Páskadagarnir - eitt frírúm frá systeminum

Kristindómurin hevur givið okkum nógvar halgidagar. Halgi-, merki- og sunnudagar eru arvasilvur, ið vit ikki mugu spæla okkum av hendi av verðsligum grammleika. Mynd; Wikimedia Commons

Páskadagarnir eru nú farnir um bak, og vanliga lívið er farið í gongd aftur - fyri fyrst. Tí tað koma jú fleiri aðrir halgi- og merkidagar hesa komandi tíðina. Páskatíðin hevur sjálvandi fyrst og fremst eitt andaligt innihald, men harumframt gevur hon eisini eitt frírúm frá áhaldandi “hamstarahjólinum”, ið ger lívið til ein meldur av framleiðslu og forbrúki. Hetta “modernaða” lívið hevur givið okkum nógv, men hevur eisini tikið onnur virði frá okkum.


Tí er hugaligt við fimm samanhangandi frídøgum, har vit /flest) øll kunnu hava frí - samstundis! Tí tað hevur týdning, at vit ikki bara hava sundurpettaða frítíð her og har, men eisini hava nakrar dagar og tíðarskeið í árinum, har frítíðin er felags. 


Í einum kalendarastýrdum arbeiðsmarknaði verður frítíðin løgd eftir tørvi, ella tá ið tað passar til arbeiðið. Men høgtíðirnar - og serliga páskirnar - koma sum óhøgligir bitar av frítíð, ið arbeiðsgevararnir fegnir vildu verið fyri uttan. Men hesir felags frídagar geva nakað annað: teir geva felagsskap.


Fyri nøkrum vikum síðani fór kendi heimspekingurin Habermas um sýn. Vanligt er at býta samfelagið upp í tríggjar “sferur”: stat, marknað og felagsskap. Hetta triðja verður eisini rópt “sivilsamfelag”, men eg brúki orðið “felagsskap” í hesum sambandi. Hetta tríbýtið av samfelagnum verður eisini stundum nevnt Habermas-tríhyrningurin


Vælferð kann bæði fáast til vega gjøgnum statin og marknaðin, har lógir og pengar stýra, men eisini úr sivilsamfelagnum, ið verður stýrt gjøgnum familju, sosialar og fríviljaðar felagsskapir. Hetta nevnir Habermas “lívsverðina”, og her eru tað óformlig sambond og kenslur, ið stýra atburðin, skapa samhaldsfesti og samleika. Her er talan um m.a. ítróttarfeløg, kór, samkomur, kirkjur, grannaløg o.s.fr., ið eru týðandi “vælferðarveitarar” kring alt landið.


Habermas vísti m.a. á hvussu systemið koloniserar livsverðina. Systemið er sett saman av statinum, ið brúkar lóggávuvald til at stýra borgarunum, og marknaðinum, ið brúkar marknaðarmátt (útboð/eftirspurning) til at stýra brúkarunum. Í systeminum eru menniskju sostatt borgarar og brúkarar, men í lívsverðini eru menniskju heilir persónar, ið ikki bara verða mátað við paragraffum, karakterum, kredittvirði og øðrum systemkrøvum. 


Í modernaða samfelagnum hava staturin og marknaðurin styrkt munandi um sína støðu, ímeðan felagsskapurin verður trokaður burtur. Soleiðis er eisini við halgidøgum, ið verða sæddir sum spilltíð. Í Danmark avtók undanfarna SVM-stjórnin Dýra Biðidag, tí statinum vantaði pengar. Men hetta er samstundis eitt ógvusligt inntriv í felagsskapin, tí Dýri Biðidagur hevur hjá dønum verið týdningarmesti konfirmatiónsdagurin. Vit føroyingar kenna týdningin av slíkum felagsskapum. Konfirmatiónir hava eina andaliga síðu, men eisini eina sosiala síðu. Her ber til at knýta sambond og styrkja gomul sambond. Júst tað sama ger seg galdandi páskadagarnar, har siðvenjur verða hildnar í hevd, har familjur og vinir koma saman. 


Felags frídagarnir - halgi- og merkidagarnir, eins og sunnudagarnir - eru ein skansi ímóti, at systemið koloniserar alla lívsverðina. Tað er ikki bara andaligt/tjóðskaparligt, men eisini sosialt. Hesir dagar geva okkum høvi at tæna fríviljaða felagsskapinum, ikki bara systeminum.


Næstur á skránni er Flaggdagur.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum