Pensjónistar eru vorðnir munandi ríkari seinastu árini



Ein dag í august fekk eg hesi boð sendandi á messenger frá einum pensjónisti, ið kærdi sína neyð. “Pensiónistar og barnafamiljur mugu fáa ein lætta. Nógv fara døgurðaleys í song. Í fjør fingu øll uttan pensiónistar lønarhækking. Men inflatiónin hevur aldrin verið verri. Mvg á matvørum má vekk.”


Ivist onga løtu í, at pensjónstilveran er trupul og óvirðlig hjá mongum, men eg kenni meg noyddan at vísa á, at pensjónistar ikki eru nakar homogenur bólkur. Samstundis sum tað finnast ávísir pensjónistar, ið knapt eiga til mat í munnin, er ein vaksandi bólkur av pensjónistum, ið liva eitt lív í sús og dús. 


Hetta er onkursvegna “politiskt ókorrekt” at siga, tí í føroyska eldradiskursinum verða pensjónistar ofta umtalaðir sum neyðardýr - so mikið ofta at tað nærum verður sæð sum ein sannleiki. Men veruleikin er meiri fjølbroyttur enn so. Eg havi lagt eina mynd av inntøkubýtinum hjá føroyingum í pensjónsaldri (67+) við. Talan er um tøka inntøku, tvs. inntøkur eftir skatt og gjøld. Hagstovan skrivar í viðmerkingum til talvuna, at hesar inntøkur eru taldar við: - Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki. - Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur og lestrarstudningur. - Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur og virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur”


Sum sæst á myndini vóru fyrst í 10’unum fleiri enn 2.000, ið høvdu færri enn 100.000,- í tøkari inntøku, men tá vit koma fram til 2023 er hetta talið tódnað niður í nærum einki. Hinvegin er talið á fólki, ið hava fleiri enn 200.000,- vaksið frá 635 í 2009 til 2.623 í 2023, harav talið á fólkið, ið hava fleiri enn 300.000,- er vaksið frá 118 til 1.005 í sama tíðarskeiði. Hetta eru væl at merkja ársins tøl, ið ikki eru prístalsviðgjørd, men hóast hetta vísa tey eina greiða og ógvusliga gongd. 


Við øðrum orðum er pensjónistar ei longur vesalingar. Nógvir teirra hava møguleika at liva eitt lív í luksus við matstovuvitjanum, uttanlandsferðum, dýrum bátum og alskyns øðrum stuttleika, ímeðan onnur mugu eta havragrýn, neyvan hava ráð til eina bussferð til Havnar og gleðast um at fáa eitt kók, tá tað hevur verið grind. Ójavnt er býtt, og ójavnin minkar ikki við aldrinum - heldur økist. Í 2023 var Gini-talið - eitt nógv brúkt (ó)javnamát - størri fyri bólkin 67+ enn fyri samfelagið sum heild. Tí er ikki løgið, at Áhugabólkur Pensjónista vísir á avbjóðingarnar við fátækaváða millum pensjónistar.


Beate L. Samuelsen, forkvinna fyri Landsfelag Pensjónista, viðmerkti herfyri Ólavsøkurøðu løgmans. “Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-jalig” skrivaði hon sum yvirskrift, og spurdi síðani: “Eru tað pensjónistarnir, ið skulu fíggja hækkaða lestrarstuðulin?” Tað sum eg beit mest merki í var, at hon kærdi sína neyð um vantandi tignina hjá pensjónistunum: “Sum pensjónistur í Føroyum kennir man seg ofta á einum sera lítlum tignarstigi – undir null – eftirsum vit eldru eru so frek at ditta okkum at liva fýra ella fimm ár longri enn tey, ið undan okkum eru farin.” 


Tað er sjálvandi harmiligt, at eldri verða umtalað sum ein byrða og at yngri ættarliðini at síggja til ynskja tey í grøvina sum skjótast. Trupulleikin er, at hetta als ikki er satt. Flestu eldri hava í dag eina holla inntøku og eru tí ein týðandi partur av modernaða brúkarasamfelagnum. Stóru uppsparingarnar hjá teimum eldru eru týðandi partur av eftirspurninginum av vørum og tænastum í samfelagnum, og uttan hesar pengar høvdu nógvar fyritøkur snara lykilin um. Las í Dimmu (August 2025, síða 28), at nýggj kanning frá Heilsustýrinum vísir, at bert 3% av fólki í Føroyum yvir 65 ár hava kent seg tyngd av síni fíggjarstøðu í tíðarskeiðnum frá 2015 til 2023! Talið er tó kvinkað uppeftir seinastu árini, má nevnast (p.98).


Trupulleikin er framvegis, at ein bólkur av pensjónistum ikki klárar seg, men heldur enn at fara eftir eini universellari loysn, har øll skulu fáa eitt sindur eyka, áttu vit at givið teimum ein munandi styrk. Og hvar skulu pengarnir so koma frá? Jú, hondina á hjartað, tað er als ikki neyðugt, at ríkastu pensjónistarnir fáa nakra almenna pensjón yvirhøvur. Tá hevði verið meiri til tey veruliga tørvandi. Og kanska hevði tá ikki verið neyðugt at hækka pensjónsaldurin.


Nú er so hent, at pensjónsaldurin skal hækka enn skjótari enn upprunaliga ætlað.



Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum