Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Mynd: Løgtingið. 

Sambandsflokkurin hevur í mun til aðrar flokkar verið eyðkendur við munandi størri stabiliteti. Aðrir flokkar hava verið merktir av floksskiftum, úrmeldingum, útihýsingum og enntá fraktionering og útbrótaraflokkum. Serliga á sjálvstýrisveinginum hevur fraktionering verið útbreidd. Fólk hugsa ikki so nógv um, at flestu flokkarnir onkursvegna eru sprotnir úr “Gamla Sjálvstýrisflokkinum”. Fólkaflokkurin spratt umvegis Vinnuflokkin úr Sjálvstýrisflokkinum, og leiddi síðani til Framburðsflokkin, ið gjørdist rótin til kristiligu flokkarnar. Tjóðveldi spratt úr bæði Sjálvstýri-, Fólka- og Javnaðarflokkinum, vegna ónøgdina við, at fólkaatkvøðuúrslitið í 1946 ikki varð fylgt. Eisini Framsókn er ein beinleiðis avleggari frá Fólkaflokkinum. 

Eisini Javnaðarflokkurin hevur havt avbjóðingar við vargum, úrmeldingum og útihýsingum, og størsta bakkastið var, tá ið fleiri javnaðarfólk fóru upp í Verkamannafylkingina í 90’unum. Graml hevur leingi verið um at gera ein líknandi flokk aftur til komandi val.


Nú er tíðin komin til Sambandsflokkin. Flokkurin hevur ikki verið líka hugsjónarliga stabilur seinastu árini, sum hann annars plagdi at vera. Fyrst fór hann rættiliga nógv til høgru í samspæli við Fólkaflokkin, men seinastu árini er hann farin rættiliga nógv til vinstru - serliga á virðisøkinum. Sum heild er flokkurin í villareiði, tí klassiska politiska landslagið er í upploysn, og á ríkisrættarliga økinum stendur flokkurin nú rættiliga einsamallur.


Tað er rætt, at ósemja leingi hevur verið í flokkinum, men løgtingmál nummar 14 í løgtingsárinum 2025, “Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku”, betri kent sum Fosturtøkulógin, gjørdist dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir. Málið er serstakt við, at tríggir samgongulimir, Ingilín Didriksen, Strøm Hervør Pálsdóttir og Karlot Hergeirsson, saman við einum andstøðulimi, Eyðdis Hartmann Niclasen, løgdu málið fram. Hetta hava fleiri sæð sum sera illoyalt ímóti Sambandsflokkinum og Andstøðuni. Sigast skal tó, at Jóhan Dahl eisini atkvøddi fyri málinum. Talan er um eina fraktionering í flokkinum, ikki bert um ein sjálvprofilerandi einstakling.


Stríðið um fosturtøkulógina hevur ført til, at fleiri fyrrverandi sambandsfólk hava vent flokkinum bakið, eitt nú Edva Jacobsen, fyrrverandi tingkvinna, Áron Vest, valevni og Sámal Hanni Lognberg, valevni. Enntá Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður (1970-1988)  og fólkatingsamaður (1981-1985 & 1994-1998) hevur meldað seg út, og hetta er meiri av symbolskum orsøkum, tí hann kann ikki væntast at stilla upp aftur. At missa ítøkilig valevni svíður svárt hjá flokkinum, men at missa eitt “koryfæ” kann eisini skaða flokkin nógv, tí nógv av teimum klassisku sambandsku virðunum harvið hvørva við honum.


Ein annar nesmaður, Jaspur Langgaard, kunngjørdi 11. januar 2026, at eisini hann gevst. Jaspur hevur á seinastu løgtingsvalunum fingið 265 og 256 atkvøður, so hetta er ein stórur missur fyri flokkin. Eyðdis Hartmann Niclasen sigur seg vera kløkka um hetta, men eftir stendur, at tað var hon, ið elvdi til jarðskjálvtan í Sambandsflokkinum, ið fekk skriðuna at leypa. At frostur var komin í benið frammanundan, er sjálvandi rætt, men eftir stendur, at tað var hon, ið ítøkiliga elvdi til stóra skriðulopið, ið hevur ført Føroya elsta flokk út í størstu samleikakreppu í nógv ár. Við hesum fær Eyðdis stórt uppmerksemi, men prísurin fyri flokkin er størri enn vinningurin fyri hana.


Eitt er, at nógv melda seg úr flokkinum, men hvagar munnu tey fara? Sannroynd er, at flokkurin hevur mist 256 (Jaspur) + 201 (Edva) + 172 (Hanni) + 134 (Áron) atkvøður frá seinasta vali. 763 ítøkiligar atkvøður eru tað mesta av einum tinglimi, men eisini symbolski kostnaðurin er stórur. Sambandsflokkurin kann tó troysta seg við, at hann kann vinna nakrar atkvøður frá Javnaðarflokkinum.

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum