Posts

Showing posts with the label Umhvørvi

Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Image
Jón Kragesteen er formaður fyri FNU. [K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið? Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at "Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum" , og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. "Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt.  La...

Økonomistiska menniskjafatanin fyllir ov nógv í Føroyum

Image
Bjørg B. Egholm harmast á Løgtingsins røðarapalli um, at menniskju verða umtalað sum "arbeiðskraft". Las røðuna, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm viðgjørdi Ólavsøkurøðu løgmans . Hon segði m.a., at “tey ungu eru ikki bara arbeiðskraft, sum skal loysa haldføristrupulleikan. Tey eru menniskju við øllum tí, sum hartil hoyrir. Sami smali og materialistiski málburður er um tilflytarar: Vit umrøða tey, sum koma higar, sum rein arbeiðskraft og gloyma, at tey eru menniskju við somu tørvum uttan fyri arbeiðstíð sum vit øll onnur.” Hetta minnir meg um eina grein, eg skrivaði fyrr í ár undir h eitinum Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi” . Men hóast nógva kjakið er lítið broytt. Nýggja samgongan er um nakað meiri økonomistisk ( búskapistisk ) enn hin undanfarna. Men hvat er økonomisma í grundini? “Økonomisma” er ein hugsjón ella ein heimsfatan, har alt viðvíkjandi samfelagi, mentan og mannalívi verður mátað og mett út frá einum búskaparligum mátistokki, ið ofta er...

Reyðgrøna elitan málar seg upp í ein krók

Image
Javnaðarflokkurin í broyting. Vitlíkismynd funnin á netinum. Promptari ókendur. Upp til løgtingsvalið í ár gjørdi Javnaðarflokkurin eitt skarvslop. Grøna “drotningin” Ingilín Strøm fór út, og inn kom svarti “sjeikurin” Ben Arabo. Hetta er sjálvandi ein karikaturur, men tað er rættiliga sigandi fyri, hvussu umhvørvispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er diametralt broyttur upp á luftalsliga stutta tíð. Hetta er ikki alt. Upp á stutta tíð er “grøni diskursurin” fánaður nógv til frama fyri ein reaktioneran diskurs, ið sær grøna rákið sum eitt elitert projekt, ið skaðar Palleba og Marsannu. Fólk eru farin at troyttast av grøna tosinum, tí tað tykist mest vera til frama fyri “tey fínu í Havn” - eitt sjálvrealiseringsprojekt fyri tey ovast uppi í tørvspyramiduni hjá Maslow . Hesi hava tørv á at bjarga heiminum, men tey gloyma, at nógvir føroyingar stríðast fyri at bjarga sær og sínum.  Ivaleyst hava tey “reyðgrønu” eitt ávíst “privilegii-blindni”. Nógv teirra hava tað sum blomman í eggin...

Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu

Image
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið. Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber” . Samgongan vil gera nakað og hand...

Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki

Image
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina.  Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av   Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...

Kanska koma jólini ikki úr einum handli?

Image
Hvør vinnur stríðið um føroysku jólini? AI-mynd Hoyrdi søguna Jólagásin hjá Martini Joensen (1949) sagda frá nú ein dagin. Hendan søgan snýr seg um nøkur fátækafólk í eini ónevndari bygd, ið hava ein hóp av børnum... "høvd í høvd, og onkuntíð uppímillum komu tvey" , men mest sum ongar ognir... "áttu ikki sýru í vegg - vóru so ørm sum kirkjurottan." Gerandis kunnu tey liva við at børnini ganga í slitnum pløggum og eta soltnan - stundum stolnan - mat, men nú jólini nærkast hartar konan Birita mann sín Hálvdan fyri ikki at vera inniløgumaður. "Tú situr sum ein deyda... ein deydningur, ein órøkiskroppur." Og nú kemur ein spoilari! Hálvdan ger av at stjala eina gás frá bóndanum Símuni, og fátæka húskið fær eini gleðilig jól hóast alt - eina stolna jólagás... "ein vælsignaður fuglur til fiti, ein sonn krás." Ein morala millum linjurnar er, at bóndin gaman í var í øðini, men ikki meldaði til sýslumannin, tí øll hava uppiborið eini gleðilig jól, eisi...

Sandur er eitt unikt umhvørvi (mikubloggur)

Image
Mølheyggjarnir á Sandi. Mynd: Wikimedia Commons Mortansmessukvøld var eg til áhugaverda fólkafundin “Hvussu verja vit náttúruna” í Finsen. Millum áhugaverdu framløgurnar var m.a. ein kostnaðar/nyttu-greining hjá búskaparfrøðinginum Brandi Sjúrðarsyni, har hann vísti á hvussu trupult tað er at seta virði á náttúruna, at ymisk eygu síggja ymisk virði og viðhvørt mótstríðandi virði. At enda vísti hann á, at tað kostar 0,- (null kŕonur) at gera seg inn á eitt Ramsar-øki - fyri at prógva sítt poeng. Búskaparlig viðurskifti eru nærum fult og heilt prísásett, og samfelagslig viðurskifti verða í alsamt størri mun prísásett - enntá uttanvirknaðir (eksternalitetir). Men fá seta prís á náttúruna - hvørki ítøkiliga ella í yvirførdum týdningi. Tí kemur hon altíð í síðstu røð, tá raðfestingar skulu gerast. Men hóast náttúran ikki verður prísað, er hon tó nakað tað virðismiklasta vit eiga. Í mun til vørur og tænastur í búskaparligu og samfelagsligu sferuni er tænastan frá náttúru og umhvørvi sera gru...