Posts

Showing posts with the label Eldri

Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)

Image
Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.  Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar. Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri. Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur veri...

Pensjónistar eru vorðnir munandi ríkari seinastu árini

Image
Ein dag í august fekk eg hesi boð sendandi á messenger frá einum pensjónisti, ið kærdi sína neyð. “Pensiónistar og barnafamiljur mugu fáa ein lætta. Nógv fara døgurðaleys í song. Í fjør fingu øll uttan pensiónistar lønarhækking. Men inflatiónin hevur aldrin verið verri. Mvg á matvørum má vekk.” Ivist onga løtu í, at pensjónstilveran er trupul og óvirðlig hjá mongum, men eg kenni meg noyddan at vísa á, at pensjónistar ikki eru nakar homogenur bólkur. Samstundis sum tað finnast ávísir pensjónistar, ið knapt eiga til mat í munnin, er ein vaksandi bólkur av pensjónistum, ið liva eitt lív í sús og dús.  Hetta er onkursvegna “politiskt ókorrekt” at siga, tí í føroyska eldradiskursinum verða pensjónistar ofta umtalaðir sum neyðardýr - so mikið ofta at tað nærum verður sæð sum ein sannleiki. Men veruleikin er meiri fjølbroyttur enn so. Eg havi lagt eina mynd av inntøkubýtinum hjá føroyingum í pensjónsaldri (67+) við. Talan er um tøka inntøku, tvs. inntøkur eftir skatt og gjøld. Hagstovan s...

Felags kommunuskattur gevur jøvn kor kring landið

Image
Mynd: RosZie/Pixabay. Samfelagsliga tímaglasið. Búskaparráðið hevði í farnu viku eina framløgu um kommunal fíggjarviðurskifti, við serligum denti á fíggingina av eldraøkinum. Fleiri kommunur, ið longu nú eru sperdar, hava illa ráð til neyðugu íløgurnar í eldraøkið, fyri ikki at tosa um raksturin av málsøkinum. Samfelagsliga tímaglasið verður alsamt meiri skeiklað, serliga í útjaðarkommununum.   Tíverri er tað í stóran mun soleiðis, at eldraøkið er fíggjað á ein hátt, ið ger summar kommunur betri fyri og aðrar verri. Tað er ein innbygd skeiklan í tí partinum av kommunufíggingini, ið verður flutt frá landinum. Hetta átti í sjálvum sær at verið rættað til eina flyting í mun til eldri borgarar í hvørji einstøku kommunu. Við einum felags kommunuskatti, hevði hetta verið einfalt at framt.  Harumframt eru kommunuskattaskipanin beinleiðis órættvís. Sum tað fyrsta er kommunuskatturin proportionalur (sama prosent fyri øll), meðan landsskatturin er progressivur (prosentið hækkar við...