Posts

Showing posts with the label Pensjón

Ein longutong frá Framsókn til Javnaðarflokkin (mikubloggur)

Image
Ingilín er javnaðartinglimurin, ið hevði torførast við at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin.  Tað var áhugavert at síggja atkvøðubýtið í stórmálunum í Løgtinginum í gjár. Málið um hækking av pensjónsaldrinum endaði 16-15. Einasti samgongulimur, ið atkvøddi ímóti, var Liljan Weihe, ímeðan seinastu tvær atkvøðurnar vórðu clearaðar. Í málinum um Suðuroyartunnilin gjørdist úrslitið 23-1-7. Erling Eidesgaard atkvøddi blankt og Liljan Weihe atkvøddi ímóti. Hetta var ikki óvæntað. Tað áhugaverda er heldur, at meirilutin av Framsókn eisini atkvøddi ímóti: bæði Bjarni K. Petersen og Karlot Hergeirsson trýstu á reyða knøttin, ímeðan Hanna Jensen atkvøddi fyri. Man kundi trúð, at Framsókn fór at geva Javnaðarflokkunum sín fulla og hjartaliga stuðul, eftir at Javnaðarflokkurin hevði brúkt sera nógva orku upp á at “yvirtala” sínar tinglimir í málinum um pensjónsaldur. Hetta endaði so við, at allir javnaðartinglimir atkvøddu fyri báðum málunum, eisini Ingilín Strøm, ið annars hevur veri...

Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki

Image
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina.  Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av   Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...

Pensjónistar eru vorðnir munandi ríkari seinastu árini

Image
Ein dag í august fekk eg hesi boð sendandi á messenger frá einum pensjónisti, ið kærdi sína neyð. “Pensiónistar og barnafamiljur mugu fáa ein lætta. Nógv fara døgurðaleys í song. Í fjør fingu øll uttan pensiónistar lønarhækking. Men inflatiónin hevur aldrin verið verri. Mvg á matvørum má vekk.” Ivist onga løtu í, at pensjónstilveran er trupul og óvirðlig hjá mongum, men eg kenni meg noyddan at vísa á, at pensjónistar ikki eru nakar homogenur bólkur. Samstundis sum tað finnast ávísir pensjónistar, ið knapt eiga til mat í munnin, er ein vaksandi bólkur av pensjónistum, ið liva eitt lív í sús og dús.  Hetta er onkursvegna “politiskt ókorrekt” at siga, tí í føroyska eldradiskursinum verða pensjónistar ofta umtalaðir sum neyðardýr - so mikið ofta at tað nærum verður sæð sum ein sannleiki. Men veruleikin er meiri fjølbroyttur enn so. Eg havi lagt eina mynd av inntøkubýtinum hjá føroyingum í pensjónsaldri (67+) við. Talan er um tøka inntøku, tvs. inntøkur eftir skatt og gjøld. Hagstovan s...