Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri













Vit vóru vitni til eina sera løgna hending í farnu viku. Sólvit Nolsø, ið í vár fór frá sum formaður í tingbólkinum hjá Framsókn, tí at fortreytirnar í Framsókn vóru broyttar, síðan hann stillaði upp seinast, gjørdi nú ikki mætari enn at taka seg úr Løgtinginum, soleiðis at sættvaldi á framsóknarlistanum - Árni Dam -  nú kemur á ting fyri hann. Sólvit gjørdist triður á listanum við 249 atkvøðum, men Árni fekk einans 102 atkvøður.


Ítøkiliga orsøkin er, at Sólvit í næstum byrjar sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu - blíðan byrð við tí, Sólvit! Men við Kringvarpið sigur hann harumframt, at: “Ymiskt er hent seinastu árini, sum hevur broytt mína meining um, at politikkur skuldi verða mín yrkisleið.” Tað er ein týðiliga vónsvikin maður, ið nú smekkar við tinghurðini, men sigast má eisini, at hann hevur havt eina løgna politiska karrieru. Hann byrjaði sum skrivari hjá Fólkaflokkinum, men gjørdist í 2022 landsstýrismaður í Almannamálum fyri sama flokk. Hóast hetta vendi hann flokkinum ryggin og fór upp í avleggaraflokkin Framsókn. 


Sólvit rýmdi úr Fólkaflokkinum í Framsókn, tí Fólkaflokkurin var ov konservativur, men rýmdi síðani úr Framsókn, tí Framsókn er ov liberalur. Eitt sindur skarpt sett upp, men soleiðis kann tað lesast. Ikki er lætt at vera limur í einum flokki, um ein væntar, at flokkurin skal vera júst eftir eins egna høvdi. Men soleiðis tykist at vera hjá Sólvit. Um viðurskiftini ikki eru júst sum hann vil hava tey, so ber ikki til. Vónandi tekur hann ikki hendan hugburð við sær í kommunustjórastarvið, tí júst innan kommunupolitikk er alneyðugt at duga at finna breiðar semjur.


Sólvit er ikki einasti idealistur á Tingi, men eyðkent er fyri allar, at teir hava tað torført. “Politik er det muliges kunst”, segði Otto van Bismarck á sinni, og hetta er so satt sum tað er sagt. Vil man vera politikari, er neyðugt at vera pragmatiskur. Tað kann vera, at ein hevur nógv upp á hjarta, ið ein ynskir at føra út í lívið, men veruleikin er, at tú skalt vera aktivur viðleikari í einum politiskum spæli og fáa tey mál ígjøgnum, ið eru møgulig at fáa ígjøgnum. Innan stjórnmálafrøði er eitt hugtak, ið nevnist “window of opportunity”, og hesin “møguleikagluggi” krevur, at politikarin kennir sína vitjunartíð og viðhvørt eisini góðtekur tað næstbesta. Tað er gjøgnum pragmatiskt samstarv at tú kanst byggja tær álit millum aðrar tinglimir, soleiðis at tú við tíðini kanst fáa stuðul til tíni egnu hjartamál. At halda, at man bara kann koma á Ting og fáa tín vilja frá fyrsta degi, er naivt.


Sum politikari noyðist tú at arbeiða bæði taktiskt og strategiskt - at vera ein partur av spælinum. Tú mást velja tíni stríð við umhugsni og gera tær greitt hvørji politisk úrslit eru “nice to have” og hvørji eru “need to have”. Eg hugsi, at Sólvit hevur havt trupult við at prioritera, og at tað tískil eru ov nógvar konfliktir í hansara sinni. Hetta ivasemið ger tað ótolandi at vera politikari, tí ein politikari skal jú duga at skera ígjøgnum, vera greiður og samskifta greitt við veljarar og aðrar aktørar. Tað dugir Sólvit Nolsø illa, hóast hann dugir væl at samskifta vitan í fakligum høpi. 


Tað ger hann helst væl egnaðan sum kommunustjóra, har hann skal samskifta nógv, men hinvegin lata onnur um at prioritera.


Comments

Popular posts from this blog

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Fría matvalið - hvussu frítt er tað?