Føroyska samfelagið er vorðið útlendskt
![]() |
| Fátt er føroyskari enn tá ið Tórshavnar manskór syngur fosturlandssangir á Vaglinum á Ólavsøku. Men føroysk klæði eru í høvuðsheitum innflutt tiflar. |
Men tá ið vit tosa um sjálvt samfelagið og øll tey “ting”, ið samfelagið er sett saman av, er sera lítið av Føroya landi føroyskt, og undir øllum umstøðum er tað tilvirkað við útlendskari orku og/ella tøkni.
Eg plagi at samanbera Føroyar í dag við Føroyar fyri 100 og 200 árum síðani. Her eru nøkur dømi:
Mesti matur, ið varð etin í Føroyum í 1826, varð veltur ella veiddur her á landi við amboðum, ið eisini í stóran mun vóru framleidd her á landi. Nakað av vørum varð flutt til Føroya, men vanlig húsarhald vóru í høvuðsheitum sjálvsveitandi. Í 1926 var longu væl av innflutningi til Føroya av alskyns vøru. Handilsvørur vóru ikki vanligar í øllum heimum, men sera útbreiddar, og fiskiskapurin fór í stóran mun fram við skipum, ið vóru keypt úr útlondum ella smíðað úr útlendskum tilfari. Hóast føroyingar eisini framleiddu kol, varð nógv bunkrað í øðrum londum. Í 2026 er meginparturin av matinum innfluttur, ið vit eta, og um tann matur, ið verður framleiddur í Føroyum krevur útlendskar maskinur, flutningstól ella veiðutól, og undir øllum umstøðum er brennievnið innflutt. Hóast partur av orkuni stavar frá okkara umvørvi, er orkutøknin fult og heilt innflutt úr øðrum londum.
Hygg teg um kring: ert tú á einum føroyskum stórplássi, skat tú hyggja langt fyri at síggja nakað føroyskt. Bygningurin stendur væl at merkja á føroyskum jørðildi, men betongið er bert lutvíst føroyskt, og træið er innflutt, tí í dag er rekaviður mest til pynt. Takið er eisini innflutt, gluggar og hurðar somuleiðis. Gólvklædningur, tapet, máling og stórt sæð alt innbúgv er útlendskt, hóast okkurt er endaframleitt í Føroyum. Vatnið í kranunum er føroyskt, men allar innleggingar eru útlendskar. Eigur tú ljóðføri, eru tey heilt víst eisini útlendsk ella úr útlendskum tilfari.
Fert tú út um, er bilurin útlendskur og verður rikin við útlendskum brennievni. Vakstrarhúsið er eisini útlendskt, og flestu planturnar í tí somuleiðis. Við síðuna av eru kanska epli, røtur og rabarbur, ið grógva í føroyskari mold, tó helst við útlendskum handilstøði.
Hyggur tú teg um, eru vegirnir asfalteraðir, lutvíst úr føroyskum og lutvíst úr útlendskum tilfari, men framleitt við útlendskari tøkni og orku. Í viðarlundini eru ein rúgva av innfluttum trøum, ið tó grógva í føroyskari mold. Í slíkum økjum trívast alskyns útlendsk skordýr, ið ikki høvdu livað her, um vit menniskju ikki høvdu tikið tey við. Vespurnar sigast vera komnar við grasinum til Tórsvøll. Eisini eru viðhvørt spildurnýggj fuglasløg at síggja.
Sjálvt seyðurin á bønum og neytini á trøðni eru bert lutvíst føroysk nú á døgum, tí nógv av fóðrinum verður innflutt, og uttan góð útlendsk seyðahús og fjós, hevði verið lítið av djórahaldi her á landi. Sjálvt grindin, vit veiða, hevði ikki komið til høldar, um ikki vit høvdu útlendskar bátar og útlendska orku at reka hana við. Ja, vit høvdu als ikki havt hvørki fiskivinnu ella alivinnu uttan útlendsk skip, vinnutól og orku. Okkurt er gamaní endaframleitt í Føroyum, men alt tilfarið er innflutt.
Hyggja vit at okkum sjálvum, eru mest sum øll okkara klæði útlendsk. Kanska er okkurt føroyskt ullint plagg; ein troyggja, ein húgva, einar hosur, men annars er stórt sæð alt innflutt. Sjálvt føroysku klæðini eru framleidd úr útlendskum vaðmali, og sniðið er eisini í høvuðsheitum norskt. Og í síðsta enda eru vit ikki sjálvi serliga føroysk, tá ið vit í høvuðsheitum eru gødd við útlendskari føði og uppald við útlendskum undirhaldi.
Sum kári p á sinni sang í Meirilutin ræður: “er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt tað tú hoyrir og sært har er danskt amerikanskt.”
Tá ið vit syngja og hálova øllum tí “føroyska”, skulu vit minnast til, at hetta mest av øllum snýr seg um staðseting, ikki um uppruna. Tá ið føroyskar fyritøkur lýsa við “keyp føroyskt”, snýr tað seg ikki so nógv um at vøran er føroysk í einum vistfrøðiligum týdningi, men at stórur partur av framleiðsluni er farin fram í Føroyum. Og vit føroyingar eru hvørki føðsluliga, tøkniliga ella mentanarliga serliga føroyskir. Eg siti her og skrivi á eina útlendska teldu, brúki eitt útlendskt forrit og enntá eitt útlendsk stavrað heldur enn ᚠᚢᚦᚨᚱᚲ. Orsøkin til at eg eri føroyingur, at eg skrivi føroyskt og at eg skrivi um føroysk viðurskifti, er at eg eri staðsettur í Føroyum, í einum føroyskum máli, í einari føroyskari mentan. Stórt sæð alt annað er skift út frá føroyskum til útlendskt hesar seinastu øldirnar, men hóast hetta kenni eg meg… kenna vit okkum sum føroyingar.
Men kanska fer eisini tað at broytast komandi árini. Fara vit at kenna okkum sum føroyingar um 100 ár? Fara vit at tosa føroyskt um 200 ár? Longu nú á døgum er stórur partur av íbúgvunum føddir uttanlands, enntá nógvir føroyingar, ið eru føddir av føroyskum útisetum. Vit eru nógv meiri globaliserað, enn vit gruna, bæði í sinn og skinn.
- Hæddarpunkt í vikuni: Rógva Olavson vardi sína ph.d.-ritgerð við heitinum: “Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands” fríggjadagin 13. november í Kongshøll, og sum vera man vóru nógvir stjórnmála- og samfelagsfrøðingar, ið lýddu á.

Comments
Post a Comment