Posts

Showing posts with the label Framsókn

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Image
  Í farnu viku sóu vit løgmann og løgtingsforkvinnuna - landsins ovastu embæti - taka seg saman at lumpa Framsókn. Tað er ikki ólógligt, men heldur ikki vakurt at skoða. Myndir: Wikimedia Commons og Løgtingið. Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik - fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum.  At løgtingsforkvinnan og løgmaður vóru saman um gongdina hetta komandi samdøgrið, er eisini púra opinlýst. Og fleiri onnur vóru sjálvandi vitandi um hetta. Ivin stendst einans um, nær ráðagerðin byrjaði. Byrjaði tað eftir a...

Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)

Image
Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.  Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar. Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri. Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur veri...

Fólkaflokkurin: landsflokkur, mansflokkur og ungdómsflokkur (mikubloggur)

Image
Beinir Johannesen hevur ein løgmann í búkinum. Mynd: Vágaportalurin Nýggjasta veljarakanningin hjá KVF er sera áhugaverd. Eitt er, at Fólkaflokkurin fær næstan 36% av atkvøðunum og tekur veljarar frá øllum øðrum flokkum, eisini teimum vinstravendu. Hesi tøl liggja ikki úti, men Fólkaflokkurin tekur lutfalsliga mest frá smáu flokkunum Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, men tekur eisini heilt nógv frá hinum stóru flokkunum, enntá andstøðufelagnum Sambandsflokkinum. Tað mesta, ið Sambandsflokkurin dregur inn í bakborði frá Javnaðarflokkinum missir hann í stýriborði til Fólkaflokkin.  Lutfalsliga er størsta tilgongdin tó frá Miðflokkinum, og tað hevur uttan iva at gera við, at Bill Justinussen hevur skift flokk, og dregur veljarar við sær. Hinvegin tykist sum Miðflokkurin fær eitt sindur frá Sambandsflokkinum, allarhelst atkvøður hjá Sámali Hanna Lognberg. Men harumframt er størsta tilgongdin hjá Fólkaflokkinum frá fyrstuferðveljarum. Her er eisini áhugavert at kaga í talvuna frá ...

Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?

Image
  Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson , ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".  Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hj...

Poul Michelsen yvirtrumfar fólksins vilja

Image
Poul Michelsen: Mynd: Wikimedia Commons “Tað var serliga málið um fría fosturtøku fram til 12. viku, ið fekk Sólvit Nolsøe at stinga í sekkin. Hann kundi ikki góðtaka, at Framsókn kravdi av sær, at hann skuldi vera fyri tí málinum. Men við at taka seg úr politikki gerst Sólvit E. Nolsøe at síggja til tungan á vágskálini fyri, at fosturtøkumálið eftir øllum sólarmerkjum verður samtykt við smalast møguliga meiriluta, 17-16.” Soleiðis skrivar Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum í grein 1. Oktober. Sama dag hevur Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýris viðmerking í sama blaði, “Tí fellur tað mær fyri bróstið, at aktuellu umstøðurnar, har tingmaður leggur tingsessin frá sær og letur varðamanninum tingsessin, førir til at mál sum júst er vigað av á vekt fólkaviljasins og fallið, verður lagt fram aftur. / Er tað at virða fólkaræði?  Ella skeiklar tað viljan í fólkaræðinum?” Hetta nemur við nakað rættiliga relevant, nevniliga at varafólk fyri tingfólk ofta als ikki hava somu linju su...

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Image
Vit vóru vitni til eina sera løgna hending í farnu viku. Sólvit Nolsø, ið í vár fór frá sum formaður í tingbólkinum hjá Framsókn, tí at fortreytirnar í Framsókn vóru broyttar, síðan hann stillaði upp seinast, gjørdi nú ikki mætari enn at taka seg úr Løgtinginum, soleiðis at sættvaldi á framsóknarlistanum - Árni Dam -  nú kemur á ting fyri hann. Sólvit gjørdist triður á listanum við 249 atkvøðum, men Árni fekk einans 102 atkvøður. Ítøkiliga orsøkin er, at Sólvit í næstum byrjar sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu - blíðan byrð við tí, Sólvit! Men við Kringvarpið sigur hann harumframt, at: “Ymiskt er hent seinastu árini, sum hevur broytt mína meining um, at politikkur skuldi verða mín yrkisleið.” Tað er ein týðiliga vónsvikin maður, ið nú smekkar við tinghurðini, men sigast má eisini, at hann hevur havt eina løgna politiska karrieru. Hann byrjaði sum skrivari hjá Fólkaflokkinum, men gjørdist í 2022 landsstýrismaður í Almannamálum fyri sama flokk. Hóast hetta vendi hann flokkinum r...