Lokalfeløgini eru ikki nútíðarhóskandi
“Eg ynski at styrkja sambandið við lokafeløgini, lurta meiri og arbeiða tættari saman, og eg fari sjálvur at leggja meiri orku í tað arbeiðið frameftir.”
![]() |
| Aksel V. Johannesen. Mynd: Wikimedia Commons |
Til hetta er neyðugt ikki bert at styrkja sambandið við lokalfeløgini, men eisini at styrkja lokalfeløgini, soleiðis at tey aftur gerast berandi súla í flokkinum.
Eins og hinir stóru flokkarnir fylgja lokalfeløgini gomlu valdømismørkunum. Undantikið er Suðuroyggin ið er býtt í tvey lokalfeløg. Hesaferð fekk Suðuroyar syðra javnaðafelag einki fólk valt á ting, ið má sigast at vera ein skelkur fyri flokkin. Fyri fyrstu ferð í 90 ár er eingin javnaðarmaður úr syðru helvt av Suðuroy í løgtinginum, vísir Henrik Old á.
Lokalfeløgini eru ein leivd frá gomlu valskipanin við sjey valdømum, men hesi økini eru neyvan hóskandi fyri Føroyar í dag og í framtíðini. Taka vit Suðuroynna fyrst, so er økið viknað so nógv sum heild, at tey noyðast at standa saman sum ein eind, m.a. fyri at fáa Suðuroyartunnilin ígjøgnum. Suðuroyggin kann ikki longur liva við, at norðara og syðra helvt ikki draga eina línu, Javnaðarflokkurin átti at tikið konsekvensin og lagt hesi bæði lokalfeløg saman.
Tað øvuta ger seg galdandi í Streymoynni. Allir stóru flokkarnir hava eitt lokalfelag fyri Norðstreymoy. Trupulleikin er, at Norðstreymoy finst ikki longur sum ein eind. Kollafjørður er farin upp í Tórshavnar kommunu, og má sostatt sigast at vera partur av Suðurstreymoy - politiskt sæð.
Hinvegin er Sundalagið bæði partur av Norðstreymoy og Eysturoy, og hetta ger økið sera veikt, tí hvør flokkurin stillar ofta valevni upp báðu megin sundið, heldur enn at stilla eitt sterkt valevni upp, ið fevnir um báðar síður av kommununi - umframt Eiði. Av røttum átti Sundalagið+Eiði at verið eitt lokalfelag, ið stillaði eitt sterkt valevni fyri hvønn flokk.
Hinumegin fjøllini eru Vestmanna og Kvívík, ið kundu havt sítt egna lokalfelag. Man kundi eisini grundgivið fyri, at alt VEKS-økið skuldi havt eitt felags lokalfelag, men politiskt hava Vestmanna/Kvívík og Sunda/Eiði lítið til felags, serliga tí at økið nú er skorið sundur av Tórshavnar kommunu. (Ein háttur at samanbundið VEKS-økið hevði verið at gjørt tunnil millum Vestmanna og Sundalagið, men hetta er rættiliga ósannlikt.)
Eisini er ivasamt hvussu nógv Eysturoyggin hevur til felags. Tað kundi hugsast at Eysturkommuna og Fuglafjørður høvdu havt gagn av sínum egna lokalfelagi, ímeðan Skálafjørðurin hevði sítt egna.
Undir øllum umstøðum má sigast, at lokal umboðan er sera avgerandi bæði fyri økini og flokkarnar. Eitt lokalt tingfólk kann draga íløgur, stovnar o.a. til eitt øki. Uttan umboðan er skjótt, at eitt øki ikki verður hoyrt.

Comments
Post a Comment