Posts

Showing posts with the label Samferðsla

Fjølbroytta miðlalandslagið er avgerandi fyri fólkaræðið (mikubloggur)

Image
Súsanna Bertholdsen settir Sirið Stenberg fyrispurning um óheftnið hjá Kringvarpinum. Mynd: Løgtingið Kringvarpið hevur seinastu árini gjørt nógv tíðindainnsløg, fleiri dokumentarsendingar og kjaksendingar um Suðuroyartunnilin, umframt skrivað nógvar greinar um evnið. Ikki allir suðuroyingar hava verið nøgdir við hetta arbeiði, tí teir meta, at slagsíða hevur verið í viðgerðini. Onkur viðmerkjari á fjasbókini hevur enntá sæð hetta sum eina samansvørjing ímóti Suðuroynni - lat tað fara...  Ført hevur verið fram, at tað sum oftast eru tað tey, sum eru ímóti ætlanini, sum eru sloppin fram at mikrofonunum. Sigast skal, at eg sjálvur eri sloppin fram at mikrofonini í Kringvarpinum, eins og eg havi verið á forsíðuni í Sosialinum í hesum sambandi. Haldi tó ikki, at eg havi verið serliga negativur viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, tó at eg havi ávarað um at gera ov stór inntriv í økið kring Sand . Haldi sjálvur erliga sagt, at eg havi verið meiri pro-Sandoy enn anti-Suðuroy. Áhugavert er, at...

Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar (mikubloggur)

Image
Dennis Holm. Mynd: Wikimedia Commons “Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni” . Soleiðis skrivar Dennis Holm, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum í stuttum lesarabrævi 18. nov . Hann undirbyggir hetta við at vísa til fólkatalsvøksturin í Sandoynni, síðani Sandoyartunnilin kom.  Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (fólkatals)vøkstur í Sandoynni, fer Suðuroyartunnilin eisini at elva til vøkstur í Suðuroynni. Hetta kann tykjast “logiskt”, men er ein ófullfíggjað niðurstøða.  Fyri tað fyrsta hevur frástøðan øgiliga nógv at siga. Leiðin úr Tórshavn til Sands er góðar 20 minuttir, meðan leiðin til Suðuroyar umvegis Djúpadal er frá knøppum 50 minuttum (Sandvík) upp til góðar 80 minuttir (Sumba). Til Tvøroyrar er talan um ein tíma - hvønn veg; til Vágs góðar 10 min. longri. Harumframt er vert at vísa á, at nógv stórbila- og trailarakoyring gjøgnum bæði Suðuroyar- og Sandoyartunnilin kann gera effektivu fartíðina væl drúgvari. Eg skrivaði fyr...

Miseydnaða landsstýrisævintýrið hjá Jóhan Christiansen

Image
Jóhan Christiansen í Degi og Viku. Mynd: VP Hóast Løgtingið formliga er omanfyri Landsstýrinum, er Landsstýrið í verki oman fyri Løgtingið. Hetta stýriskipanarliga paradoks ger, at landsstýrisfólk hava hægri tign enn løgtingsfólk. Tí er sum oftast gravgangur eftir at sleppa í Landsstýrið, har dagsskráin verður sett, heldur enn at sita í Løgtinginum. Tosað verður eisini um eina landsstýris-effekt, ið merkir, at landsstýrisfólk vegna øktu profileringina fáa fleiri atkvøður komandi val. At sleppa í Landsstýrið er tískil fremjandi fyri politisku karrieruna. Umvent eru tað eisini vanliga løgtingslimir við høgum atkvøðutali, ið gera krav upp á landsstýrissessirnar. Av hesi orsøk er talið á landsstýrissessum eisini vaksið gjøgnum árini - frá upprunaliga trimum til níggju. Hetta fyri at styrkja samgonguna í mun til andstøðuna, tí hetta merkir eisini, at fleiri varalimir sleppa á ting. Umframt 18 fólkavaldu tinglimirnar fekk samgongan harumframt 9 landsstýrisfólk, t.v.s. at talið á landspolitis...

Fara flestøll at hava privatbilar í framtíðini?

Image
Sjálvkoyrandi bilur. Mynd: j4p4n /Openclipart Ein gloymdur partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin er “framtíðargranskingin”. Hvussu fer samfelagið at broytast hesa komandi hálvu øldina? Og hvussu fer tað at ávirka nýtsluna av Suðuroyartunlinum og harvið sjálvt handilsmodellið fyri tunnilin? Vit fara at síggja eina áhaldandi broyting í orkunýtsluni. Longu nú koyra nógvir elbilar á vegunum, og í framtíðini fer nýggj tøkni at broyta orkuveitingina til bilar fullkomiliga. Tað er heldur ikki víst, at vit um 50 ár fara at hava privatbilar, sum vit kenna tað í dag. Kanska verða heilt aðrar loysnir upp á mobilitets-trupulleikan, ið er íkomin av, at arbeiðspláss og bústaðir verða staðsett alsamt minni samanhangandi. Hugtakið burðardygd fer at fylla enn meiri í framtíðini enn tað ger í dag, líka mikið hvat Trump v.fl. munnu halda. Fer man í framtíðini at góðtaka so nógva ferðing millum bústað og arbeiði, sum vit hava sæð seinastu áratíggjuni? Burðardygd er ikki bert ein spurningur um umhvørvi o...