Tjóðveldi - nationalt í skinni; globalt í sinni

Lítla fjórðingsøldin við Høgna Hoydal sum formanni broytti Tjóðveldi fullkomiliga. Mynd: Wikimedia Commons


Tjóðveldi - áður Tjóðveldisflokkurin - hevur eitt rættiliga serstakt navn, ið kundi bent á, at talan er um ein nationalistiskan flokk. Tjóð merkir jú natión, og sostatt merkir tjóðveldi í grundini “nationalt ræði”. Men á donskum nevnist flokkurin Republikanerne og á enskum bert Republic. Man kundi tá trúð, at talan var um ein republikanskan flokk, men hóast flokkurin partvíst er republikanskur - m.a. ímóti kongshúsinum, er hetta ikki høvuðstýdningurin handan floksnavnið. Heldur snýr tað seg um at tjóðin skal valda sær sjálvari, vera ein sjálvstøðug republikk. So langt so gott. Trupulleikin er bara, at republikk eitur ikki tjóðveldi á føroyskum, men lýðveldi. 


Kring Europa er í løtuni ein risastór tjóðskaparbylgja - ein nationalistisk bylgja. Nationalkonservativir og nationalpopulistiskir flokkar vaksa seg stórar í Svøríki, Bretlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia - ja, í flest øllum europeiskum londum. Samstundis síggja vit Tjóðveldi við víkjandi undirtøku. Tað er fyrsta paradoksið. Sambært seinastu veljarakanning fær flokkurin einans 5 tinglimir og góð 16% av atkvøðunum. Hetta er sera lítið í mun til ta undirtøku flokkurin plagdi at hava. 


Hvussu ber tað so til, at hesin áljóðandi tjóðskaparflokkur klárar seg so illa, tá ið tjóðskaparflokkar aðrastaðni klára seg so væl? Flestu europeisku tjóðskaparflokkar eru antin populistiskir ella konservativir, men Tjóðveldi er hvørki av hesum. Tað er ikki eitt paradoks, men ein anakronisma. Undir Kalda Krígnum og í Millumkrígstíðini var ikki óvanligt við vinstravendum tjóðskaparflokkum; tað var eisini í hesum høpi, at Tjóðveldi varð stovnaður í 1948.

Ein annar trupulleiki er at finna í tvíbýtta samleikanum, eg nevndi í byrjanini: flokkurin eitur eitt, men er nakað annað. Sambært navninum skal hann eitast at vera tjóðskaparsinnaður, men í verki er hann í dag ein hin mest globalistiski flokkurin í Føroyum. Hetta er næsta paradoksið. Tjóðveldi er ein flokkur, ið roynir at appellera til (symbolskar?) tjóðskaparkenslur, men í grundini hevur eina globalistiska agenda - um Føroyar sum aktør í alskyns altjóða felagsskapum. Trupulleikin er bara, at nationalistisku veljararnir hjá Tjóðveldi hava gjøgnumskoðað, at Tjóðveldi hevur sera ilt við at skera ígjøgnum við tjóðskaparligum politikki, júst tí yngra ættarliðið í flokkinum er meiri globalistiskt sinnað.


Nógv munnu eftirhondini síggja, at Fólkaflokkurin í verki er minst líka tjóðskaparsinnaður sum globalistarnir í Tjóðveldi. Tí er tað heldur ikki løgið, at tjóðveldisveljarar í hópatali flyta yvir til Fólkaflokkin sambært veljarakanningini hjá KVF stutt fyri jól. Fólkafloksmaðurin Símun á Høvdanum legði um jóltíðir út eina mynd av Merkinum við áskriftini: “Føroyar er fyri føroyingar”. Fremstur at krevja frástøðu frá hesi útsøgn var ein tjóðveldismaður. Hetta er eitt triðja paradoks. Áttu júst tjóðveldisfólk ikki at hildið, at Føroyar eiga at vera fyri føroyingar, ikki fyri danir ella aðrar útlendingar? 


Ronnie Thomassen, ein fyrrverandi tjóðveldismaður, ið nú stillar upp fyri Fólkaflokkin, segði tað soleiðis á Facebook beint fyri jól: “Kanska er tað júst handa globalistiska umdefineringin av flokkinum, sum samstundis hevur flutt hann so langt til vinstru, at tann klassiski loysingarpolitikkurin nú bara er ein viðfáningur.” (Nevnast skal, at Ronnie Thomassen var ein av høvuðsstuðlunum hjá Høgna Hoydal, tá ið hann kom til valdið í 1990’unum.)


Eg haldi at Ronnie nertir við nakað áhugavert her. Flokkurin hevur seinastu árini førkað seg langt móti virðisvinstru, men samstundis burtur frá tí gomlu “Fisherman’s Friend”-positiónini hjá Heina í Kunoy. Samstundis er flokkurin vorðin enn meiri globalistiskur, og hevur størri áhuga í at lata slúsur upp út í heim, heldur enn at verja tjóðina heima á klettunum. 


Ein annar tjóðveldismaður av gamla slagnum, Jørgin við Úlvsá, er enn meiri bersøgin: “Woke, palestinaflipp, drál í tjóðskaparpolitikkinum, hasardspæl við russlandssáttmálanum, stríð við bøndur, fiskimenn, verkafólk, reiðarar o.s.fr. Úrslitið í veljarakanningini má geva seg sjálvt.” Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at í dag er Tjóðveldi á fleiri økjum nærum diametralt øvutur av hvat hann upprunaliga var. “Frá Heina til Hervør”, so at siga.


“Skeri eg teg her, so missi eg teg har” er eitt føroyskt orðatak, ið tikið verður til, tá ið ein skal velja annað av tveimum tingum, men fegin vildi fegin bæði. Soleiðis síggi eg eisini Tjóðveldi í dag. Flokkurin vil bæði vera globalistiskur og nationalistiskur, men tað ber snøgt sagt ikki til í verki. Tjóðveldi hevur fingið nýggjar veljarabólkar seinastu árini, men hevur eftir øllum at døma mist enn fleiri veljarabólkar. Tjóðveldi er ein paradoksalur flokkur; ein flokkur í andsøgn við seg sjálvan.  Í mun til floksins veruliga endamál hevði neyvasta navnið kanska í grundini verið "Fullveldi" ella "Fullveldisflokkurin". Ella kanska bara "Loysing"?



Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa