Er Fast Track-skipanin beinleiðis ætlað at forða integratión?
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í útlendingamálum, hevur svarað fyrispurningi um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum. Mynd: Wikimedia Commons Í farnu viku skrivaði Vilhelm Bergsson, masterlesandi á Setrinum, sera áhugaverda grein um tilflyting. Undir yvirskriftini Fast Track-skipanin hevur menniskjaligar avleiðingar vísir hann m.a. á fýra avbjóðingar, ið hann hevur funnið fram til í kanningum í samstarvi við Bakkafrost. Vilhelm Bergsson vísir á, at: Leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í nógv ár í óvissu um bústað og framtíð. Hóast teir vilja læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, missa fleiri motivatiónina vegna longu bíðitíðina til varandi uppihaldsloyvi, ikki minst, tí at ein uppsøgn nullstillar hesa tilgongd. Kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í verki, tí fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tá er lítil orka ef...