Posts

Showing posts with the label Tjóðskapur

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið (mikubloggur)

Image
Poul Schlüter " Ideologi er noget bras" segði Poul Schlüter statsministari á sinni. Hesi orð hava sjáldan verið sannari enn í dag, nú hugsjónir í alsamt størri mun verða settar upp ímóti hvørjum øðrum uttan stórvegis atlit til veruleikan. Undir kalda krígnum, tá ið Schlüter floygdi hesi orð, høvdu hugsjónir hóast alt eitt sterkt býtispolitisk kjølfesti, men í dag eru tær alsamt meiri konstrueraðar og veruleikafjarar. Vit hoyra javnan vinstravend ákæra høgravend og høgravend ákæra vinstravend, ofta við strámansargumentum heldur enn faktuelt grundaðum argumentum. Av hesi orsøk hava báðir partar lyndi til at førka seg burtur frá veruleikanum og leita niður í alskyns haruholur. Her eru nøkur dømi: Vinstravend ynskja at niðurbróta tjóðskaparliga samleikan og samanhangsmáttin við at skifta tjóðskaparligan stoltleika út við sjálvshatur og sjálvsatfinningar. Hinvegin reagera tey høgravendu við ógvusligari nationalismu, sjálvsgleði og sjálvshálovan.  Vinstravend ynskja at gera søguna...

Tjóðveldi - nationalt í skinni; globalt í sinni

Image
Lítla fjórðingsøldin við Høgna Hoydal sum formanni broytti Tjóðveldi fullkomiliga. Mynd: Wikimedia Commons Tjóðveldi - áður Tjóðveldisflokkurin - hevur eitt rættiliga serstakt navn, ið kundi bent á, at talan er um ein nationalistiskan flokk. Tjóð merkir jú natión, og sostatt merkir tjóðveldi í grundini “nationalt ræði”. Men á donskum nevnist flokkurin Republikanerne og á enskum bert Republic . Man kundi tá trúð, at talan var um ein republikanskan flokk, men hóast flokkurin partvíst er republikanskur - m.a. ímóti kongshúsinum, er hetta ikki høvuðstýdningurin handan floksnavnið. Heldur snýr tað seg um at tjóðin skal valda sær sjálvari, vera ein sjálvstøðug republikk. So langt so gott. Trupulleikin er bara, at republikk eitur ikki tjóðveldi á føroyskum, men lýðveldi.  Kring Europa er í løtuni ein risastór tjóðskaparbylgja - ein nationalistisk bylgja. Nationalkonservativir og nationalpopulistiskir flokkar vaksa seg stórar í Svøríki, Bretlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia - ja, í f...

Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv! (mikubloggur)

Image
Jóannes Patursson í siðbundnum hami. Mynd. Wikimedia Commons Hugleiðingar gamlaárskvøld 2025 “Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv!” Soleiðis byrjar Jóannes Patursson triðja og seinasta ørindi í sálminum Boðar tú til allar tjóðir , og heldur hann fram: “at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av;”. Hetta skal alt “tryggja føroyingunum her at byggja.” Hetta er sjálvandi skrivað í eini heilt aðrari tíð - í 1905, tá ið Føroyar framvegis vóru sera merktar av siðbundnum, kristnum siðaarvi og undir ávirkan av eini spírandi tjóðskaparkenslu. Hetta var ein tíð, tá ið siðir, kristin virði og tjóðskapur so at siga vóru ein “tríeind”; ein tíð, tá ið samfelagið hevði ein greiðan rætning, tá ið tað mesta gekk upp í eina hægri eind, tá ið framburður var eitt felags mál. Umframt Jóannes Patursson bygdu Jákup Dahl, Mikkjal á Ryggi, Símun Mikal Zachariasen, Hans Andrias Djurhuus, Jógvan Waagstein, Victor Danielsen v.fl. síni mentanaravrik á hesa tríeind. A...