Eldrarøkt: yrkisgerð ella sjálvboðið arbeiði?

Sambært Mary Antonsdóttir er sjálvboðið arbeiði er ein lappaloysn.
Eitt áhugavert kjak hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum av, at eldrasamstarvið Nánd fer í gongd við eina royndarverkætlan um sjálvboðið arbeiði á Gøtubrá. Nánd hevur fleiri áhugaverdar grundgevingar fyri hesum átaki, m.a. at tað er torført at finna arbeiðsmegi, samstundis sum talið á eldri er vaksandi. Tey gomlu  gerast harumframt eldri og tí meiri røktarkrevjandi, men hinvegin eru eisini fleiri eldri, ið eru væl fyri og kunnu hjálpa øðrum eldri. Eisini aðrir borgarar, t.d. avvarðandi, kunnu hjálpa til, eins og ung kunnu royna seg innan økið, um tey umhugsa hetta sum starvsleið. Nánd vísir eisini á, at sjálvboðið arbeiði kann styrkja sambandið millum fólk á bústovni og nærsamfelagið.

Sum vera man hava fakligir áhugabólkar og ávísir politikarar mótmælt hesum átaki, ið teir síggja sum eitt álop á ymisk vælferðaryrki. Sjálvboðið arbeiði ger, sum vera man, beinleiðis inntriv í økið hjá Heilsuhjálparafelagnum, men eisini Kost- og Føðslufelagið hevur ampa av, at sjálvboðin skulu gera mat til tey eldri. Tey hava ikki ampa av, at sjálvboðin gera annað hjálpararbeiði, so leingi talan ikki er um mat: Vitjanarvinir, sangløtur og sosial samvera kunnu geva teimum eldru meira nærveru, felagsskap og lívsgóðsku. Men vit seta spurnartekin við, tá sjálvboðin skulu átaka sær uppgávur kring máltíðina, tí røktarstarvsfólkini hava ov lítið av tíð.”


Víðari er grundgevingin frá felagnum: “Ein máltíð á einum røktarheimi er ikki bara matur, sum skal frá einum matvogni yvir á eitt borð. Máltíðir snúgva seg um føðslu, matarlyst, serkost, konsistens, sansir, máltíðarumhvørvi, rehabilitering, trivnað og lívsgóðsku. Hjá nógvum eldri er máltíðin harumframt ein týðandi partur av bæði heilsu, viðgerð og fyribyrging.” 


Hetta er væl skiljandi út frá einum fakligum sjónarhorni, tí matur er heilt avgerandi fyri, hvussu vit menniskju fungera. “Tú verður tað, tú etur”, verður tikið til, og hóast hetta er ein kliché, er stórur sannleiki í hesum. Ein kann stúra fyri, at sjálvboðið arbeiði á hesum økinum førir við sær, at “ringir matvanar” úr nærumhvørvinum verða drignir inn um røktarheimsgátt, og at sjálvboðin fólk í verki koma at gera arbeiði, ið átti at verið gjørt av yrkislærdum.


Eg vil tó seta spurnatekin við um yrkisgerð - professionalisering - er einasta gongda leið fyri eldraøkið - og onnur vælferðarøki við. Samfelagnum tørvar eitt grundleggjandi kjak um, hvussu eldraøkið skal skipast framyvir. Bara at satsa upp á stovnsgerð og yrkisgerð, er ikki ein gongd leið. Heldur eiga vit at geva eldri fólkum møguleikar at klára seg sjálvi sum longst. Nøkur fólk hava veik sosial sambond ella tungar heilsuligar avbjóðingar og mugu tí hava meiri professionella hjálp, men nógv eldri fólk hava sterk sosial sambond og eiga at varðveita hesi sambond so leingi sum gjørligt, m.a. gjøgnum máltíðir, ið eru eitt framúr sosialt virksemi. So kann Kost- og Føðslufelagið ilskast um góðskuna av matinum, men í síðsta enda snýr tað seg jú um frælsið og nærsambondini hjá teimum eldri. 


Ovurstovnsgerð  máar eisini undan nærsamfelagnum (sivilsamfelagnum). Yrkisgerðin yvirtekur umsorganina, ið áður lá í nærsamfelagnum, hjá familjum, grannum, vinum o.s.fr. Á hendan hátt missir nærsamfelagið eisini sínar umsorganarførleikar. Hetta merkir ikki bara, at tey eldri kunnu kenna seg fremmandgjørd, men eisini at nærsamfelagið verður fremmandgjørt frá teimum eldru. 

Fakfeløgini vilja hava fleiri starvsfólk á eldraøkinum, men um so er, mugu hesi fólk koma úr øðrum starvsøkjum, og tað elvir til trupulleikar á øðrum økjum. Fíggjarliga verður tað eisini avbera trupult hjá nógvum kommunum/samstørvum at dýrka munandi um eldrarøktina bæði við fleiri og betri løntum starvsfólkum. Ein møguleiki kann eisini vera at fáa fleiri tilflytarar til landið at átaka sær hesi størv, men tað elvir til stórar samskiftistrupulleikar og aðrar integratiónstrupulleikar.

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum Mary Antonsdóttir umtalar átakið hjá Nánd sum eina “lappaloysn”, men kanska eiga vit heldur at síggja sjálboðið arbeiði sum ein týðandi part av vælferðar-mixinum. Skulu vit hava ein vælferðarstat ella eitt vælferðarsamfelag? Kanska er átakið hjá Nánd als ikki ein lappaloyn, men ein visioner integratión av eldrarøktini í nærsamfelagið, sum Poula Reinert Petersen, leiðari, vísir á.


Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum