Felags kommunuskattur gevur jøvn kor kring landið
![]() |
Mynd: RosZie/Pixabay. Samfelagsliga tímaglasið. |
Tíverri er tað í stóran mun soleiðis, at eldraøkið er fíggjað á ein hátt, ið ger summar kommunur betri fyri og aðrar verri. Tað er ein innbygd skeiklan í tí partinum av kommunufíggingini, ið verður flutt frá landinum. Hetta átti í sjálvum sær at verið rættað til eina flyting í mun til eldri borgarar í hvørji einstøku kommunu. Við einum felags kommunuskatti, hevði hetta verið einfalt at framt.
Harumframt eru kommunuskattaskipanin beinleiðis órættvís. Sum tað fyrsta er kommunuskatturin proportionalur (sama prosent fyri øll), meðan landsskatturin er progressivur (prosentið hækkar við inntøkuni). Við einum felags kommunuskatti, kundi kommunuskatturin eisini verið progressivur - til fyrimuns fyri tey lægri løntu í samfelagnum.
Enn verri er, at kommunurnar við lutfalsliga fleiri íbúgvum bæði eru dýrari at reka, samstundis sum at færri eru í arbeiðsførum aldri til at gjalda kommunuskatt. Hetta merkir í fleiri førum, at fátækastu kommunurnar noyðast at hava høgt skattaprosent fyri at fáa nøktandi inntøkur. Í verki er hetta eitt slag av degressivum skatti, har borgarar í fátøkum kommunum gjalda meiri enn borgarar í ríkum kommunum. Av tí at lutfalsliga fleiri láglønt búgva í fátøkum kommunum, rakar hesin skattur sosialt skeivt. Við einum felags kommunuskatti kundu inngjaldstreytirnar verið tær somu fyri allar borgarar kring landið.
Sum um tað ikki er nóg ringt. Hóast fátækar kommunur gjalda í dýrum dómum fyri at fáa endarnar at røkka saman, megna hesar kommunur ikki at veita sama tænastustøði sum kommunur, ið eru vælbjargaðar. Hetta hóast fólk í slíkum kommunum ofta hava størri tørv á eldartænastum, tí yvirskipaða heilsustøðið eisini er verri enn í ríkaru økjunum. Við einum felags kommunuskatti kundi man sloppið undan hesum ójavna í eldratænastum.
Kommunala eldraøkið er nærum sum ein “domino-effekt” av órættvísi. Demografi, búskapur, skattur, fígging, tænastur, vælferð - alt hetta hongur saman sum ein keta og eigur at viðgerast sum ein heild, ikki sum stakmál. Hetta er sum so ikki bert galdandi fyri eldraøkið, men eisini fyri onnur málsøki, ið kommunurnar vara av; tað kemur bara týðiligast til sjóndar á eldraøkinum. Ein visión fyri kommunurnar kundi verið at skapt jøvn kor kring landið, men tíverri eru kommunurnar í dag við til at tryggja alsamt ójavnari kor kring landið. Við einum felags kommunuskatti kundi man sloppið undan hesum lógarfesta órættvísi, ið undirgrevur okkara felags vælferðarskipan.
Summi nevna, at kommunuskattastigið er ein partur av “kappingini” millum kommunurnar, har nakrar kappast upp á vælferð og aðrar upp á skattatrýst. Men tað er trupult at síggja, hví tað skal vera kapping innan vælferðarøki. Hetta ber brá av eini grundleggjandi ósemju um, hvat ein kommuna er og hví vit skulu hava kommunur. Summar av minstu kommununum satsa jú bæði upp á at minimera skattastig og vælferðarstig, og hvørja meining gevur tað?
Í síðsta enda kundi man enntá umhugsað at skipa eldraøkið í eitt landsfevnandi “Eldraverk” ella eina hybridskipan sum á fólkaskúlaøkinum, har landið tryggjar veitingar og tænastur, ímeðan kommunurnar vara av bygningum og hentleikum. Men hetta er evni til ein annan blogg.
Comments
Post a Comment