Sjálvstýri - á veg at gerast vinstraflokkur?
Sámal Petur í Grund er sjálvstýrisformaður, men hevur eisini stillað upp fyri Framsókn
Sjálvstýri - áður: Sjálvstýrisflokkurin - hevur verið ein politiskur dvørgur heilt síðani seinna heimskríggj, tá ið Fólkaflokkurin - Radikalt Sjálvstýri - tók ta framburðshugaðu og loysingarhugaðu positiónina, ið Sjálvstýrsflokkurin hevði havt síðani aldarbyrjan. Hetta var m.a. tí at Jóannes Patursson, ið áður hevði verið berandi fyri Sjálvstýrisflokkin, skifti til fyrst Vinnuflokkin og síðani Fólkaflokkin. Men tað var eisini tí at um hetta mundi tók sjálvstýrishugurin dik á seg, soleiðis at bæði Fólkaflokkurin og seinni eisini Tjóðveldisflokkurin fingu vind í seglini og tóku nógv frá "móðurflokkinum".
Sjálvstýrisflokkurin stóð eftir sum ein “moderatur” flokkur bæði í sjálvstýrismálum og vinnumálum, og hann fór enntá nøkur ár í valsamgongu við Javnaðarflokkin. Hann gjørdist eisini heitur fortalari fyri nýggju heimastýrislógini - saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum. Hendan linjan hjá Louis Zachariasen og samsintum legði lunnar undir at Sjálvstýrisflokkurin gjørdist ein “miðjuflokkur”, ið lá millum Javnaðar- og Fólkaflokkin í vinnumálum og millum Tjóðveldis- og Sambandsflokkin í ríkismálum. Tískil gjørdist Sjálvstýrisflokkurin nærum fast inventar í samgongum komandi hálvu øldini - kittið í føroyskum politikki.
Nú eru tó tíggju ár síðani flokkurin seinast var í samgongu, og hevur hetta m.a. at gera við at tveir nýggir flokkar hava stungið seg upp í politisku miðjuni: Miðflokkurin (1992) og Framsókn (2011). Serliga Framsókn hevur lagt seg á ta positiónina, ið Sjálvstýrisflokkurin áður hevði. Man kann siga, at Framsókn í ávísan mun hevur avloyst Sjálvstýrisflokkin, eins og Miðflokkurin á sinni avloysti Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs og Fiskivinnuflokk (KFFFF). Men hetta hevur eisini at gera við innanhýsis ófriðin og samleikakreppuna seinastu árini, har flokkurin í 2015 fekk sær navnið Nýtt Sjálvstýri fyri at taka frástøðu frá “støvuta” eyknevninum Gamla Sjálvstýri. Í 2017 broytti hann navn til bara Sjálvstýri.
Men hevur Sjálvstýri so nakra framtið? Til seinasta val í 2022 misti hann sætið á Løgtingi við 2,7 prosentum av atkvøðunum, og síðani hava veljarakanningarnar verið stak vánaligar. Í veljarakanningunum síðani valið liggur hann sum oftast lægri enn til løgtingsvalið, og av tí at valgáttin er nakað omanfyri 3 prosent (100/33), sær svart út hjá Føroya minsta flokki. Tó so hevur hann tryggjað sær uppstilling til komandi val, og tað er sjálvandi møguleiki fyri at vinna nøkur prosentsig í sjálvum valstríðum. Men um gloppið millum veljarakanningar og valgátt verður ov stórt, verður torført hjá flokkinum at megna hetta.
Sum nú er er flokkurin so ósjónligur, at hann ikki so frægt sum verður tikin við í grafikkinum fyri søguligar veljarakanningar, ið Portalurin leggur út. Eisini krevur vøkstur meiri enn at einans formaðurin ger vart við seg her og har. Flokkurin noyðist at hava eina greiða miðlastrategi, ið valevni halda seg til, soleiðis at flokkurin verður sjónligari bæði á floksstigi og á einstaklingastigi. At nærum bert formaðurin markerar seg, fær flokkin at síggja út sum ein einmansher. Gaman í er formaðurin í Suðuroyar Sjálvstýrisfelagi, Snæbjørn Bærendsen, sera aktivur í kjaki um Suðuroyartunnilin, men tey fægstu munnu vita, at hann umboðar Sjálvstýri.
Beint upp undir jól royndi floksformaðurin at gera ein vørr við nøkrum lesarabrøvum, m.a. einum uppskoti um ognarskatt á hús nummar tvey. Men stutt eftir fekk Sjálvstýri sína ringastu veljarakanning nakrantíð, einans 1,1%, ið bert er góður triðingur av tí, ið krevst fyri at sleppa á ting. Sjálvt íroknað statistisku óvissuna, er hann langt frá at røkka upp um gáttina.
Tað tykist eisini kontra-intuitivt, at ein smáborgarligur flokkur sum Sjálvstýri kemur við vinstravendum uppskotum sum ognarskatt og byrjar at tosa um revolutión. Fyri tað fyrsta er Sjálvstýri søguliga ein óðalsflokkur, ið byggir á at verja privatan ognarskap - ikki sum Fólkaflokkurin fyri tey ríkastu, men fyri breiðu fjøldina av smáognarum. Tá skurrar tosið um ognarskatt illa. At Sjálvstýri eisini er farin at tosa um revolutión tykist heilt margháttligt, tí júst Sjálvstýri hevur verið tiltikin fyri at arbeiða "stig fyri stig" og ikki at leypa fram av.
Sjálvstýri noyðist skjótt at koma aftur á rætta kós. Sigast má at møguleikarnir at fáa málsognarskap (issue ownership) eru góðir í hesum tíðum, nú samgonguflokkarnir liggja lágt og Sambandsflokkurin er í innanhýsis stríði. Tað átti m.a. at verið møguligt at fingið fatur í ónøgdum javnaðarveljarum og tjóðveldisveljarum, ið halda tað vera ov langt at fara allan vegin til Fólkaflokkin. Sjálvstýri hoyrir jú heima høgru megin Javnaðarflokkin, ikki vinstru megin Javnaðarflokkin, ið nýggjastu útmeldingarnar benda á.
Sámal Petur í Grund, formaður floksins hevur í lesarabrævi skrivað, at Sjálvstýri í næstum fer “at leggja fram ein framtíðarpolitikk, sum tryggjar haldførið, styrkir vælferðina og verjir familjurnar.” Vit bíða spent at síggja, hvat Sjálvstýri hevur at bjóða í komandi valári. Ætlar hann veruliga "at leypa borg" og leggja seg í tómrúmið á uttasta vinstraveinginum, ásannandi at hann ikki megnar kappingina við miðjusøkjandi flokkarnar?
Comments
Post a Comment