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%. Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.   Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú reagerað hvassliga upp á hesa gongd, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg nakrar spurningar , ið skulu svarast. Talan er um ein §52a-fyrispurning, og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum skal hann svarast innan 31. januar í ár. Tað ...

Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn?

Image
KFC go home! Mynd: Lena Mohr Blóð-brownies, nossa-nuggets, høvda-croquette, nýru í madeira. Hetta eru nakrar av uppskriftunum í nýggju bókini: “Tað sum eftir er” , ið Kvinna hevur givið út í samstarvi við IRF. Á bókaframløgu í Reinsarínum 13. oktober fekk eg høvi at royna nakrar av hesum delikatessum, og væl smakkaði.  Í eldri tíðum var sjálvsagt, at føroyingurin át allan seyðin, bæði kjøt, blóð, høvd og innvøl, men okkurt er broytt seinastu áratíggjuni. Nógvir føroyingar hava mist smakkin fyri avroðum og eta heldur ymiskan handilsmat. Tí er hendan bókin ikki bert ein uppskriftabók, men ein “nýtulking av avroðum”, ið vísir hvussu hendan frálíka rávøra kann brúkast í modernaðari matgerð - við alskyns kryddaríum, sósum v.m. Sjálvur haldi eg, at avroð “upp á gamla mátan” smakka betri í sær sjálvum, men um hetta kann fáa yngra ættarlið til at brúka rávøruna, er tað kærkomið.  Stjórin í IRF, Sigurd Lamhauge, helt fyri, at umframt praktisku avbjóðingina av at brenna øll avroðini, ið...