Posts

Showing posts with the label Kríggj

Er samband besta trygd fyri sjálvstýri?

Image
Nýggjasta “kortið” hjá Trump vísir Ísland sum part av USA. Men hvussu við Føroyum? Íslendingar atkvøddu seint í august ímóti at fara undir nýggjar samráðingar við ES, og hóast talan “bert” var um eina fólkaatkvøðu, vil íslendska stjórnin fylgja henni . Ísland heldur eisini fram bæði í EBS og Schengen . Men at vera uttan fyri ES ger eisini Ísland meiri sárbært mótvegis øðrum stórveldum. Vit liva í ófriðarligum tíðum, bæði vegna russar eystanfyri og amerikanarar vestanfyri og onnur stórveldi, ið lúra handan leiktjøldini. Vit síggja enntá, at Grønland møguliga er á veg at verða uppslúkt av USA, ið gjarna vil hava ræði á øllum Norðuramerika - heilt frá Panamà til Peary Land. Ísland er heilt greitt eisini í áhugasferuni hjá USA, og nú Ísland hevur narrað Bruxelles, stendur Washington klárur við blómutyssinum . Eisini Keypmannahavn skrúvar upp fyri sjarmuna við íløgum í flogvøll og telekaðal til Grønlands. Hesin seinni verður eisini lagdur inn til Føroya á vegnum. Ursula van der Leyen kom fy...

Veðurlagspolitikkur sum symbolpolitisk moral-terapi

Image
Jón Kragesteen er formaður fyri FNU. [K]limagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina. Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan. Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið? Soleiðis skrivaði Jón Kragesteen, formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag) miðskeiðis í august. Eg eri púra samdur við honum í, at tað sær krunkasvart út fyri framtíðar-veðurlagið, men eitt orðatak sigur, at "Vegurin til Helvitis er steinsettur við góðum ætlanum" , og soleiðis er eisini við veðurlagspolitikki. "Góðar meiningar" og "góður vilji" skorta ikki, men einki úrslit  sæst. CO2-útlátið økist alsamt, og globala upphitingin økist alsamt.  La...

Føroyingar venda blinda eygað til kríggj og katastrofur

Image
Eg havi eina lítla standmynd við trimum apum standandi á køksborðinum. Hesa keypti eg sum tinganest í Katmandu í Nepal í fjør. Hetta er eitt av mínum yndis motivum. Upprunliga nevnist hetta motivið “San’en” (Tríggjar vísar apur), og eru eitt myndarligt maksim úr Japan, ið ber boðskapin “sí einki ilt, hoyr einki ilt, sig einki ilt”, tvs. eitt slag av lívsvísdómi úr buddhistiskari siðvenju. Tær tríggjar apurnar eita Kikazaru (hoyrir einki), Iwazaru (sigur einki) og Mizaru (sær einki).  Í Japan er boðskapurin at sleppa undan óndum tankum og gerðum, men í Vesturheiminum er boðskapurin nærum øvutur og nærum sum at venda blinda eygað til. Tær tríggjar apurnar symbolisera sostatt bæði, at man vil verja seg ímóti øllum illum, men samstundis, at man ikki vil síggja tað ónda. Standmyndin fekk meg í morgun at hugsa um samstarvið millum Føroyar og Russland - og fyri tann skyld við fleiri onnur ivasom lond. Av búskaparligum ávum vilja nógvir føroyingar helst ikki síggja tað ringa, ið Russland g...