Posts

Showing posts with the label Løgtingsval

Lokalfeløgini eru ikki nútíðarhóskandi

Image
“Eg ynski at styrkja sambandið við lokafeløgini, lurta meiri og arbeiða tættari saman, og eg fari sjálvur at leggja meiri orku í tað arbeiðið frameftir.” Aksel V. Johannesen.  Mynd: Wikimedia Commons Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í formanstøðuni á landsfundi Javnaðarfloksins farna vikuskifti. Hetta er kærkomið, tí sum eg vísti á undanfarna sunnudag hevur Javnaðarflokkurin trupult við at koma út um Havnina og Tvøroyri - klassisku javnaðarháborgirnar. Flokkurin hevur mist sítt tak á Landnyrðingaføroyum, og hetta er neyðugt at broyta, um flokkurin aftur vil gerast løgmansflokkur. Til hetta er neyðugt ikki bert at styrkja sambandið við lokalfeløgini, men eisini at styrkja lokalfeløgini, soleiðis at tey aftur gerast berandi súla í flokkinum. Eins og hinir stóru flokkarnir fylgja lokalfeløgini gomlu valdømismørkunum. Undantikið er Suðuroyggin ið er býtt í tvey lokalfeløg . Hesaferð fekk Suðuroyar syðra javnaðafelag einki fólk valt á ting , ið má sigast at vera ein skelk ur fy ri f...

Javnaðarflokkurin og vantandi økisjavnstøða

Image
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava munandi betri umboðan kring landið enn Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Smáu ringarnir eru eykavald. Rammaðu ringarnir eru landsstýrifólk. Bústaðarupplýsingarnar eru frá formligu valevnalistanum . Nógv hevur verið tosað um, at Fólkaflokkurin valdi Jacob Vestergaard fram um Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, tá ið landsstýrisfólk skuldi setast. Hetta hóast Elsebeth fekk nakað fleiri atkvøður enn Jacob og ynskti at sleppa í Landsstýrið. Eitt atlit, ið to sannlíkt hevur tikið, er at hann ikki vildi hava tvey landsstýrisfólk úr Norðuroyggjum. Harumframt merkir valið av Jacob Vestergaard til landsstýrismann, at nýggja landsstýrið nú er umboðað í nærum øllum økjum landsins - undantikið Sandoynni. (Tó kemur heimasandsmaðurin Kristian Krog Hentze á Løgting sum eykamaður fyri Fólkaflokkin).  Í øðrum samgonguflokki - Javnaðarflokkinum - tóku tey als eingin atlit til økisliga umboðan í landsstýrinum. Tey kundu havt valt Súsonnu Berholdsen fram um Ma...

Tríggir landsstýrismenn snávaðu um tinggáttina

Image
Dennis Holm, Djóni Nolsøe Joensen og Eirikur í Jákupsstovu. Myndir: Wikimedia og Løgtingið. Landsstýris-effektin er ein fatan av, at um politikarar koma í Landsstýrið, fáa teir eina størri eksponering og kunnu tí sannlíkt fáa eitt enn betri úrslit komandi val. Men hendan effektin vísir seg at vera svikalig. Á løgtingsvalinum 26. mars ruku trý landsstýrisfólk úr Løgtinginum.  Djóni Nolsøe Joensen fekk bert 203 atkvøður í mun til 495 til seinasta val. Hann hevur ikki roynst serliga væl í sínum landsstýrissessi, hóast hann sera ambitiøsur umkalfatraði miðfyrisitingina við stovnseting av BUMR. Hann seldi skinnið, áðrenn bjørnin varð skotin, tá ið hann lovaði løn undir útbúgving - uttan fígging. Og so var tað málið við klædnaatstøðingunum á Glasi. Seinastu tíðina av samgonguskeiðnum endaði hann eisini sum kastibløka í málinum um fosturtøkumálið. Tað hevur helst kostað honum dýrt, at hann valdi landsstýrissessin fram um etiska prinsippið.  Dennis Holm fekk eisini eitt skuffandi úrsl...

Fólkaflokkurin vann valið, men tapti valstríðið (mikubloggur)

Image
Mynd: Dagur.fo  Upp á ein mánað misti Fólkaflokkurin góðar tríggjar tinglimir, samstundis sum Javnaðarflokkurin vann uml. tveir tinglimir. Hetta er ein øgiliga ógvuslig gongd, ið kann lesast úr Barometrinum á Dagur.fo . Frá potentiella úrslitinum 12-4 gjørdist endaliga úrslitið 9-6. Annars las eg í dag eina grein um, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin í áravís hava fluktuerað frá vali til val . Tað er eftirhondini eitt beinleiðis eyðkenni við føroyska politiska landslagnum. Sigurd Justinussen hevur eitt áhugavert boð upp á orsøkina til hendan óstøðugleika: "Ein ævigur dansur. Greitt tekin um, at sitandi løgting/landsstýrið ikki megnar at varðveita álit veljarans.  Helst eisini ein neyðugur dansur, tí rák - vinstra ella høgra - hava tendens til at fara ov langt, og tí er ikki fremmant fyri ein stóran part av veljaraskaranum at gera ein 180, tá tað er vorðið ov stuttligt." Talan er tó ikki um ein "ævigan" dans, men um nakað, ið er íkomið, síðani Føroyar vórðu skip...

Sjálvstýri hóttir eina komandi AB-samgongu

Image
Um Sjálvstýri røkkur upp um tinggáttina, kann tað hótta eina møgulig AB-samgongu. Mynd: Copilot. Fyri nøkrum vikum síðani stóð Fólkaflokkurin til at fáa 12-13 tinglimir í veljarakanningum. Síðani valið varð útskrivað, er tað tó gingið skeivan veg í veljarakanning hjá Spyr.fo 12. Mars stendur Fólkaflokkurin bert til at fáa 10 tinglimir - enntá upp á næstytsta brøk.  Heldur ikki gongur væl hjá Sambandsflokkinum, ið fær 7 tinglimir, men upp á allarytsta brøk. Sostatt er tað sera ivasamt, um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin einsamallir kunnu fáa einsamalla meirilutasamgongu, tí hóast nýggjasta kanningin gevur 17 tinglimir, er hetta sera tætt upp á 15 tinglimir, um man kannar desimalarnar. Í tí føri hevði ein slík samgonga verið noydd at tikið antin Miðflokkin ella Framsókn við í samgonguna. Ikki tí; annar tinglimurin hjá Miðflokkurin er alt annað enn tryggur sambært kanningini. Meðan tað gongur niður á bakka hjá Fólkaflokkinum, gongur tað hinvegin uppeftir hjá Sjálvstýri, ið snávað...