Nýggja útlendska arbeiðarastættin

Tað kendist merkiligt fyri nógv, tá ið javnaðarformaðurin segði stættarstríðið vera av.
Nógv partafólk bóðu hann tá stinga pípuna inn. Myndin er frá 2005 og frá Wikimedia.

“Stættarstríðið er av!” proklameraði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005. Hetta elvdi til mikið kjak og atfinningar frá serliga fakfeløgum og gomlum floksfeløgum. Stættarstríðið er framvegis veruleiki hvat viðvíkur lønarviðurskiftum, arbeiðskorum og ójavna, verður ført fram.

Á ein hátt er eg tó samdur við Jóannes Eidesgaard. Vit hava gaman í stórar ójavnar í føroyska samfelagnum, men stættirnar, sum vit kendu frá 20. øld hava ikki somu mobiliserandi megi sum áður. Javnaðarflokkurin er ei heldur ein flokkur av arbeiðarum, men er gjøgnum árini vorðin ein flokkur fyri almenn starvsfólk. Nógv verkafólk síggja seg meiri í andsøgn við almennu starvsfólkini enn við privatu arbeiðsgevararnir. Í fleiri stórum býum í landinum er sera útbreitt, at arbeiðsfólkini beinleiðis stuðla arbeiðsgevarunum, ja atkvøða fyri sama flokki sum arbeiðsgevararnir. 


Tí eru aðrar gjáir - ella skiljilinjur - ið fylla meiri í samfelagnum og politiska landslagnum. Ein er gjógvin millum alment og privat, onnur er gjógvin millum Havnina og bygdirnar, triðja er gjógvin millum kvinnur og menn o.s.fr. Ójavnarnir hava jú ikki bert við stættir at gera, men hava við nógv onnur viðurskifti at gera. 


Seinastu árini er ein gjógv harumframt komin millum “etniskar føroyingar” og “útlendska arbeiðsmegi” sum tað so niðrandi nevnist. Her er ikki talan um teir útlendingar, ið eru integreraðir í føroyska samfelagið, men um allar teir útlendingar, ið koma til Føroya bert fyri at arbeiða. Tey fáa uppihaldsloyvi í eina tíð, men fáa annars sum minst av rættindum í samfelagnum. Tey eru so at siga “brug og smid væk”-menniskju, ið arbeiðsgevararnir lættliga kunnu fáa fatur á gjøgnum Fast Track-skipanir og líka lættliga sleppa av við, tá ið tørvurin minkar. 


Hesi fólk gera nógv av tí arbeiði, ið føroyingar ikki leggja í. Vit hava framvegis eina føroyska arbeiðarastætt, men hon er í dag undir stórum trýsti frá júst útlendingum, ið virka sum einstaklingar í mun til arbeiðsgevararnar og tískil hvørki hava vitan ella megi til at seta nøkur krøv til arbeiðgevararnar. Eisini er torført at mobilisera tey.  


Elin Kamilla Sørensen, forkvinna í FA helt røðu 1. mai. í Havn. Hon vísti m.a. á avbjóðingina við útlendskum arbeiðsfólkum, sum koma til landið og sum ikki er partur av einum fakfelag. “Tey kenna ikki til síni rættindi og fáa at vita, at um tey ikki makka rætt, missa tey starvið. Tað máar undan teimum rættindum, sum fólkið hevur í dag, tá sáttmálin ikki verður hildin,” segði hon m.a. Dømi hava seinastu árini verið um útlendingar, ið hava havt órímilig arbeiðskor og eiheldur hava fingið ta løn, teir áttu at fingið. (Umframt hetta kundi verið skrivað um misnýtslu av Fiskavirkisskipanini, men tað verður kanska í einum framtíðar bloggi.)


Eitt er at útlendsku arbeiðsfólkini leggja trýst á føroysku arbeiðarastættina, men talið á teimum er vaksandi, og hesi fólk liva í stóran mun sundurskild frá føroyingum. Tá ið talan er um fá fólk, er hetta ikki ein trupulleiki, men tá ið talan er um túsundtals útlendingar, ið liva í Føroyum stórt sæð uttan integratión, verða undirmentanir - subkulturar - skaptar. Hvussu hetta fer at spæla av, vita vit enn ov lítið um, men vit vita at marginalisering hevur sera óhepna ávirkan á sinnalagið hjá fólki. Hóast tú formliga ert ein “fyribils loysn”, so vil tað við tíðini kennast órættvíst, at tú ikki kanst arbeiða teg upp í samfelagnum, hóast tú arbeiðir hart 40 tímar um vikuna. 


Hóast talan í stóran mun eru um fólk, ið koma og fara, so vil stóra mongdin av útlendskum arbeiðsfólki gerast ein nýggj arbeiðarastætt í Føroyum. Nýggja stættarstríðið verður kanska heldur millum útlendsku arbeiðarastættina og føroysku arbeiðarastættina.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum