Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting
| Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. |
Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði.
Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur.
Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar.
Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt.
Føroyar eru heilt fantastiska væl fyri í mun til onnur lond. Vit kunnu taka avgerðir fyri at verja samfelagið, sum onnur ikki longur hava møguleika at taka.
Tað ræður um at gera greiðar karmar og seta greið krøv áðrenn fólk koma. Júst sum mann setir ferðsluljós upp og málar strikur á vegin áðrenn bilarnir sleppa at koyra.
Eri stórt sæð samdur við øllum hesum niðurstøðunum, men vil útgreina tær eitt sindur.
Samfelagið hevur ein samanhangsmátt, ið er bundin saman av felags máli, felags mentan og felags virðum. Tá ið vit tosa um integratión, ímynda vit okkum ofta, at tilflytarar skulu tillaga seg til móttøkusamfelagið - “assimilerast”, sum tað nevnist. Men integratión snýr seg eisini um, at móttøkusamfelagið tillagar seg til tilflytararnar. Um man ynskir tað ella ikki, so gongur integratiónin báðar vegir.
Men um ov nógvir tilflytarar koma upp á stutta tíð, kann integratiónin miseydnast. Tað merkir ikki bara, at tilflytararnir verða “segregeraðir” ella “marginaliseraðir”. Tað merkir eisini, at sjálvt samfelagið - ella ávís lokalsamfeløg - verða disintegrerað. Samfelagið missir sín samanhangsmátt, tí fólk hava ikki longur felags mál, felags mentan og felags virði. Hetta er satt eitur fyri eitt samfelag, og verður tilflytingin ov ógvuslig, uttan at móttøkusamfelagið megnar at lofta tilflytarunum, kunnu avleiðingarnar verða óbótaligar. Skaðin á samfelagið kann gerast so stórur, at tað ikki bjargast aftur. Stuttskygdi løtuvinningurin av tilflytingini kann elva til størri kostnaðir í longdini.
Tað hevur eisini týdning, at vit fáa tilflytarar til landið, ið hava góðar undanførleikar til at integrera seg. Hetta kann snúgva seg um málsligan nærleika. Tað kann eisini snúgva seg um mentanaligan nærleika, m.a. at uppalingin og útbúgvingin hjá tiflytarunum minnir um ta hjá føroyingum. At enda kann tað eisini snúgva seg um virðisnærleika. Tað finst ein altjóða kanning, ið nevnist “Word Value Survey”, ið eisini finst sum eitt “mentanarkort”, sonevnda “Inglehart–Welzel Cultural Map”. Her kann síggjast, hvørjar mentanir líkjast og hvørjar líkjast frá.
Føroyar hoyra sum vera man til saman við hinum Norðurlondunum í “Protestant Europa”. Sum vera man liggur “Protestant Europa” nær upp at “English Speaking”-landabólkinum og lutvíst “Catholic Europe”-bólkinum. Vit hava eisini lutfalsliga stóran “virðisfelagsskap” við einstøk lond í fjarum heimspørtum sum Japan og Uruguay. Virði snúgva seg sostatt ikki bara um geografiska frástøðu, Vit hava t.d. meiri til felags við fólk í Eysturasia enn við fólk í økjum, ið eru nær við Europa!
Vit eiga ikki bara at hyggja eftir, um tilflytarar hava reina revsiváttan, men harumframt at hyggja eftir, hvussu stór mentanarliga frástøðan er. Við “mentanarkortinum” hava vit eitt kvantiativt og rímiliga objektivt amboð til at skipa okkara tilflyting. Sum nú er hava vit sera grova býtið millum Norðurlond, ES-lond og “Triðjalond”, men hetta er ikki eitt nøktandi uppbýti, hvørki tá tað snýr seg um mál, mentan ella virði.
Sum Sjúrður Skaale skrivar, hava vit enn ikki skalað okkara samfelag, og hava tí framvegis møguleika at broyta kós. Vit kunnu ikki einans hyggja eftir revsiváttan, men eiga at meta tilflytarar eftir teirra málsliga, mentanarliga og virðsliga førningi. Tað er avgerandi at velja út tilflytarar við góðum integratións-førleikum og harumframt at halda talinum niðri, soleiðis at vit megna at integrera tilfltytararnar so hvørt.
Comments
Post a Comment