Posts

Showing posts with the label Globalisma

Sjúrður Skaale hevur fatur á rætta endanum viðvíkjandi tilflyting

Image
Sjúrður Skaale er ein av politikarunum, ið royna at seta tilflyting á dagsskrá. Mynd: Wikmedia Commons. Í farnu viku skipaði Sjúrður Skaale fyri kjaktiltøkum við luttøku frá Bjørn Brandenborg og Frederik Vad, ið báðir eru sosialdemokratiskir fólkatingslimir, m.a. Í Varpinum í Klaksvík . Eftir tiltakið skrivaði Sjúrður nakrar niðurstøður á sín Facebook-vanga, ið eg her endurgevi:  Eitt samfelag er annað og meira enn ein arbeiðsmarknaður. Vit eru fyrst og fremst ein tjóð, sum hongur saman, tí vit hava felags mál, mentan og virði. Moderat tilflyting er góð og gagnlig og neyðug. Ov stór tilflyting til marknaðin kann hótta samanhangsmegina í samfelagnum. Tað kann hava avleiðingar, sum ikki kunnu rættast aftur. Tað hevur týdning hvaðani útlendingar koma. Summar mentanir eru lættari at integrera við okkara enn aðrar. Politiskt atgerðarloysi hevur verið sera dýrt og skaðiligt fyri nøkur lond. Tey eru endað í eini støðu, sum eingin er glaður fyri, og sum eingin hevur ynskt. Føroyar eru hei...

Tilflytingin økist, tí vinnan ikki skapar arbeiðspláss, ið føroyingar leggja í (mikubloggur)

Image
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, hevur víst á, at útlendingalógin má strammast upp. “Útlendingastovan hevur tíverri ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, men upplýsir, at fiskavirkir og gistingarhús eru væl umboðað, tá tosað verður um Fast Track, eins og fiskiveiðuvinnan er væl umboðað.” Soleiðis skrivar Sirið Stenberg í svari sínum upp á fyrispurningi hjá Bárði á Lakjuni um tilflyting , ið m.a. spurdi, hvussu nógvir útlendingar eru komnir á føroyska arbeiðsmarknaðin, síðani Fast Track-skipanin varð sett í gildi, og hvørjum vinnugreinum arbeiða hesi í. Tíverri hevur Útlendingastovan ikki tøl fyri, hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða í, og tað er í sjálvum sær atfinngingarsamt. Men hóast hetta er yvirskipað galdandi, at hesi eru topp 3: Matvøruídnaðurin (fiskavirki o.a.)        Gistingarhús- og matstovuvinnan            Fiskivinna    ...

Er Fast Track-skipanin beinleiðis ætlað at forða integratión?

Image
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í útlendingamálum, hevur svarað fyrispurningi um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum. Mynd: Wikimedia Commons Í farnu viku skrivaði Vilhelm Bergsson, masterlesandi á Setrinum, sera áhugaverda grein um tilflyting. Undir yvirskriftini Fast Track-skipanin hevur menniskjaligar avleiðingar vísir hann m.a. á fýra avbjóðingar, ið hann hevur funnið fram til í kanningum í samstarvi við Bakkafrost. Vilhelm Bergsson vísir á, at:  Leiðin til varandi uppihaldsloyvi er bæði long og demotiverandi. Nógvir tilflytarar liva í nógv ár í óvissu um bústað og framtíð. Hóast teir vilja læra føroyskt og knýta sambond við føroyingar, missa fleiri motivatiónina vegna longu bíðitíðina til varandi uppihaldsloyvi, ikki minst, tí at ein uppsøgn nullstillar hesa tilgongd.  Kravið um fulla arbeiðstíð ger integratiónina trupla í verki, tí fólk skulu arbeiða 40 tímar um vikuna hvørja einastu viku fyri at varðveita arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Tá er lítil orka ef...

Tjóðveldi - nationalt í skinni; globalt í sinni

Image
Lítla fjórðingsøldin við Høgna Hoydal sum formanni broytti Tjóðveldi fullkomiliga. Mynd: Wikimedia Commons Tjóðveldi - áður Tjóðveldisflokkurin - hevur eitt rættiliga serstakt navn, ið kundi bent á, at talan er um ein nationalistiskan flokk. Tjóð merkir jú natión, og sostatt merkir tjóðveldi í grundini “nationalt ræði”. Men á donskum nevnist flokkurin Republikanerne og á enskum bert Republic . Man kundi tá trúð, at talan var um ein republikanskan flokk, men hóast flokkurin partvíst er republikanskur - m.a. ímóti kongshúsinum, er hetta ikki høvuðstýdningurin handan floksnavnið. Heldur snýr tað seg um at tjóðin skal valda sær sjálvari, vera ein sjálvstøðug republikk. So langt so gott. Trupulleikin er bara, at republikk eitur ikki tjóðveldi á føroyskum, men lýðveldi.  Kring Europa er í løtuni ein risastór tjóðskaparbylgja - ein nationalistisk bylgja. Nationalkonservativir og nationalpopulistiskir flokkar vaksa seg stórar í Svøríki, Bretlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia - ja, í f...