Posts

Showing posts with the label Mobilitetur

Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki

Image
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina.  Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av   Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...

Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting

Image
Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík . Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:  Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði. Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur. Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar. Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt. Føroyar eru hei...

Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar (mikubloggur)

Image
Dennis Holm. Mynd: Wikimedia Commons “Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni” . Soleiðis skrivar Dennis Holm, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum í stuttum lesarabrævi 18. nov . Hann undirbyggir hetta við at vísa til fólkatalsvøksturin í Sandoynni, síðani Sandoyartunnilin kom.  Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (fólkatals)vøkstur í Sandoynni, fer Suðuroyartunnilin eisini at elva til vøkstur í Suðuroynni. Hetta kann tykjast “logiskt”, men er ein ófullfíggjað niðurstøða.  Fyri tað fyrsta hevur frástøðan øgiliga nógv at siga. Leiðin úr Tórshavn til Sands er góðar 20 minuttir, meðan leiðin til Suðuroyar umvegis Djúpadal er frá knøppum 50 minuttum (Sandvík) upp til góðar 80 minuttir (Sumba). Til Tvøroyrar er talan um ein tíma - hvønn veg; til Vágs góðar 10 min. longri. Harumframt er vert at vísa á, at nógv stórbila- og trailarakoyring gjøgnum bæði Suðuroyar- og Sandoyartunnilin kann gera effektivu fartíðina væl drúgvari. Eg skrivaði fyr...

Fara flestøll at hava privatbilar í framtíðini?

Image
Sjálvkoyrandi bilur. Mynd: j4p4n /Openclipart Ein gloymdur partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin er “framtíðargranskingin”. Hvussu fer samfelagið at broytast hesa komandi hálvu øldina? Og hvussu fer tað at ávirka nýtsluna av Suðuroyartunlinum og harvið sjálvt handilsmodellið fyri tunnilin? Vit fara at síggja eina áhaldandi broyting í orkunýtsluni. Longu nú koyra nógvir elbilar á vegunum, og í framtíðini fer nýggj tøkni at broyta orkuveitingina til bilar fullkomiliga. Tað er heldur ikki víst, at vit um 50 ár fara at hava privatbilar, sum vit kenna tað í dag. Kanska verða heilt aðrar loysnir upp á mobilitets-trupulleikan, ið er íkomin av, at arbeiðspláss og bústaðir verða staðsett alsamt minni samanhangandi. Hugtakið burðardygd fer at fylla enn meiri í framtíðini enn tað ger í dag, líka mikið hvat Trump v.fl. munnu halda. Fer man í framtíðini at góðtaka so nógva ferðing millum bústað og arbeiði, sum vit hava sæð seinastu áratíggjuni? Burðardygd er ikki bert ein spurningur um umhvørvi o...