Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Mynd: Sarah Richter / Pixabay
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay

Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan. 

Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlondini hava havt størsta fyrimunin av lutfalsliga stabilu heimsskipanini, ið er ment síðani seinna heimskríggj. Dettur sokallaða “heimssamfelagið” niðurfyri, gerast smálondini sannlík offur, tá heimurin verður eitt anarkistiskt spæl millum stór-, meðal- og smáveldi.

Niðurlagingin av “heimssamfelagnum” er ikki bara nakað, ið hevur við onnur lond at gera. Tá ið sporadiska altjóða fólkaræðið dettur niðurfyri, eru nationalu fólkaræðini eisini í vanda fyri at detta niðurfyri. Í USA og fleiri europeiskum londum síggja vit, at fólkaræðið spakuliga verður avmonterað. Sjálvt í Danmark, ið mangan erpar sær av sínum sterka fólkaræði, hava vit sæð sosialdemokratar við ódemokratiskum ætlanum. Nick Hækkerup, fyrrverandi løgmálaráðharri, vildi sleppa at yvirvaka meiri og segði beinleiðis at yvirvaking gevur frælsi. Stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur í ár havt ætlanir um at sensurera miðlarnar við einum sonevndum miðlaumboðsmanni. Fleiri miðlahús hava sum vera man víst sína ónøgd við hesa ætlan. Man skuldi trúð, at avmontering av fólkaræðinum skuldi koma frá høgra- ella vinstravíðgongdum flokkum, men í staðin vísa sjálvt miðjuflokkar seg at vera demokratiskt ivasamir. Politiska landslagið flytur seg: Mette Frederiksen og italienska Giorgia Meloni eru nú eftir øllum at døma bestu vinkonur, og Morten Messerschmidt hálsfevnist við enska Tommy Robinson. Mette hevur flutt seg frá miðvinstra til høgra og Morten hevur flutt seg frá miðhøgra til uttasta høgra upp á fá ár! Sosialdemokratarnir royna at fiska veljarar hjá Dansk Folkeparti, og tí noyðist Dansk Folkeparti at royna við enn meiri nationalistiskum agni. 

Tað er ikki bara USA, ið er væl á veg at niðurlaga fólkaræðið. Í USA er rákið bara nógv týðiligari og er komið longri. Alt hetta kemur eisini til okkara, um vit ikki ansa okkkum. Spurningurin er um vit yvirhøvur klára at standa ímóti hesum, um londini kring okkum verða avdemokratiserað, men um vit ikki eru greið yvir hvat hendir, vilja vit snøgt sagt verða tikin av bóli. (Men um tað vísir seg, at "fólkaræðisliga tíðin" sum heild er á veg í søguna, so verður sjálvandi heldur einki fólkaræði í Føroyum.)

Neyðugt er eisini at skilja, at fólkaræðið krevur ein samfelagsligan samanhangsmátt. Eru íbúgvar landins ikki innanfyri eitt rímiligt hugsjónarligt spektrum, er torført at fáa í lag neyðugu “fólkaræðilisgu samtaluna”. Verður ov langt millum “tey progressivu” og “tey reaktioneru”, er váði fyri, at fólkaræðið skrædnar sundur. Hetta er júst tað, ið er hent í USA, har høgra og vinstra ikki so frægt sum kunnu tosa saman, men heldur samskifta við herrópum og harðskapi - ja enntá við at drepa hvønn annan. Føroyar eru til alla lukku langt burtur frá eini slíkari støðu, men tað tykist gerast longri millum fremstu og aftastu bátarnar - hugsjónarliga sæð. 

Sambært týska samfelagsfrøðinginum Hartmut Rosa uppliva vit í dag ein “sosiala acceleratión” (Soziale Beschleunigung), tvs. at samfelagsbroytingin hendir alsamt skjótari. Hetta er í stóran mun ein funktión av tøknimenningini, m.a. nýggju samskiftismiðlunum. Men hetta broytir eisini sjálvan samfelagsmoralin, tí nýggja tøknin gevur nýggjar møguleikar, ið summi ynskja at gagnnýta, men sum onnur ræðast. Man kann siga, at “glíðibreytin” verður alsamt brattari og krappari. Trupulleikin við hesum er at “tey progressivu” glíða alsamt skjótari, samstundis sum at “tey reaktioneru” ofta verða standandi ella enntá flyta seg aftureftir í protest. Av hesi orsøk verður alsamt torførari hjá ymsu pørtunum at skilja hvønn annan og at samskifta skilagott um politisk mál. Hendan sosiala acceleratiónin er reint eitur fyri fólkaræðið, men í mun til USA, ið longu eru farið í spønir, hava vit í Føroyum framvegis møguleika at ganga í flokki. Men tað krevur, at tey progressivu og reaktioneru møtast á miðjuni heldur enn at fylgja vargaseyðunum. 

Tíverri sær tað út sum at júst tað øvuta fer at henda og at føroyska fylgið endar í fleiri gongum - eins og í øðrum londum. “Ganga fram í myrkri øll tey blindu. Ganga ymsar leiðir eftir lyndi.”, sum Christian Matras yrkti fyri øld síðani.


Comments

Popular posts from this blog

Løgtingsmaðurin, ið ikki tímdi meiri

Tjóðveldi í samleikakreppu av Russlandspolitikkinum

Fría matvalið - hvussu frítt er tað?