Føroyingar venda blinda eygað til kríggj og katastrofur

Eg havi eina lítla standmynd við trimum apum standandi á køksborðinum. Hesa keypti eg sum tinganest í Katmandu í Nepal í fjør. Hetta er eitt av mínum yndis motivum. Upprunliga nevnist hetta motivið “San’en” (Tríggjar vísar apur), og eru eitt myndarligt maksim úr Japan, ið ber boðskapin “sí einki ilt, hoyr einki ilt, sig einki ilt”, tvs. eitt slag av lívsvísdómi úr buddhistiskari siðvenju. Tær tríggjar apurnar eita Kikazaru (hoyrir einki), Iwazaru (sigur einki) og Mizaru (sær einki). 


Í Japan er boðskapurin at sleppa undan óndum tankum og gerðum, men í Vesturheiminum er boðskapurin nærum øvutur og nærum sum at venda blinda eygað til. Tær tríggjar apurnar symbolisera sostatt bæði, at man vil verja seg ímóti øllum illum, men samstundis, at man ikki vil síggja tað ónda.


Standmyndin fekk meg í morgun at hugsa um samstarvið millum Føroyar og Russland - og fyri tann skyld við fleiri onnur ivasom lond. Av búskaparligum ávum vilja nógvir føroyingar helst ikki síggja tað ringa, ið Russland ger, hoyra um tað ringa, ið Russland ger, tíansheldur tosa um tað ringa, ið Russland ger. “Vit eru ikki partur av hesum stríðnum”, siga tey. “Vit hava einki útistandandi við Russland”, siga tey. “Lat okkum bara vera neutral og lata tey stríðast í friði”, siga tey. 


Hesin hugburður rættvísger at halda fram við samstarvinum, sum um einki var hent. Óttin fyri mótsanktiónum frá Russlandi er tó reellur, og hvørki ES ella Danmark fara at kompensera okkum fyri missinum av at fara í konflikt við Russland. 


Onkur hevur ført fram, at í tey skjótt 50 árini vit hava havt samstarv við Russland/Sovjett, hevur Russland verið partur av nógvum kríggjum. Hví skal tað vera ein trupulleiki nú, men ikki áður? Onnur vísa á, at Føroyar samstarva við nógv lond, ið eru líka ring ella verri enn Russland. Hví kunnu vit samstarva við hesi lond, men ikki Russland, verður spurt. Trupulleikin er, at hetta millum linjurnar skal skiljast sum at av tí at vit samstarva við so nógv onnur ivasom lond, eiga vit eisini at samstarva við Russland. Men niðurstøðan kundi tað sama verið tann øvuta: at avmarka samstarvið við Russland og tískil eisini við onnur ivasom lond. Trupulleikin er bara, at tað hevði kostað okkum dýrt búskaparliga. 


Er talan um ein “dupultstandard”? Stuðla vit Ukraina, tí tað er í Europa, meðan vit eru líkaglað við aðrar heimspartar? Vigar tað tungt hjá Aksel og Sirið at hava tikið í hondina á Volodomyr Zelensky og sostatt hava fingið lut í hansara karisma? Hinumegin politiska spektrið eru tinglimir, ið glaðbeintir taka av tilboðnum at vitja Heilaga Landið, og Miðflokkurin hevur enn sum áður sum hjartamál at styrkja samstarvið við Ísrael, herundir varðveita sendistovuna í Tel Aviv. Í báðum førum tykist symbolpolitikkur viga tyngri enn realpolitikkur. Tað er vanliga ókeypis og deiliga svart/hvítt at fyrihalda seg til symbolpolitikk, men nú sansar at, tí veruleikin hevur innheintað prinsippini, bæði í Ukraina og Ísrael.


Norski uttanríkisráðharrin Espen Barth Eide hevur sagt tað so væl: 'Hvis vi mener, at folkeretten skal respekteres af Rusland i Ukraine, så må vi også mene at den skal respekteres af Israel i Palæstina' (dr.dk, 30. august 2025) Og man kundi nevnt nógvar aðrar konfliktir eisini, t.d. nógvu ræðuleikanar í alskyns afrikanskum londum, ið flestu fólk neyvan kenna. Tá tað snýr seg um Afrika eru vit føroyingar starblindir, stokkdeyvir og málleysir. Tað er hóast alt ein bati, at vit nú hava eitt formligt kjak um atburðin hjá Russlandi, tí um vit vilja tað ella ei, mugu vit taka støðu í málinum - antin aktivt ella passivt.


Men fyri fyrst durva vit sum í sanginum Rumbuldós hjá Stongum/Guttesen, har teir syngja: “Hey, nú fara vit bæði beint í sofuna, eygleiða katastrofuna, so fara vit at lulla… lulla…”


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Fría matvalið - hvussu frítt er tað?