Posts

Showing posts with the label Burðardygd

Føroyska samfelagið er vorðið útlendskt

Image
Fátt er føroyskari enn tá ið Tórshavnar manskór syngur fosturlandssangir á Vaglinum á Ólavsøku. Men føroysk klæði eru í høvuðsheitum innflutt tiflar. Øgiliga lítið av føroyska samfelagnum kann í dag sigast at vera føroyskt, soleiðis skilt at tað er gjørt úr føroyskum tilfari. Sjálvandi er geografiska grundarlagið: lendið, luftin, vatnið og stórur partur av djóra- og plantulívinum føroyskt. Men longu her steðgar tað, tí í dag eru stórur partur av okkara flora og fauna innflutt, og hvat viðvíkir djóraslagnum, ið fyllir og ávirkar mest, so eru vit eisini væl og virðiliga blandað við onnur fólkasløg, bæði søguliga og nútíðarliga.  Men tá ið vit tosa um sjálvt samfelagið og øll tey “ting”, ið samfelagið er sett saman av, er sera lítið av Føroya landi føroyskt, og undir øllum umstøðum er tað tilvirkað við útlendskari orku og/ella tøkni.  Eg plagi at samanbera Føroyar í dag við Føroyar fyri 100 og 200 árum síðani. Her eru nøkur dømi: Mesti matur, ið varð etin í Føroyum í 1826, varð...

Veðurlagskreppan er avlýst - sjálvt av Gretu Thunberg

Image
Tá ið veðurlagsbroytingar fóru av móta, gjørdist Greta Thunberg Palestina-aktivistur í staðin. Mynd: Wikimedia Commons Fyri nøkrum árum síðani østi svenski tannáringurin Greta Thunberg heimin upp í skúm við sínum veðurlagsmótmælum. "I want you to panic" stendur eftir sum tragikomiska sitatið, ið er vorðið ímyndin av svenska livibreyðs-aktivistinum. Í fullari longd ljóðar sitatið: "I don't want you to be hopeful. I want you to panic. I want you to feel the fear I feel every day. And then I want you to act. I want you to act as if your house is on fire. Because it is." Orðini fullu á toppfundi í Davos -  áðrenn Covid19-farsóttina, áðrenn Ukraina-kríggið, áðrenn Gaza-kríggið, áðrenn Trump varð afturvaldur... Nógvar vanlukkur eru hendar, síðani vit sluppu tíggjunum, og hóast veðurlagskreppan versnar alsamt, minkar hon alsamt í raðfesting og diskursivum mátti. Alskyns aðrar kreppur hava yvirhálað, og fólk flest tykjast nærum hava gloymt alt um ógvusligu ójavnvágir...

Á námsferð til Barcelona: býin, ið troyttast av ferðafólki

Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð. Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.   Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Dømi um hetta er “Mercat de la Boqueria” beint við rambluna, ið ...

Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Image
Jón Kragesteen er formaður fyri FNU. [K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið? Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at "Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum" , og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. "Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt.  La...

Samgongan vil stuðla øllum - uttan teimum veikastu

Image
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ónøgdur við mvg-frítøkuna av olju og bensini. Mynd: Løgtingið. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at taka MVG av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli. Tað er sjálvur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður, ið hevur lagt málið fyri Løgtingið. Andstøðan finst sum vera man at uppskotinum, men heldur ikki øll í samgonguni eru nøgd. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum sigur eitt slíkt uppskot vera viðkomandi vegna príshækkingar á olju, men heldur at samgongan átti at orða eitt eitt betri uppskot. Hann heldur tað ikki vera rætt, at øll skulu fáa stuðul til at keypa bensin og diesel. Heldur átti stuðulin at verið markaður til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Bill Justinussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur hinvegin sagt við meg, at “av tí at skjót hjálp er dupult hjálp hevur Landsstýrið tí valt at gera skipanina so einfalda sum tilber” . Samgongan vil gera nakað og hand...

Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar miðbýi (mikubloggur)

Image
Í nøkur ár hevur verið stríð millum Føroya Bjór og Klaksvíkar kommunu, ið týðiliga hava ymiskar fatanir av menningini av Klaksvíkar miðbýi. Klaksvík var í farnu øld ein ídnaðarbýur, men er seinastu árini umbroyttur til ein tænastu- og vitanarbý. Hóast hetta eru nógvir klaksvíkingar uppvaksnir í ídnaðarsamfelagnum og hava tí ikki skilt, hvussu nógv Klaksvík er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð.  Føroya Bjór er staðsett í miðbýnum í Klaksvík, og tað er ein greið feilstaðseting. Eitt framleiðsluvirki hoyrir ikki heima í miðbýnum, men átti at verið staðsett í útjaðaranum av býnum - ella uttan fyri býin. Í farnu øld vóru onnur framleiðsluvirki í miðbýarbeltinum millum Borðoyarvík og Vágna, men hesi eru antin givin ella umbroytt til tænastuvirksemi. Eftir stendur Føroya Bjór sera malplaserað millum kirkju, mentanarhús, matstovur, apotek, hotell og ymiskt annað tænastuvirksemi. Á kortinum havi eg litað Føroya Bjór reytt fyri at vísa staðsetingina. Aðrir vinnubygningar eru litaðir violet...

Styttra suðuroyarleiðin ofrað í politiskum taktikki

Image
Tað tykist sum ynskir Aksel V. Johannesen at gera Suðuroyartunnilin til sítt eftirmæli, eisini hóast samgongan rýkur av tí.  Samansettar myndir. Wikimedia Commons Í hesum døgum koma málini um suðuroyartunnilin og pensjónsaldur til skarpskeringar. Málini eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, og kunnu tí koma at kosta samgonguni lívið. Serliga málið um suðuroyartunnilin er merkt av taktikki meiri enn mál-rationaliteti. Tað snýr seg eyðsýniliga meiri um at fáa “okkurt” ígjøgnum, heldur enn at deliberera seg fram til bestu loysnina.  Í álitinum til “Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av   Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum” standa m.a. fyrimunir lýstir viðvíkjandi alternativari farleið norður um Múlan á Sandi. Her eru sjey greiðar grundgevingar fyri hesi farleið. Í álitinum stendur skriva, at alternativa farleiðin: Verður styttri - uml. 3,5 km - styttri ferðatíð, størri samfelagsnytta Minni hæddarmunur í tunlinum - uml. ...

Sandur er eitt unikt umhvørvi (mikubloggur)

Image
Mølheyggjarnir á Sandi. Mynd: Wikimedia Commons Mortansmessukvøld var eg til áhugaverda fólkafundin “Hvussu verja vit náttúruna” í Finsen. Millum áhugaverdu framløgurnar var m.a. ein kostnaðar/nyttu-greining hjá búskaparfrøðinginum Brandi Sjúrðarsyni, har hann vísti á hvussu trupult tað er at seta virði á náttúruna, at ymisk eygu síggja ymisk virði og viðhvørt mótstríðandi virði. At enda vísti hann á, at tað kostar 0,- (null kŕonur) at gera seg inn á eitt Ramsar-øki - fyri at prógva sítt poeng. Búskaparlig viðurskifti eru nærum fult og heilt prísásett, og samfelagslig viðurskifti verða í alsamt størri mun prísásett - enntá uttanvirknaðir (eksternalitetir). Men fá seta prís á náttúruna - hvørki ítøkiliga ella í yvirførdum týdningi. Tí kemur hon altíð í síðstu røð, tá raðfestingar skulu gerast. Men hóast náttúran ikki verður prísað, er hon tó nakað tað virðismiklasta vit eiga. Í mun til vørur og tænastur í búskaparligu og samfelagsligu sferuni er tænastan frá náttúru og umhvørvi sera gru...

Fara flestøll at hava privatbilar í framtíðini?

Image
Sjálvkoyrandi bilur. Mynd: j4p4n /Openclipart Ein gloymdur partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin er “framtíðargranskingin”. Hvussu fer samfelagið at broytast hesa komandi hálvu øldina? Og hvussu fer tað at ávirka nýtsluna av Suðuroyartunlinum og harvið sjálvt handilsmodellið fyri tunnilin? Vit fara at síggja eina áhaldandi broyting í orkunýtsluni. Longu nú koyra nógvir elbilar á vegunum, og í framtíðini fer nýggj tøkni at broyta orkuveitingina til bilar fullkomiliga. Tað er heldur ikki víst, at vit um 50 ár fara at hava privatbilar, sum vit kenna tað í dag. Kanska verða heilt aðrar loysnir upp á mobilitets-trupulleikan, ið er íkomin av, at arbeiðspláss og bústaðir verða staðsett alsamt minni samanhangandi. Hugtakið burðardygd fer at fylla enn meiri í framtíðini enn tað ger í dag, líka mikið hvat Trump v.fl. munnu halda. Fer man í framtíðini at góðtaka so nógva ferðing millum bústað og arbeiði, sum vit hava sæð seinastu áratíggjuni? Burðardygd er ikki bert ein spurningur um umhvørvi o...