Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja
![]() |
Poul Michelsen: Mynd: Wikimedia Commons |
Soleiðis skrivar Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum í grein 1. Oktober. Sama dag hevur Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýris viðmerking í sama blaði,
“Tí fellur tað mær fyri bróstið, at aktuellu umstøðurnar, har tingmaður leggur tingsessin frá sær og letur varðamanninum tingsessin, førir til at mál sum júst er vigað av á vekt fólkaviljasins og fallið, verður lagt fram aftur. / Er tað at virða fólkaræði? Ella skeiklar tað viljan í fólkaræðinum?”
Hetta nemur við nakað rættiliga relevant, nevniliga at varafólk fyri tingfólk ofta als ikki hava somu linju sum tey fólkavaldu. Um varafólk koma á ting, kann støðan sostatt broytast munandi í mun til hvør hon upprunaliga var. Serlig harmiligt er tað fyri veljaran, ið kann síggja, at tann hann/hon valdi knappliga verður avloystur av onkrum við markant øðrvísi sjónarmiðum. Hetta kann fáa dramatiskar avleiðingar í teimum førum, tá viðkomandi politikari er tungan á vágskálini.
Júst hetta hevur Framsókn roynt at gera upp við. Sjálvur floksstovnarin og “partíeigarin” Poul Michelsen hevur verið úti og sagt, at umboð floksins mugu fylgja eini linju, soleiðis at veljarin veit hvat hann fær. Á ein hátt er skilagott at royna at tryggja ein rímiligan hugsjónarligan homogenitet í flokkinum. Man kann hyggja aftur eftir hvussu hugsjónarligur sjálvdráttur kann syndra ein flokk. Hetta hendi júst fyri Sjálvstýri fyri nøkrum árum síðani, og sum vera man ynskir Framsókn ikki at enda í somu fellu sum Sjálvstýri.
Men hetta er ikki bara gott. Grundlógin sigur at fólkatingslimir skulu fylgja síni sannføring.
“§ 56. Folketingsmedlemmerne er ene bundet ved deres overbevisning og ikke ved nogen forskrift af deres vælgere.” Hetta er galdandi fyri Fólkatingið og ikki beinleiðis (men moralskt) galdandi fyri Føroyar, men Stýriskipanarlógin frá 1994 sigur tað sama um løgtingslimir. “§ 23. Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.” Tvs. at harraboð frá floksleiðsluni/veljarafeløgum eru við til at trýsta integritetin hjá fólkaræðinum.
Virðingin fyri hesum lógum er rættiliga misjøvn. Nógv síggja Grundlóg og Stýriskipanarlóg sum føgur orð, hóast talan er um lóg. Man kundi jú út frá bæði grund- og stýriskipanarlóg sagt, at "partíeigarin" Poul Michelsen ikki hevur rætt til at diktera hvussu "hansara" fólkavaldu skulu atkvøða, heldur ikki hóast talan er um veljarafeløg floksins, ið krevja tað. Politiskir flokkur eru sera ymiskt skipaðir, man hava altíð eitt veljarafelag (ofta fleiri lokal veljarafeløg undir einari paraply), hvørs floksstjórn talar vegna limir sínar.
Í hesum málinum er tað hent, at ein tinglimur 1) er trýstur av sínum veljarum til at meina nakað ávíst, 2) er trýstur av tingi fyri ikki kunnu liva upp til hetta krav, 3) er skiftur út við ein varamann, ið meinar tað øvuta - og harumframt einans hevur 102 atkvøður aftan fyri seg.
Og alt hetta fyri at lirka eitt einstakt mál ígjøgnum tingið. Tað er kanska “snilt”, men tað er fólkaræðisliga luskut.
Comments
Post a Comment