Posts

Showing posts with the label Búskapur

Føroyska samfelagið er vorðið útlendskt

Image
Fátt er føroyskari enn tá ið Tórshavnar manskór syngur fosturlandssangir á Vaglinum á Ólavsøku. Men føroysk klæði eru í høvuðsheitum innflutt tilfar. Øgiliga lítið av føroyska samfelagnum kann í dag sigast at vera føroyskt, soleiðis skilt at tað er gjørt úr føroyskum tilfari. Sjálvandi er geografiska grundarlagið: lendið, luftin, vatnið og stórur partur av djóra- og plantulívinum føroyskt. Men longu her steðgar tað, tí í dag eru stórur partur av okkara flora og fauna innflutt, og hvat viðvíkir djóraslagnum, ið fyllir og ávirkar mest, so eru vit eisini væl og virðiliga blandað við onnur fólkasløg, bæði søguliga og nútíðarliga.  Men tá ið vit tosa um sjálvt samfelagið og øll tey “ting”, ið samfelagið er sett saman av, er sera lítið av Føroya landi føroyskt, og undir øllum umstøðum er tað tilvirkað við útlendskari orku og/ella tøkni.  Eg plagi at samanbera Føroyar í dag við Føroyar fyri 100 og 200 árum síðani. Her eru nøkur dømi: Mesti matur, ið varð etin í Føroyum í 1826, varð...

Telekaðalar eru ein trygdarspurningur fyri Føroyar

Image
Sjókaðalar binda heimin saman. Mynd: Picryl. “Russisk skip fiska minni – men eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi” ljóðaði ein yvirskrift í farnu viku . Sonevnt “hybridkríggj” fyllir alsamt meiri um okkara leiðir, og tað er nakað vit mugu vera nógv meiri varug við enn higartil.  Skuldi eitt triða heimskríggj ella eitt stórt norðuratlantiskt kríggj brostið á, hava Føroyar ein stóran trupulleika. Tá verður trupult at fáa samfelagshjólini at mala víðari, tí Føroyar eru í dag integreraðar við umheimin á flest øllum økjum og kunnu stórt sæð ikki virka uttan innflutning. Stórur partur av okkara orku er framvegis olja, mesti maturin er innfluttur, og føroyski búskapurin er sum heild bygdur á tilfars- og vøruflutning úr útlondum til Føroya. Næstan øll okkara vælferð er innflutt. Uttan okkara sterku sambond við umheimin, vórðu vit flutt aftur í ikki bara 20. øld, men heilt aftur í 19, øld, og vit vóru millum fátækastu samfeløg í heiminum. Soleiðis er globaliseringin eitt tvíeggjað svørð: ho...

Er samband besta trygd fyri sjálvstýri?

Image
Nýggjasta “kortið” hjá Trump vísir Ísland sum part av USA. Men hvussu við Føroyum? Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni . Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen . Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini. Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum . Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fy...

Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Image
Jón Kragesteen er formaður fyri FNU. [K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið? Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at "Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum" , og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. "Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt.  La...

Økonomistiska menniskjafatanin fyllir ov nógv í Føroyum

Image
Bjørg B. Egholm harmast á Løgtingsins røðarapalli um, at menniskju verða umtalað sum "arbeiðskraft". Las røðuna, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm viðgjørdi Ólavsøkurøðu løgmans . Hon segði m.a., at “tey ungu eru ikki bara arbeiðskraft, sum skal loysa haldføristrupulleikan. Tey eru menniskju við øllum tí, sum hartil hoyrir. Sami smali og materialistiski málburður er um tilflytarar: Vit umrøða tey, sum koma higar, sum rein arbeiðskraft og gloyma, at tey eru menniskju við somu tørvum uttan fyri arbeiðstíð sum vit øll onnur.” Hetta minnir meg um eina grein, eg skrivaði fyrr í ár undir h eitinum Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi” . Men hóast nógva kjakið er lítið broytt. Nýggja samgongan er um nakað meiri økonomistisk ( búskapistisk ) enn hin undanfarna. Men hvat er økonomisma í grundini? “Økonomisma” er ein hugsjón ella ein heimsfatan, har alt viðvíkjandi samfelagi, mentan og mannalívi verður mátað og mett út frá einum búskaparligum mátistokki, ið ofta er...

Nýggja útlendska arbeiðarastættin

Image
Tað kendist merkiligt fyri nógv, tá ið javnaðarformaðurin segði stættarstríðið vera av. Nógv partafólk bóðu hann tá stinga pípuna inn. Myndin er frá 2005 og frá Wikimedia. “Stættarstríðið er av!” proklameraði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í 2005 . Hetta elvdi til mikið kjak og atfinningar frá serliga fakfeløgum og gomlum floksfeløgum. Stættarstríðið er framvegis veruleiki hvat viðvíkur lønarviðurskiftum, arbeiðskorum og ójavna, verður ført fram. Á ein hátt er eg tó samdur við Jóannes Eidesgaard. Vit hava gaman í stórar ójavnar í føroyska samfelagnum, men stættirnar, sum vit kendu frá 20. øld hava ikki somu mobiliserandi megi sum áður. Javnaðarflokkurin er ei heldur ein flokkur av arbeiðarum, men er gjøgnum árini vorðin ein flokkur fyri almenn starvsfólk. Nógv verkafólk síggja seg meiri í andsøgn við almennu starvsfólkini enn við privatu arbeiðsgevararnir. Í fleiri stórum býum í landinum er sera útbreitt, at arbe...

Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu

Image
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið. Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber” . Samgongan vil gera nakað og hand...

Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)

Image
Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.  Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar. Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri. Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur veri...