Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)
![]() |
| Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin. |
Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar.
Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri.
Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur verið ónøgd um, at málið um stytta arbeiðsviku tykist vera slept. Hon hevur sjálv víst á, at stytt arbeiðsvika og hækking av pensjónsaldrinum skulu fylgjast at.
Hon hevur møguliga fingið onkra garanti aftur fyri sína atkvøðu. Helst hevur Javnaðarflokkurin mestan áhuga í at halda samgonguna livandi nakað afturat. Veljarakanningarnar í seinastuni hava verið avbera daprar, og tey liva ivaleyst í vónini um, at tað fer at ganga uppeftir. Veljarakanningarnar eru enntá bara gingnar skeiva vegin - seinast úr 5 niður í 4 tinglimir - og hægri pensiónsaldur gevur so als ikki Javnaðarflokknum atkvøður.
Løgtingsval nú hevði helst verið eitt blóðbað fyri Javnaðarflokkin. Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, hevur víst á, at Javnaðarflokkurin kann spæla av við nógvar atkvøður frá verkafólki. Eisini Sonja Jógvansdóttir, ið áður hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi, er ímóti uppskotinum.
Javnaðarflokkurin hevur heldur ikki stuðul í fólkinum. Sambært Degi og Viku 23. feb. eru næstan 2/3 av føroyingum eru ímóti hægri pensiónsaldri. Ein spurnakanning, gjørd fyri Kringvarpið, vísir harumframt, at nógv fleiri føroyingar ynskja alternativu suðuroyarleiðina heldur enn ta, ið varð atkvødd ígjøgnum 2. viðgerð í gjár.
Enn er ikki sloppið, tí hóast Javnaðarflokkurin rak sínar tinglimir í rætt, sum Árni Gregersen tekur til, so kann eitthvørt henda frá 2. til 3. viðgerð:
"Nú var bara ein atkvøða á muni, so tað er altíð vandi fyri, at onkur kann leypa yvirum, áðrenn triðja viðger verður. Um tað hendir, fáa vit at síggja, men tann einasti, ið eg síggi, ið kann finna upp á tað, er Ingilín D. Strøm, ið vil hava arbeiðsvikuna stytta, um pensjónsaldurin skal hækka."
Tí hvat er eitt garanti frá Javnaðarflokkinum vert? Fakfeløgini hava fingið tað sama lyftið um, at arbeitt verður við málinum, og ætlanin framvegis er at koma við tí hetta valskeiðið. Men har vísir seg einki at henda. Spurningurin er, um Ingilín er ov løtt at lumpa? Ella letur hon seg lumpa?
Tað hjálpir ikki upp á hugin hjá javnaðartinglimum at makka rætt, at framsóknartinglimir eftir øllum at døma gera sum teir vilja. Kann opportunistiski atburðurin hjá Bjarna og Karlot verða við til at fáa Ingilín at broyta støðu? Eisini kunnu onnur javnaðartingfólk kenna seg illa við. Tey vórðu eyðmýkt av Framsókn í gjár, og fleiri av teimum verða ikki vald inn aftur, tí tey atkvøða beint ímóti sínum veljarum. Framsókn fær hinvegin politiskan vinning av at vera anti-Suðuroyartunnil.
---
p.s. Seinni sama dag sum hesin bloggur varð skrivaður, kom fram, at raðfylgjan á málunum var broytt til 3. viðgerð. Eirikur Lindenskov greinaði hetta soleiðis: "Tað merkir, at Javnaðarflokkurin nú kann geva samgonguflokkunum av somu skuffu: »Atkvøða tit ikki fyri Suðuroyartunlinum, so atkvøða vit ikki fyri at hækka pensjónsaldurin.« / Ein slík avgerð kann útloysa eitt løgtingsval. Men hon kann eisini bjarga Javnaðarflokkinum undan ringasta skrædlinum á komandi løgtingsvali – tí bæði javnaðarveljarar og fakfeløg finnast harðliga at flokkinum í hesum máli."
---
p.p.s. Áhugaverdi spurningurin er a) um nýval verður útskrivað í morgin og um tað í tí føri verður útskrivað b) eftir tunnilsmálið ella c) eftir pensjónsmálið.
- Les eisini: Styttra Suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki
- Les eisini: Sandur er eitt unikt umhvørvi
- Les eisini Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar
- Les eisini: Fara flestøll at hava privatbilar í framtíðini?

Comments
Post a Comment