Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni um tilflytarar.
Mynd: Wikimedia Commons

Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021, er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa. Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking. Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%. Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.  



Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú reagerað hvassliga upp á hesa gongd, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg nakrar spurningar, ið skulu svarast. Talan er um ein §52a-fyrispurning, og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum skal hann svarast innan 31. januar í ár. Tað góða við slíkum fyrispurningum er, at teir skulu svarast á fakliga høgum støði, og at landsstýrisfólk sjálvandi ikki hava loyvi at bera rangan vitnisburð. Tí kunnu vit síggja fram til eitt rættiliga upplýsandi svar. 


Trupulleikin hevur sjálvandi verið leingi ávegis, og tað er ivaleyst eisini í kjalarvørrinum av kjakinum um at byggja eina mosku í Føroyum, at øsingin í løtuni skal síggjast. Moskumálið var tó bara dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, men tað fara at koma onnur mál, ið populistiskir politikarar kunnu brúka til at profilera seg. Miðflokkurin roynir sjálvandi at spinna gull upp á moskumálið, og Sjúrður Skaale hevur eisini markerað seg týðiliga. Tað er tó ikki Islam, ið er trupulleikin í Føroyum í dag - vit hava sera fáar muslimar í Føroyum, men hóast hetta stórar avbjóðingar við integratiónini. Fyrispurningurin frá Bárði á Lakjuni er siðiligari og breiðari, og svarið frá Sirið Stenberg kann seta fleiri tilflytaratongd evni á dagsskrá. 


Longu nú vísa tað seg stórar avbjóðingar av stóru tilflytingini, m.a. innan skúlaøkið, ið eg kenni mest til. Men eisini innan onnur málsøki eru integratións-avbjóðingar. Persónliga harmist eg allarmest um, at økta tilflytingin ger tað alsamt meiri vanligt at tosa enskt í Føroyum. Í handlum, matstovum, gistingarhúsum o.s.fr. verður man ofta noyddur at tosa enskt - í sínum egna landi! Hetta er ein stór hóttan ímóti lítla og viðbrekna føroyska málinum. 


At føroyingar nú eru farnir í panikk um tilflytingina, er í grundini upp á tíðina, tí prosenttølini fyri útlendskar ríkisborgarar í Føroyum spola uppeftir, og verður hetta ikki bremsað, fara vit at missa tamarhaldið á støðuni, eins og fleiri europeisk lond longu hava mist tamarhaldið. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit eru aftanfyri okkara grannalond - eisini á hesum øki. Sostatt kunnu vit eygleiða, hvat økt tilflyting førir við sær, um hon ikki verður tálmað. Vit kenna hesa glíðibreytina og kunnu tí vita heldur enn gita. Tí er neyðugt at tálma talið á tilflytarum, soleiðis at vit kunnu brúka orku upp á at lofta teimum tilflytarum, ið longu eru komnir til landið. Har er longu nú eitt stórt eftirsleip. 


Men tá tað er sagt, so hava Føroyar tørv á tilflyting, tí vit megna ikki alt sjálvi. Men heldur enn ókritiskt at taka einhvønn tilflytara inn, eigur at verða hugt eftir, at bert fólk við sterkum integratións-førleikum sleppa inn. Tann stóra vanlukkan í fleiri grannalondum er ikki tilflytingin í sær sjálvum, men at alt ov nógvir tilflytarar verða tiknir inn, ið ikki hava førleika ella vilja til integratión. 


Sjúrður Skaale er annað dømi um politikara, ið hevur profilerað seg við moskumálinum
Mynd: Wikimedia Commons

Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa