Posts

Showing posts with the label Integratión

Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting

Image
Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík . Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:  Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði. Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur. Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar. Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt. Føroyar eru hei...

Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapar arbeiðspláss, ið føroyingar leggja í (mikubloggur)

Image
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, hevur víst á, at útlendingalógin má strammast upp. “Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað.” Soleiðis skrivar Sirið Stenberg í svari sínum upp á fyrispurningi hjá Bárði á Lakjuni um tilflyting , ið m.a. spurdi, hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í. Tíverri hevur Útlendingastovan ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, og tað er í sjálvum sær atfinngingarsamt. Men hóast hetta er yvirskipað galdandi, at hesi eru topp 3: Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.)        Gistingarhús- og matstovuvinnan            Fiskivinna    ...

Er Fast Track-skipanin beinleiðis ætlað at forða integratión?

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í útlendingamálum, hevur svarað fyrispurningi um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum. Mynd: Wikimedia Commons Í farnu viku skrivaði Vilhelm Bergsson, masterlesandi á Setrinum, sera áhugaverda grein um tilflyting. Undir yvirskriftini Fast Track-skipanin hevur menniskjaligar avleiðingar vísir hann m.a. á fýra avbjóðingar, ið hann hevur funnið fram til í kanningum í samstarvi við Bakkafrost. Vilhelm Bergsson vísir á, at:  Leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í nógv ár í óvissu um bústað og framtíð. Hóast teir vilja læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, missa fleiri motivatiónina vegna longu bíðitíðina til varandi uppihaldsloyvi, ikki minst, tí at ein uppsøgn nullstillar hesa tilgongd.  Kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í verki, tí fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tá er lítil orka ef...

Tilflytarar eru heil menniskju, ikki bara “arbeiðsmegi” (mikubloggur)

Image
Ein av stóru trupulleikunum í kjakinum um tilflytarar er, at føroyingar hava lyndi at síggja niður á hesi fólk. Tey verða ikki møtt við tí viðurkenning, tey hava uppiborið. Her hugsi eg ikki um rasismu og slíkt, men um ta líkasælu, ið nógvir tilflytarar verða møttir við í Føroyum.  Stundum síggjast meiningar sum, at “talan er bara um fremmandaarbeiðarar ið koma higar at gera eitt arbeiði, og fara so avstað aftur” , fylgt av, at “eingin orsøk er til at integrera teir, tá teir ikki verða verandi” og “tey eru tí bara tíðaravmarkað her. Hví skulu vit so brúka pengar uppá at integrera teir, áðrenn teir fara heim aftur?” Hesar fatanir hava lyndi til at redusera hesi menniskju til arbeiðsmegi, tvs. ein framleiðslufaktor (labour á enskum), ið saman við rávørum, framleiðslutólum v.m. skulu fáa “føroysku framleiðslumaskinuna” at koyra. Tá ið tørvur ikki er á arbeiðsmegini longur, verður hon send av landinum aftur.  Ein “brug og smid væk” -hugburður mótvegis menniskjum.  Tilflytar...

Økta talið á tilflytarum elvir til panikk í Føroyum

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni um tilflytarar. Mynd: Wikimedia Commons Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021 , er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa. Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini. Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking. Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%. Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.   Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú reagerað hvassliga upp á hesa gongd, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg nakrar spurningar , ið skulu svarast. Talan er um ein §52a-fyrispurning, og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum skal hann svarast innan 31. januar í ár. Tað ...