Lokalfeløgini eru ikki nútíðarhóskandi
“Eg ynski at styrkja sambandið við lokafeløgini, lurta meiri og arbeiða tættari saman, og eg fari sjálvur at leggja meiri orku í tað arbeiðið frameftir.” Aksel V. Johannesen. Mynd: Wikimedia Commons Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í formanstøðuni á landsfundi Javnaðarfloksins farna vikuskifti. Hetta er kærkomið, tí sum eg vísti á undanfarna sunnudag hevur Javnaðarflokkurin trupult við at koma út um Havnina og Tvøroyri - klassisku javnaðarháborgirnar. Flokkurin hevur mist sítt tak á Landnyrðingaføroyum, og hetta er neyðugt at broyta, um flokkurin aftur vil gerast løgmansflokkur. Til hetta er neyðugt ikki bert at styrkja sambandið við lokalfeløgini, men eisini at styrkja lokalfeløgini, soleiðis at tey aftur gerast berandi súla í flokkinum. Eins og hinir stóru flokkarnir fylgja lokalfeløgini gomlu valdømismørkunum. Undantikið er Suðuroyggin ið er býtt í tvey lokalfeløg . Hesaferð fekk Suðuroyar syðra javnaðafelag einki fólk valt á ting , ið má sigast at vera ein skelk ur fy ri f...