Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Jón Kragesteen er formaður fyri FNU.

[K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið?

Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at "Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum", og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. "Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt. 

Las eina áhugaverda og ræðandi grein frá Yale School of the Environment undir heitinum “Overshoot: The World Is Hitting Point of No Return on Climate”, har soleiðis verður skrivað: "[T]he world’s governments appear to have lost their appetite for tackling the emissions that are causing the warming. / The 1.5-degree target was set at the Paris climate conference a decade ago, (...)  But climate scientists say that 10 years of weak action since mean that nothing can now stop the target being breached. “Climate policy has failed. The 2015 landmark Paris agreement is dead,”

Hóast nógv átøk eru framd, økist CO2-útlátið framhaldandi, og einki bendir á, at tað fer at minka í bræði. Samstundis er sonevnda "Heimssamfelagið" í upploysn, soleiðis at altjóða veðurlagssamstarv verður enn meiri ómøguligt, enn tað longu er. Nøkur lond royna at ofra seg á "veðurlagsaltarinum" í vón um, at tað fer at hjálpa - sum tað sjálvandi ikki ger. Tað er - tíverri - ein fantasi, ein "átrúnaður". Í teoriini kundi tað borið til, men í praksis er tað tíverri ikki møguligt. “Tað lekur millum teori og praksis”, sum Rói Patursson segði so væl.

At katastrofan kann tálmast nakað, er eitt, men hon verður ivaleysa ring, líkamikið hvat vit gera. Skaðin er hendur og tað fer at taka øldir hjá jarðarskipanini at umvæla skaðan. Dapri veruleikin er, at nærum einki í verki kann gerast við globalu upphitingina, og tí er neyðugt at tryggja sær, at ein sjálvur verður vardur sum frægast ímóti teimum avleiðingum, ið fara at koma. "I want you to panic!", segði Greta Thunberg á sinni, áðrenn hon sjálv misti áhugan fyri veðurlagi og fann annað at ganga upp í. Nei, tvørtur ímóti mugu vit halda høvdið kalt, soleiðis at vit kunnu møta óundansleppiligu upphitingini við skilagóðum átøkum. Tað verður dýrt, sera dýrt, men heldur enn at ofra okkara ríkidømi til ein máttleysan altjóða "veðurlagsgud", mugu vit brúka pengarnar upp á sjálvverju, herundir veitingartrygd: matvørutrygd, orkutrygd o.s.fr.  

Kanska kann veðurlagspolitikkur mest av øllum síggjast sum eitt slag av "moral-terapi", ið mótvirkar kensluna av ómegd, gevur eina kenslu av tamarhaldi og fær ein at kenna seg minni skuldartyngdan? Um so er, er veðurlagspolitikkur væl endaður sum symbolpolitikkur heldur enn sum realpolitikkur. Fyri meg at síggja er ivin um framtíðar oljuveitingartrygdina tó hitt størra vandamálið. Tað er als ikki óhugsandi, at oljuflutningur kann gerast munandi truplari og harvið dýrari í framtíðini. Tað er heldur ikki óhugsandi, at oljuinnflutningur til Føroya kann gerast óstabilur í styttri ella longri tíðarskeið, og tá koma Føroyar í kreppu, um vit ikki hava nóg stórar orkugoymslur ella alternativar orkukeldur at fella aftur á.

Tí eru nógvar góðar grundir til at fjøltátta føroysku orkuframleiðsluna enn meiri, møguliga eisini við oljuframleiðslu. Vit gerast jú ikki leys av olju enn á sinni, og um oljuframleiðsla fer fram beint hinumegin mark, kunnu Føroyar tað sama fáa ágóða av hesum, sum at bretar fáa allan ágóðan. Lata vit bretar gera "skitna arbeiðið", kunnu vit svala okkum við okkara okkara grønu moral-terapi, men uttan eyka inntøkur, ið vit kundu brúkt til at fyrireika okkum til avleiðingar av væntandi veðurlagsvanlukkum seinni í øldini. Júst hesum sjónarmiði kom Framsókn við fyrr í ár, og eg eri rættiliga samdur: [E]ftirspurningurin eftir olju og gass fer at halda fram í fleiri áratíggju. Heimurin klárar seg enn ikki uttan olju og gass, sum eru álítandi orkukeldur. Tvørtur ímóti, kundu vit brúkt inntøkurnar av oljuvinnuni til at gjørt íløgur í grøna orkuskiftið.”

p.s. Ein annar stórur trupulleiki við orkukjakinum er, at vit als ikki taka alla føroysku orkunýtsluna við. Eitt er beinleiðis orkunýtslan og -framleiðslan í Føroyum. Eitt annað er orkunýtslan hjá føroyingum uttan fyri Føroyar, t.d. í arbeiðsørindum ella feriu. Eitt triðja eru føroyskar fyritøkur við virksemi og bunkring uttanlands. Eitt fjórða er orkunýtslan hjá útlendingum, ið hava viðskifti við Føroya og harvið eru partur av føroyska búskapinum. Eitt fjórða er dulda orkan, ið føroyingar innflyta frá øðrum londum gjøgnum alskyns produkt. Áðrenn vit fáa eina fulla uppgerð av samlaða orkurenslinum til og frá Føroyum, er ikki rætt at peika moralskan fingur eftir vanliga føroyinginum.

Comments

Popular posts from this blog

Spæl fyri gallarínum - ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sjálvsøknið hjá Eyðdis fekk Sambandsskriðuna at leypa

ALS er partur av samlaða skattatrýstinum