Fólkaflokkurin vann valið, men tapti valstríðið (mikubloggur)
Mynd: Dagur.fo Upp á ein mánað misti Fólkaflokkurin góðar tríggjar tinglimir, samstundis sum Javnaðarflokkurin vann uml. tveir tinglimir. Hetta er ein øgiliga ógvuslig gongd, ið kann lesast úr Barometrinum á Dagur.fo . Frá potentiella úrslitinum 12-4 gjørdist endaliga úrslitið 9-6. Annars las eg í dag eina grein um, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin í áravís hava fluktuerað frá vali til val . Tað er eftirhondini eitt beinleiðis eyðkenni við føroyska politiska landslagnum. Sigurd Justinussen hevur eitt áhugavert boð upp á orsøkina til hendan óstøðugleika: "Ein ævigur dansur. Greitt tekin um, at sitandi løgting/landsstýrið ikki megnar at varðveita álit veljarans. Helst eisini ein neyðugur dansur, tí rák - vinstra ella høgra - hava tendens til at fara ov langt, og tí er ikki fremmant fyri ein stóran part av veljaraskaranum at gera ein 180, tá tað er vorðið ov stuttligt." Talan er tó ikki um ein "ævigan" dans, men um nakað, ið er íkomið, síðani Føroyar vórðu skip...