Økonomistiska menniskjafatanin fyllir ov nógv í Føroyum

Bjørg B. Egholm harmast á Løgtingsins
røðarapalli um, at menniskju verða
umtalað sum "arbeiðskraft".


Las røðuna, har Bjørg Brynhildardóttir Egholm viðgjørdi Ólavsøkurøðu løgmans. Hon segði m.a., at “tey ungu eru ikki bara arbeiðskraft, sum skal loysa haldføristrupulleikan. Tey eru menniskju við øllum tí, sum hartil hoyrir. Sami smali og materialistiski málburður er um tilflytarar: Vit umrøða tey, sum koma higar, sum rein arbeiðskraft og gloyma, at tey eru menniskju við somu tørvum uttan fyri arbeiðstíð sum vit øll onnur.”

Hetta minnir meg um eina grein, eg skrivaði fyrr í ár undir heitinum Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi”. Men hóast nógva kjakið er lítið broytt. Nýggja samgongan er um nakað meiri økonomistisk (búskapistisk) enn hin undanfarna. Men hvat er økonomisma í grundini?

“Økonomisma” er ein hugsjón ella ein heimsfatan, har alt viðvíkjandi samfelagi, mentan og mannalívi verður mátað og mett út frá einum búskaparligum mátistokki, ið ofta er bygdur á marknaðarmátt. Vøkstur, effektivitetur og nyttuvirði eru týðandi hugtøk innan búskapismuna. Alt verður gjørt upp í pengum, eisini bleyt virði sum umsorgan, mentan, umhvørvi og útbúgving. Menniskjað verður fyrst og fremst sæð sum ein búskaparlig eind, ið arbeiðir fyri eginnyttu. Menniskjað er tá eitt sonevnt “homo economicus” - eitt búskaparmenniskja.

Verri enn verða menniskju ikki bert sæð sum “búskaparmenniskju”, men í stóran mun sum “tilfeingi”, ið skal brúkast og beinast burtur, m.a. ígjøgnum Fast Track-skipanir. Eisini føroyingar verða sæddir sum “tilfeingi”, m.a. av partakonuni Liljuni Weihe, ið tosar um at vit “eksportera okkara dýrabarasta tilfeingi: ungdómin.” Hon meinar tað kanska ikki so illa, men hon er í hvussu er fangað í “økonomistisku diskursini”, tá ið hon umtalar okkara ungdóm sum "tilfeingi", ið verður "eksporterað". Hon fær tað at ljóða, sum um tey eru fiskar. 

Búskapur (økonomi) og vistfrøði (økologi) eru tvey orð, ið hava rót í sama orði: oikos, ið merkir húsarhald. Oikonomia merkir húsarhaldsstýring, ímeðan oikologia merkir húsarhaldslæra. Bæði eru í síðsta enda knýtt at nógv brúkta hugtakinum “burðardygd”, ið aftur kann býtast sundur í fleiri ymiskar burðardygdir. Vanligt er at skilja ímillum “búskaparliga burðardygd”, “samfelagsliga burðardygd” og “umhvørvisliga burðardygd”, tó at allar hesar kunnu býtast enn meiri sundur, eins og vit sóu við heimsmálunum fyri burðardygga menning.

Trupulleikin er, at hóast búskaparlig burðardygd í grundini er ein partsmongd av samfelagsligari burðardygd, ið aftur er ein partsmongd av umhvørvisligari burðardygd, er praksis júst hitt øvuta. Búskaparlig burðardygd fær nærum altíð mesta uppmerksemið, samfelagsliga burðardygdin fær nakað av uppmerksemi, men umhvørvisliga burðardygdin fær nærum einki uppmerksemi. Hetta er júst vegna “økonomismuna”, ið er ráðandi hugsjón í samfelagnum og yvirtrumfar bæði liberalismu, konservatismu, sosialismu og aðrar klassiskar hugsjónir. Líkamikið um ein hellir til marknaðar- ella ætlanarbúskap, stendur økonomisman í miðdeplinum. 

Tørvur er á at menna eina samfelagsfatan, ið ikki bara tekur atlit til búskapin, men javnvigar atlitini ímillum búskap, samfelag og umhvørvi. Vit kunnu ikki liva við, at búskapurin næstan bara sær umhvørvið sum tilfeingi, og vit kunnu heldur ikki liva við, at búskapurin í rættiliga stóran mun sær “arbeiðsmegi” sum tilfeingi. Umhvørvið er tilfeingi, men má eisini síggjast sum natúra í egnum rætti. Menniskju eru arbeiðsmegi, men mugu eisini síggjast sum “heil menniskju”.

Feilurin liggur í, at vit seta likvið millum pengar og virði, men hetta er ikki rætt. Tað finnast øgiliga stór virði í samfelagi og umhvørvi, ið ikki eru pengagjørd. “Naturen det billige skidt” segði danska skaldið Otto Gelsted fyri skjótt hundrað árum síðani í yrking, ið skuldi vísa á dýrdina í natúruni. Somuleiðis er við samfelagnum, ið verður alsamt meiri pengagjørt, tó at nøkur av dýrastu virðunum liggja í “sivilsamfelagnum: í nærsamfeløgum, hagapørtum, familjum, frítíðarfeløgum, samkomum o.l.

Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum