Sambandsflokkurin dragnar undir Bárði Nielsen

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin eru í andróðri. Mynd: Wikimedia Commons
Sitandi samgonga klárar seg rættiliga illa, bæði politiskt og í veljarakanningum. Í báðum teimum seinastu veljarakanningunum stendur anstøðan til ein knúsandi sigur á samgonguni. Men tað er Fólkaflokkurin, ið stendur til at gerast nógv størsti flokkur við heili 11 tinglimum. Fólkaflokkurin hevði ársfund farna vikuskifti, og ungi formaðurin Benir Johansen sigur seg vera
til reiðar at taka við sum Løgmaður.

Fólkaflokkurin stevnir beina leið móti Tinganesi, og spurningurin er mest, hvønn hann vil fríggja til. Ein ABH-samgonga er ikki so sjálvsøgd sum hon áður hevur verið. Restin av andstøðuni stendur bert til at fáa 8 tinglimir - 2 til Miðflokkin og 6 til Sambandsflokkin. Fólkaflokkurin kundi skipað AB-samgongu við Sambandsflokkin uttan at taka tvørliga Miðflokkin við. Hinvegin kundi Fólkaflokkurin eisini skipað eina AE-samgongu við Tjóðveldi, um hesin “moralskt korrekti” flokkurin kann góðtaka ein lagaligan russlandspolitikk, afturfyri at Fólkaflokkurin hjálpir Tjóðveldi nærri loysingini?

Hetta vildi verið ein vanlukkulig støða fyri Sambandsflokkin, tí talan vildi verið um mest loysingarsinnaðu samgonguna síðani fullveldissamgonguna. Hinvegin fer Tjóðveldi neyvan at yvirhála Sambandsflokkin í “borgarligheit” í bræði - til tess eru ov nógvar “fínar frúur” úr Havn í flokkinum.

Sambandsflokkurin hevur klárað seg illa síðani seinasta val. Man skuldi trúð, at Sambandsflokkurin kundi verið lokkandi fyri fráfalnar javnaðarveljarar, men soleiðis tykist ikki at vera. Hóast Sambandsflokkurin hevur snarað til vinstru nakrar ferðir í ár, bæði við valinum av Onnu Falkenberg til næstforkvinnu og við at Eyðdis Hartmann Niclasen er millum uppskotsstillararnar til nýggja uppskotið um fría fosturtøku, so hevur hetta ikki gagnað Sambandsflokkinum. At kristinkonservativi Helgi Abrahamsen hevur mist tign í flokkinum, kostar helst atkvøður. At somuleiðis kristinkonservativa Edva Jacobsen eftir drúgva og trúgva tænastu valdi at taka seg úr flokkinum, má sigast at vera ein ordans smeitur fyri flokkin. Vit síggja eisini beinleiðis innanhýsis stríð, har Helgi roynir at súlta fosturtøkumálið hjá Eyðdis.   

At flokkurin harumframt er endaður í andstøði við allar hinar flokkarnar á ríkisrættarliga økinum, hevur heldur ikki givið flokkinum viðrák. Á heimasíðuni skrivar Sambandsflokkurin, at “Sambandsflokkurin stendur eftir sum einasti ábyrgdarflokkur”, at “Sambandsflokkurin hevur eina ætlan – hini hava ikki” og at “Sambandsflokkurin stendur einsamallur – men støðufastur”.

Hann stendur í hvussu er alsamt meiri einsamallur, um vit skulu trúgva veljarakanningunum. At hann stendur til at fáa færri tinglimir nú enn til farna løgtingsval, tá ið hann kláraði seg illa, er einki minni enn ein skandala. Har mugu aðrir bollar í suppuna hjá Føroya elsta flokki. At floksskrivarin Reidar Nónfjall í summar varð sendur til hús, hevur ikki bøtt um støðuna - tvørt ímóti.

Tað sær heldur einki út hjá Bárði á Steig Nielsen. Fyri tveimum árum síðani - í november 2023 var hann best umtókta løgmansevnið við 28,1 prosentum, men síðani hevur hann mist undirtøku og fær nú bert 17,9 prosent í nýggjastu veljarakanning. Í sama tíðarskeiði er Beinir Johansen farin frá 22,5 prosentum sum nýkosin formaður til 34,1 prosent í seinastu kanning. 

Í kappróðrinum fram ímóti komandi løgtingsvali stevnir Fólkaflokkurin beina kós ímóti sigrinum - fleiri bátslongir framman fyri hinar. Hóast ringt áralag er Sambandsflokkurin framvegis skutin framman fyri Tjóðveldi og bátslongd framman fyri Javnaðarflokkin.

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum