Fara flestøll at hava privatbilar í framtíðini?

Sjálvkoyrandi bilur. Mynd: j4p4n/Openclipart
Ein gloymdur partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin er “framtíðargranskingin”. Hvussu fer samfelagið at broytast hesa komandi hálvu øldina? Og hvussu fer tað at ávirka nýtsluna av Suðuroyartunlinum og harvið sjálvt handilsmodellið fyri tunnilin?

Vit fara at síggja eina áhaldandi broyting í orkunýtsluni. Longu nú koyra nógvir elbilar á vegunum, og í framtíðini fer nýggj tøkni at broyta orkuveitingina til bilar fullkomiliga. Tað er heldur ikki víst, at vit um 50 ár fara at hava privatbilar, sum vit kenna tað í dag. Kanska verða heilt aðrar loysnir upp á mobilitets-trupulleikan, ið er íkomin av, at arbeiðspláss og bústaðir verða staðsett alsamt minni samanhangandi. Hugtakið burðardygd fer at fylla enn meiri í framtíðini enn tað ger í dag, líka mikið hvat Trump v.fl. munnu halda. Fer man í framtíðini at góðtaka so nógva ferðing millum bústað og arbeiði, sum vit hava sæð seinastu áratíggjuni? Burðardygd er ikki bert ein spurningur um umhvørvi og búskap, men eisini um sosiala burðardygd. Tað ger stór inntriv í sosiala lívið í Suðuroynni, um meginparturin av íbúgvunum skulu ferðast 2-3 tímar til og frá arbeiði hvønn gerandisdag.


Harumframt henda broytingar í samferðslutøknini. Vanliga vil man síggja alternativið til privatbilismu sum kollektiva transport: í Føroyum mest bussar - í øðrum londum eisini tok o.l. Trupulleikin við kollektivari transport er, at hon er sera “grovmeskað”, bæði rúmliga og tíðarliga. Hon dekkar ein ov lítlan part av landinum og tað er alt ov langt ímillum fráferðirnar. Tí er kollektiva ferðslan ikki kappingarfør á bygd, men hevur sínar styrkir í kompaktum býarøkjum, har eftirspurningurin trýstir útboðið upp. Á bygd kann komandi samskiftistøkni tó gera samkoyring lættari og tryggari og møguliga avloysa privatbilin, sum vit kenna hann. 


Í framtíðini fara vit eisini at síggja nýggjar loysnir, m.a. sjálvkoyrandi bilar, ið kunnu gerast munandi tryggari enn førarastýrdir bilar. Trupulleikin við bilførarum er jú, at teirra førleikar eru sera ymiskir. Við sjálvkoyrandi bilum fáa vit eitt standardiserað støði av koyring. Har eru tó fleiri ymiskir trygdarvansar, t.d. um fíggindalig lond hava atgongd til stýriskipanirnar í bilunum og sostatt kunnu brúka bilarnar sum “vápn” í eini krígsstøðu. Longu nú vísir tað seg, at kinesiskir elbussar í Oslo kunnu fjarstýrast, og danir eru eisini vaknaðir við kaldan dreym. Í framtíðini kann bilakeyp saktans hugsast at gerast eitt verjumál, eins og vit longu hava sæð við netveiting og telefoni, hvør minnist ikki okkara egna Huaewei-máli á sinni?


Sjálvkoyrandi bilar eru tó ein sera snild tøkni, tí hetta kann partvíst merkja, at fólk kunnu arbeiða/lesa á veg til og frá arbeiði/lesnaði. Hetta kann elva til ein stóran produktivitetsvøkstur, og tað er ikki nakað man sum samfelag ella einstaklingur kann siga nei til. Tað er eisini møguligt, at fólk als ikki fara at eiga sínar egnu bilar í framtíðini, men at bilafeløg/-fyritøkur fara at eiga bilar, ið síðani koyra fólk eftir tørvi - uttan nakran bilførara, sjálvandi. Alt hetta fer at verða møguligt við nýggjari samskiftistøkni, m.a. eisini vitlíki. Bilar kunnu deila vitan millum sín (V2V), bilar kunnu deila vitan við infrakervi (V2I) og bilar kunnu eisini deila vitan við brúkarar (V2X).


Hesar skipanir fara eisini at kunna meta um, hvør sleppur at koyra við ella ikki. Fólk við vánaligari atburðssøgu (historikki) kunnu útihýsast, soleiðis at tað verður trygt hjá hampuligum fólki at koyra saman við fremmandafólki. Umvent merkir hetta, at fólk við vánaligari atburðssøgu verða avskorin frá týðandi pørtum av samfelagslívinum, herundir nógvum arbeiðsmøguleikum. Sjálvkoyrandi bilar kunnu hugsast at gerast eitt privilegium fyri tey, ið liva upp til góðan atburð. Tað fer sjálvandi eisini at verða møguligt at koyra einsamallur í sjálvkoyrandi bilum - fyri ein eyka kostnað, sjálvandi - men vegna lægri prís vil tað vera fyrimunur at samkoyra.


Men hvussu hetta fer at ávirka fíggjarliga avkastið av einum Suðuroyartunli er ein heilt annar spurningur. Hvar kostnaðurin fyri hesar risastóru mobilitetstænastu skal plaserast er nakað, vit vit alt ov lítið um, tí vit billa okkum inn, at framtíðin verður líka sum nútíðin. Men sannlíkt verður framtíðin sera øðrvísi enn nútíðin.


At enda fimm spurningar, ið kunnu setast: 


  1. Fara fólk at pendla líka nógv í framtíðini, ella verður tað roknað sum ov stór spilltíð?

  2. Hvør verður flutningskostnaðurin, herundir elprísurin og brennievnisprísurin í framtíðini?

  3. Hvørji avgjøld verða løgt á koyring/akfør í framtíðini?

  4. Fara fólk at samkoyra meiri, evt. í sjálvkoyrandi bilum, soleiðis at bilatalið minkar munandi í framtíðini?

  5. Um bilar ikki verða privatogn, hvør skal so gjalda fyri Suðuroyartunnilin?

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Kunnu nossa-nuggets gera hvítanýru til fólkaogn?