Fólkaflokkurin vann valið, men tapti valstríðið (mikubloggur)
![]() |
| Mynd: Dagur.fo |
Frá potentiella úrslitinum 12-4 gjørdist endaliga úrslitið 9-6.
Annars las eg í dag eina grein um, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin í áravís hava fluktuerað frá vali til val. Tað er eftirhondini eitt beinleiðis eyðkenni við føroyska politiska landslagnum.
Sigurd Justinussen hevur eitt áhugavert boð upp á orsøkina til hendan óstøðugleika:
"Ein ævigur dansur. Greitt tekin um, at sitandi løgting/landsstýrið ikki megnar at varðveita álit veljarans. Helst eisini ein neyðugur dansur, tí rák - vinstra ella høgra - hava tendens til at fara ov langt, og tí er ikki fremmant fyri ein stóran part av veljaraskaranum at gera ein 180, tá tað er vorðið ov stuttligt."
Talan er tó ikki um ein "ævigan" dans, men um nakað, ið er íkomið, síðani Føroyar vórðu skipaðar í eitt valdømi.
Nú verður áhugavert at frætta hvør samgonga verður skipað. Matematiskt er líkatil at skipa eina borgarliga AB+ samgongu (ABF, ABH ella ABD), men nógv mutlan hevur verið um heldur at skipa eina breiða samgonga - allarhelst eina ABC-samgongu.
Hetta er møguligt, bæði vegna trýst úr útheiminum, ið krevur, at vit standa saman, heldur enn at spjaða, men eisini tí at Javnaðarflokkurin seinastu tíðina er farin eitt fet til høgru, serliga við at Ingilín Strøm fór út, ímeðan Ben Arabo kom inn. Hetta ger Javnaðarflokkin munandi betri gearaðan til eitt samstarv við borgarligu flokkarnar.
p.s. annars tippaðu vit valið á arbeiðsplássinum, og eg kollgitti valúrslitið. Ivaðist nógv í, um Sjálvstýri mundi sleppa inn, men valdi at tippa tey inni.

Comments
Post a Comment