Posts

Showing posts with the label Russland

Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Image
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan.  Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlond...

Føroyingar venda blinda eygað til kríggj og katastrofur

Image
Eg havi eina lítla standmynd við trimum apum standandi á køksborðinum. Hesa keypti eg sum tinganest í Katmandu í Nepal í fjør. Hetta er eitt av mínum yndis motivum. Upprunliga nevnist hetta motivið “San’en” (Tríggjar vísar apur), og eru eitt myndarligt maksim úr Japan, ið ber boðskapin “sí einki ilt, hoyr einki ilt, sig einki ilt”, tvs. eitt slag av lívsvísdómi úr buddhistiskari siðvenju. Tær tríggjar apurnar eita Kikazaru (hoyrir einki), Iwazaru (sigur einki) og Mizaru (sær einki).  Í Japan er boðskapurin at sleppa undan óndum tankum og gerðum, men í Vesturheiminum er boðskapurin nærum øvutur og nærum sum at venda blinda eygað til. Tær tríggjar apurnar symbolisera sostatt bæði, at man vil verja seg ímóti øllum illum, men samstundis, at man ikki vil síggja tað ónda. Standmyndin fekk meg í morgun at hugsa um samstarvið millum Føroyar og Russland - og fyri tann skyld við fleiri onnur ivasom lond. Av búskaparligum ávum vilja nógvir føroyingar helst ikki síggja tað ringa, ið Russland g...

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Image
Tjóðveldi hevur sum flokkur ilt í samleikanum. Undantikið sjálvt fullveldisstríðið, hevur hesin flokkur meiningar í allar ættir. Eitt aktuelt dømi er russlandspolitikkurin, har flokkurin er tvíbýttur.  Í vikuni skrivað Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi og limur í aðalstjórn floksins, lesarabræv, har hon segði, at “Um vit velja at enda eitt samstarv ella um vit velja at gera fleiri revsitiltøk, skal tað vera tí at vit meta, at tað er rætt fyri okkara tjóð.” Hon raðfestir føroyskt sjálvsøkni fram um samhuga við Ukraina. Hon óttast at vit meiri enn at revsa russar revsa okkum sjálvi við at liva upp til høgu idealini hjá “moralsku reiðmonnunum”, ið tala til ringu samvitskuna hjá føroyingum.  Sigrid staðfestir víðari, at um vit kuta sambandið við Russland, er ikki víst at vit fáa nakran annan ágóða afturfyri: “So kaldur og kyniskur sum handils- og uttanríkispolitikkur er, so skulu vit ikki halda, at grannar okkara taka um endan og kompensera fyri missin....