Posts

Showing posts with the label Fosturtøka

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið (mikubloggur)

Image
" Ideologi er noget bras" segði Poul Schlüter statsministari á sinni. Hesi orð hava sjáldan verið sannari enn í dag, nú hugsjónir í alsamt størri mun verða settar upp ímóti hvørjum øðrum uttan stórvegis atlit til veruleikan. Undir kalda krígnum, tá ið Schlüter floygdi hesi orð, høvdu hugsjónir hóast alt eitt sterkt býtispolitisk kjølfesti, men í dag eru tær alsamt meiri konstrueraðar og veruleikafjarar. Vit hoyra javnan vinstravend ákæra høgravend og høgravend ákæra vinstravend, ofta við strámansargumentum heldur enn faktuelt grundaðum argumentum. Av hesi orsøk hava báðir partar lyndi til at førka seg burtur frá veruleikanum og leita niður í alskyns haruholur. Her eru nøkur dømi: Vinstravend ynskja at niðurbróta tjóðskaparliga samleikan og samanhangsmáttin við at skifta tjóðskaparligan stoltleika út við sjálvshatur og sjálvsatfinningar. Hinvegin reagera tey høgravendu við ógvusligari nationalismu, sjálvsgleði og sjálvshálovan.  Vinstravend ynskja at gera søguna til eina skul...

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

Image
Mynd: Løgtingið.  Sambandsflokkurin hevur í mun til aðrar flokkar verið eyðkendur við munandi størri stabiliteti. Aðrir flokkar hava verið merktir av floksskiftum, úrmeldingum, útihýsingum og enntá fraktionering og útbrótaraflokkum. Serliga á sjálvstýrisveinginum hevur fraktionering verið útbreidd. Fólk hugsa ikki so nógv um, at flestu flokkarnir onkursvegna eru sprotnir úr “Gamla Sjálvstýrisflokkinum”. Fólkaflokkurin spratt umvegis Vinnuflokkin úr Sjálvstýrisflokkinum, og leiddi síðani til Framburðsflokkin, ið gjørdist rótin til kristiligu flokkarnar. Tjóðveldi spratt úr bæði Sjálvstýri-, Fólka- og Javnaðarflokkinum, vegna ónøgdina við, at fólkaatkvøðuúrslitið í 1946 ikki varð fylgt. Eisini Framsókn er ein beinleiðis avleggari frá Fólkaflokkinum.  Eisini Javnaðarflokkurin hevur havt avbjóðingar við vargum, úrmeldingum og útihýsingum, og størsta bakkastið var, tá ið fleiri javnaðarfólk fóru upp í Verkamannafylkingina í 90’unum. Graml hevur leingi verið um at gera ein líkn...