Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki


Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons
Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina. 

Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin:


  • Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta

  • Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. 80 metrar

  • Lægri vegaføring uppi á landi - ikki upp um 20 metrar heldur enn gott 100 metrar eftir fyriliggjandi lógaruppskoti

  • Munandi minni hall upp í Skúgvi - økir um trygdina

  • Ger munandi minni inntriv í náttúru og umhvørvi - færri tunnilsmunnar og minni vegagerð

  • Bíligari (við somu eindarprísum sum Tunnilsfelagið brúkar í sínum útrokningum)

  • Góð og smidligari loysn við grótinum - brúkast til ídnaðarøki í Skopun og/ella Gomlurætt


Henda loysn tykist tó ikki fáa stórvegis undirtøku. Av taktiskum ávum verður hendan loysnin beinleiðis útihýst, fyri at hon ikki skal “grugga málið”. Tað hevur meiri at siga at halda “politiska vindeygað” opið enn at koma fram til ta best møguligu loysnina. Politikkur er “det muliges kunst”, sum tikið verður til. Men “det muliges kunst” elvdi eisini til, at Vágatunnilin kom upp á Fútakletti, heldur enn í Sandavági, eins og “det muliges kunst” elvdi til, at Norðskálatunnilin varð bygdur óneyðuga høgt uppi. Í báðum førum er neyðugt at koyra í uml. 200 metra hædd. Neyðugt er at hugsa um framtíðina, tá stórar infrakervisíløgur verða gjørdar - ikki bara um nútíðina. 


Váðin er, at man sparir nakrar krónur upp á stutt sikt, men harmast um úrslitið upp á langt sikt.


Fyri Suðuroynna er hetta enntá ein “eitt skot í byrsuni”-verkætlan. Vísir valda loysnin seg at vera ónøktandi, ber ikki til at rætta feilin! Her er bókstavliga sæð talan um “sporbundni” (path dependence).    


Eg eri sjálvur av teirri fatan, at samfelagsliga nyttan av Suðuroyartunlinum verður marginal fyri oynna sum heild, men eisini at hvør kilometur og hvør minuttur telur viðvíkjandi hvørja nyttu hann gevur. Tí er grundgevingin at farleiðin styttist við 3,5 kilometrum og bæði verður stytri og høgligari, avgerandi fyri at nyttan verður so stór sum gjørligt.  


Hóast einhvør tunnilsloysn skapar størri fleksibilitet enn verandi sjóvegis loysn, er frástøðan heilt avgerandi, tá ið tað kemur til pendling. Heilt fáir kilometrar kunnu vera avgerandi fyri, at fólk vilja koyra ein tein tvær ferðir um dagin, hvønn gerandisdag í árinum. Tá ið man bara skal koyra okkurt ørindi viðhvørt, hevur hetta minni at siga, men fyri gerandispendling er hetta at meta sum ein beinleiðis kostnaður - bæði í tíð og pengum, ið er viðvirkandi til hvar fólk velja at búseta seg. Hóast Norðskála bert er fáar kilometrar longur burtur frá Havnini enn Sandur, megnar Sundalagið ikki kappingina við Sandoynna.


Norðastu bygdirnar í Suðuroynni eru frægasta boðið upp á pendlarabygdir, tá ið ein Suðuroyartunnil kemur, men tað vil vera munandi hugaligari at pendla úr Sandvík til Havnar um tú kemur upp norðan fyri Sand heldur enn í Djúpadali. Eitt er at teinurin er stytri, men eisini er teinurin úr Djúpadali óhøgligur, brattur og fer gjøgnum bygt øki. At umhvørvisperlan kring Sandsvatn somuleiðis verður spard, eigur eisini at telja sera nógv.


Tí er spell at alternativa farleiðin verður ofrað í politiska spælinum. Samgongan vil hava okkurt úrslit, og leggur minni í hvat úrslitið verður. 




Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa