Posts

Showing posts with the label Glíðibreyt

Tvær grýlur ganga ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman (mikubloggur)

Image
  Eg gjørdist bæði illur og keddur, tá ið eg leygarmorgun sá myndirnar av brennandi ráðhúsinum í Limoges. Mítt frankofila hjarta bløðir av at síggja skilið í forfedranna landi. At fólkaræðið er í vanda, hevur leingi verið eyðsýnt, men at brenna eitt ráðhús niður er eitt beinleiðis og symbolskt álop á franska fólkaræðið. Frankaríki er vorðið eitt sera polariserað samfelag, har vinstravíðgongd og høgravíðgongd seta dagsskránna og har Emmanuel Macron forseti situr hendur í favn og lítið annað fær gjørt enn at bíða eftir forsetavaliinum í vár.  “Eitt spøkilsi gongur ígjøgnum Europa; kommunismunnar spøkilsi”. Soleiðis byrjar Karl Marx Kommunistiska Manifestið. Í hesum halloween-tíðum ganga fleiri grýlur ígjøgnum Europa: kommunisman og fascisman, umframt fleiri aðrar líknandi harðrendar hugsjónir ílætnar sum flokkar ella áhugabólkar. Roynt hevur verið at ignorera teir, halda teir uttan fyri ávirkan, enntá at draga teir í rættin, men hvørja ferð koma teir enn máttmiklari aftur. Í Fra...

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið (mikubloggur)

Image
Mynd: Wikimedia Commons Mikudagin skrivaði eg eina grein við heitinum “Vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er skeiva lagið” (ymiskir miðlar 23. sept.) um hvussu vinstravíðgongd og høgravíðgongd eru við til at polarisera politiska landslagið við áhaldandi at orða alsamt víðgongdari (ekstremari) meiningar. Vinstravíðgond eru sum heild meiri aktivistisk, ímeðan høgravend sum heild eru meiri reaktioner, tó at fleiri undantøk eru.  Úrslitið av hesi polarisering er, at vit fáa ein politiskan “centrifugal-mátt”, ið trýstir fólk út á ytsta vinstra og ytsta høgra, við tíðini heilt út til ræðsluhugsjónir sum kommunismu og fascismu. Trýst elvir móttrýst, og jú meiri onnur síðan førkar seg út í tað ekstrema, tess meiri vil hin síðan førka seg hin vegin. Eftir stendur miðjan og eygleiðir eina alsamt meiri kaotiska politiska skipan og eitt dvínandi fólkaræði.  Seinni sama dagin sá eg ein víðgongdan kjakara skriva soleiðis á Facebook: “ Nú harmast fólk um, at ikki øll treingja seg saman á m...

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið (mikubloggur)

" Ideologi er noget bras" segði Poul Schlüter statsministari á sinni. Hesi orð hava sjáldan verið sannari enn í dag, nú hugsjónir í alsamt størri mun verða settar upp ímóti hvørjum øðrum uttan stórvegis atlit til veruleikan. Undir kalda krígnum, tá ið Schlüter floygdi hesi orð, høvdu hugsjónir hóast alt eitt sterkt býtispolitisk kjølfesti, men í dag eru tær alsamt meiri konstrueraðar og veruleikafjarar. Vit hoyra javnan vinstravend ákæra høgravend og høgravend ákæra vinstravend, ofta við strámansargumentum heldur enn faktuelt grundaðum argumentum. Av hesi orsøk hava báðir partar lyndi til at førka seg burtur frá veruleikanum og leita niður í alskyns haruholur. Her eru nøkur dømi: Vinstravend ynskja at niðurbróta tjóðskaparliga samleikan og samanhangsmáttin við at skifta tjóðskaparligan stoltleika út við sjálvshatur og sjálvsatfinningar. Hinvegin reagera tey høgravendu við ógvusligari nationalismu, sjálvsgleði og sjálvshálovan.  Vinstravend ynskja at gera søguna til eina skul...

Ímeðan fólkaræðið skrædnar sundur

Image
Úlvur í seyðaskinni. Mynd: Sarah Richter / Pixabay Føroyar eru ofta eftirbátar í nógvum viðurskiftum. Hetta verður ofta talusett sum nakað ringt, men er ikki bara av tí ringa. At onnur kunnu gera sær royndir við nýggjum rákum, áðrenn tey koma til okkara, ger at vit kunnu læra av feilunum, tey hava gjørt í øðrum londum. Trupulleikin er: tað gera vit sjáldan.  Heimurin er í upploysn, summir partar meiri enn aðrir. Enn so leingi liva vit í okkara eggjablommu í Norðuratlantshavi, vard av einum blokkstuðuls-eggjarhvíta, einum ríkisfelagsskali - í einum vesturlendskum reiðri. Men bæði Vesturheimurin og Ríkisfelagsskapurin eru í dag í upploysn. USA rekur sína egnu leið, og í ES hava tjóðskaparflokkar ætlanir um at upploysa ES - til mikla gleði hjá Russlandi, ið harvið kann sleppa av við ein høvuðsfígginda. Tjóðskaparliga - nationalistiska - rákið er ein uppgerð við “globalismuna”, ið ynskir at menna felags spælireglur fyri allan heimin. Júst smálond sum Føroyar, Danmark og hini Norðurlond...